- Leitingin byrjaði klokkan 9 í morgun, og vit halda fram, til vit finna hundin ella til tað verður myrkt, sigur Svenn Olsen, varasløkkiliðsleiðari í Eysturkommunu
Tað var nakað eftir klokkan 15 nýggjársdag, at førarahundurin hjá Una Rasmussen, sum er blindur, tók til beins, eftir at fýrverk brast stutt frá teimum, beint sum Uni og hundurin komu til hús í Norðragøtu.
Uni Rasmussen hevur havt hundin í 11 ár, og hann er sera týdningarmikil fyri Una.
Tað er sløkkiliðið sum skipar fyri leitingini, og nógv sjálvboðin hjálpa til eisini. Tyrlan er eisini við í leitingini.
Hundurin kann vera farin víða. Royndir aðrastaðni vísa, at hundar, sum fáa slíkan skelk av fýrverki, verða í ørviti og vita tí ikki, hvat teir gera.
Í løtuni verður leitað í Gøtu og í Søldarfirði ? kring bygdirnar og í fjøllunum, men hundurin kann sum sagt vera farin longur burtur, so fólk, sum halda seg hava sæð hundin, kunnu ringja til Una Rasmussen á telefon 228775!