Tað eru tíggju ting, tú skalt hyggja at, um tú vilt vita, um hon er góð í songini, áðrenn tú tekur hana við tær heim, skrivar blaðið M!
M! blaðið gevur nú øllum mannfólkum eina hjálpandi hond. Tað ber nú til at síggja, um kvinnan er góð í songini ella ikki, áðrenn hon verður tikin við heim.
Tað eru nevnliga 10 tekin, menn skulu leggja serligan dent á:
8. Er ein kvinna arrogant, er tað tí, at hon ikki hevur nóg stórt sjálvsálit. Ein, ið torir at vísa seg akkurát sum hon er, hon hvílur betri í sær sjálvari og dugir tí eisini betri at geva og taka ímóti kynsliga.
9. Hon skal ikki vera ov full - og tað skalt tú sjálvsagt heldur ikki. Alkohol minkar um førleikarnar bæði í bilinum og í songini.
10. Ein kvinna er mest sexutt, tá hon er stílfull. Hevur hon sjálvsálitið í ordan, noyðist hon ikki at blaka boppurnar upp í andlitið á tær ? men kann spæla tað øsandi og eggjandi spælið.