10.000 krónur endaðu í Kvívík

Rannvá D. Isaksen hevði 20.000 krónur í hondini, men misti tær 10.000.

- Nú vóni eg ikki, at tað fara at ganga 25 ár, til tú ringir aftur, helt gekka-verturin skemtiliga fyri.

Tað var Rannvá D. Isaksen í Kvívík, sum slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld.

 

Høvuðsvinningurin var á 130.000 krónur, sum hon valdi at deila í teir tríggjar leyparnar við 45.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Rannvá byrjaði væl, tí longu í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum er ein góður vinningur, tá tað mesta, tú kanst vinna, er 45.000 krónur.

 

Men, kvinnan í Kvívík helt, at hon fór at gera eina roynd aftrat. Í aðru royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, og her steðgar eingin, um nakar møguleiki er eftir.

 

So, Rannvá D. Isaksen royndi sjálvsagt triðju og seinastu ferð eisini. Hesaferð steðgaði hjólið aftur á 10.000 krónum.

 

- Hetta var ikki so galið, helt hon fyri og takkaði fyri vinningin.

 

Í prátinum við vertin í kvøld, Magnus Magnusen, segði kvinnan úr Kvívík, at hon einaferð áður - helst fyri eini 25 árum síðan - hevði vunnið í Gekka-spælinum.

 

- Nú vóni eg ikki, at tað fara at ganga 25 ár, til tú ringir aftur, helt skemtiligi verturin fyri. 

 

 

 

 

 

- Nú vóni eg ikki, at tað fara at ganga 25 ár, til tú ringir aftur, helt gekka-verturin skemtiliga fyri.