100 fólk á bíðilista til eldrarøkt í Eysturoy

ELDRARØKT Á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi standa tóm pláss, samstundis sum 100 fólk standa á bíðilista at sleppa inn á heimið at búgva

Tey, sum hava við eldrarøktina í Eysturoy at gera, vita ikki síni livandi ráð!
Bíðilistin at sleppa inn á røktar- og ellisheim og sambýli, er vanlukkuliga langur.
Tað staðfestir Sigrun Arnoldsson, leiðari á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.
Men samstundis standa pláss tóm á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi.

Ørkymlandi
Herfyri kom rætiligt rumbul í, tí myndugleikarnir høvdu sett sær fyri at lata Heimið á Mýrunum aftur, tí tað skuldi vera í so vánaligum standi, at tað er ikki hóskandi til endamálið.
Samstundis komu boðini um at hetta skuldi henda so líðandi, at eingin skuldi flytast úr heiminum ímóti sínum vilja, ella ímóti viljanum hjá teirra avvarðandi.
Tað merkir í stuttum, at so hvørt, sum fólk vildu flyta sjálvboðin úr Heiminum á Mýrunum, ella doyði, skuldi ongi búfólk takast inn ístaðin.
Hendan ætlanin stendur við.
Men hon hevur samstundis elvt til órógv og ørkymlan, tí við hesum missur Eysturoyggin átta røktarheimspláss.
Hetta ávirkar eisini støðuna á Eysturoyar Røktar og Ellisheim, tí har halda tey, at tey noyðast at fyrireika seg til at Heimið á Mýrunum letur aftur
Har er støðan tann, at so hvørt onkur doyr, verða ikki onnur fólk ikki tikin inn á heimið at búgva.
- Vit taka ikki fólk inn at búgva, vit taka bara fólk inn til umlætting, sigur Sigrun Arnoldsson.
Hon sigur, at avleiðingin av tí, er, at fimm pláss standa tóm á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi.
- Hevði avgerð ikki verið tikin um, at Heimið á Mýrunum skal lata aftur, høvdu vit kunnað havt fimm búfólk fleiri á Røktar- og Ellisheiminum. Men vit kunnu ikki taka tey inn, tí vit mugu lata plássini standa tøk til tey, sum møguliga flyta av Heiminum á Mýrunum, sigur leiðarin.
Tí taka tey bara fólk inn til umlætting, tí so eru tey á bara á heiminum í avmarkaða tíð.

100 fólk
Sigrun Arnoldsson sigur, at hetta er ein ógvuliga óheppin støða, tí tørvurin á røktarheimsplássum í Eysturoy er ovurhonds stórur.
- Tilsamans standa eini 180 fólk á bíðilista til eldrarøkt. Av teimum vildi eg mett, at 100 fólk hava tørv á røkt.
- Men av teimum eru 15 fólk so vánalig, at tað er bráðneyðugt at útvega teimum pláss, tí tey kunnu ikki vera heima longur, sigur Sigrun Arnoldsson.

Mótmæla at pláss verða tikin

Eysturoyingar hava nú mótmælt, at tey nú skulu missa átta røktarheimspláss við tað, at Heimið á Mýrunum skal latast aftur.
Elin á Torkilsheyggi, forkvinna í stýrinum fyri Eysturoyar Røktar- og Ellisheim, sigur, at hetta setir Eysturoy í eina enn keðiligari støði, enn hon longu er í.
- Vit hava 100 umsóknir um eldrarøkt og tískil mótmæla vit, at átta pláss verða tikin frá okkum afturat.
Tað er bæði Stýrið fyri Eysturoyar Røktar- og Ellisheim, og borgarstjórarnir í Eysturoy, sum mótmæla skerjingini.
- Vit mótmæla, at vit missa átta røktarheimspláss, tí hvat skulu vit gera við tey, spyr Elin á Torkilsheyggi.
- Tí ber tað yvirhøvur ikki til, at vit missa átta pláss afturat, leggur hon afturat.
- So leingi, vit ikki hava aðrar útvegir, mótmæla vit, at Heimið á Mýrunum skal lata aftur, sigur forkvinnan.
Magnus Rasmussen borgarstjóri í Runavík, sigur, at tá ið stýrið fyri Røktar- og Ellisheimið hevði mótmælt, tóku borgarstjórarnir í Eysturoy táttin upp og sendu eisini mótmælisskriv, har teir mótmæla, at Eysturoy missur átta røktarheimspláss.
- Tískil mótmæla vit harðliga, at Heimið á Mýrunum verður latið aftur, fyrrenn átta onnur røktarheimspláss verða útvega fyri tey, vit missa á Mýrunum, sigur borgarstjórin í Runavík.