100 tikin uttan fyri dómhús í Keypmannahavn

Løgreglan í Keypmannahavn tók seinnapartin meiri enn 100 fólk, sum ætlaðu sær inn í rættarhølið í Glostrup, har rætturin var í ferð við at viðgera eitt mál ímóti tveimum monnum, sum eru ákærdir fyri at hava ætlað at myrða tveir menn í Ballerup.

Teir báðir ákærdu eru úr einum brotsmannahópi.

Michael Kristiansen hjá løgregluni í Keypmannahavn sigur, at fleiri av teimum tiknu høvdu ymiskt fyri andlitið, og tá løgreglan bað teir geva seg til kennar, fóru menninir at kasta ymiskt eftir løgreglumonnunum.

Nakrir av teimum tiknu verða skuldsettir fyri harðskap ímóti løgrgluni.