10 tey størstu jólatrøini í heiminum

Fimm av heimsins 10 størstu jólatrøum eru at finna í vestur og mið Evropa

Tað er ikki frítt, at stórbýir kring heimin kappast um at hava heimsins størsta jólatræ.

 

Á myndini ber til at síggja hvørjir 10 býir í heiminum hava heimsins størstu jólatrø. Fimm av 10 teimum størstu jólatrøunum eru at finna í vestur og mið Evropa. Zürich, Prag, París, London og Dortmund hava øll markant stór jólatrø.

 

Mátieindin, ið brúkt verður á hesum kortinum er ein enskur fótur ("foot"). Ein enskur fótur er 30 sentimetrar.

 

London hevur á hvørjum ári síðani 1947 fingið eitt stórt jólatræ úr Noregi, sum eina tøkk fyri ta hjálpandi hond bretska fólkið veitti Noregi undir seinna heimskríggi.

 

Sidney í Avstralia hevur á hvørjum ári síðani 1937 havt eitt stórt jólatræ. Hóast avstraliumenn hava hásummar og nógv hitastig í desember, so gera avstraliumenn kortini nógv burturúr jólunum.