Um vikuskiftið fara súkklararnir aftur á vegirnar við einari FM-kapping, og hesa ferð er tað meistaraheitið á 100 kilometra landsvegateininum, ið stendur upp á spæl.
Súkklað verður frá Svimjihøllini í Havn til Saksunar og aftur til Havnar, har vent verður við rundkoyringina við Skansan og súkklað niðan til Plantusøluna hjá Skógrøkt Landsins, har málið er.
Kappingin byrjar klokkan 10, og væntandi verða fyrstu súkklararnir á málinum umleið klokkan 13. Kappast verður í bólkunum elita, motión og unglingar.