10.000 krónur frá 2. flokki

2. flokkur á Tofta skúla handaði í dag 10.000 krónur til Reyða Kross

 

Tað var ikki sørt hátíðarligt á Tofta skúla í dag. Orsøkin var, at 2. flokkur á skúlanum kundi handa Reyða Krossi eina peningagávu upp á ikki minni enn 10.000 krónur.

 

Nes Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at peningurin er komin til vega við loppumarknaði og kaffisølu, sum foreldrini og næmingarnir í flokkinum hava skipað fyri. Loppumarknaðurin varð hildin leygardagin, og í dag var so stóri dagurin, tá stóri kekkurin kundi handast hjálparfelagsskapinum.