Kappingin í Granollers í Spania er ein stór altjóða hondbóltskapping, sum verður hildin á hvørjum ári. Sponsku fyrireikararnir eru ógvuliga fegnir um, at lið koma heilt úr Føroyum at vera við, og nærum øll ungdómsliðini hjá Kyndli fara ætlandi avstað til Spania í summar.
Í sambandi við Spania-ferðina hevur Kyndil mannað ein foreldrabólk, sum syrgir fyri, at øll praktisk viðurskifti eru uppá pláss.
Foreldur kunnu koma við til Spania, um tey bíleggja ferðina sjálvi. Ferðirnar til spælarar og leiðarar syrgir Kyndil fyri at bíleggja og leggja til rættis.
Av teimum 100 fólkunum, sum fara avstað við Kyndli til hondbóltskappingina í Spania, verða 80 spælarar, umframt 20 venjarar og leiðarar.










