Tíggju gentur, sum vóru millum 9 og 13 ára gamlar, doyðu av einari landminu har eysturi í Afghanistan í morgun. Sambært BBC vóru genturnar farnar eftir brenni, tá vanlukkan hendi.
-Genturnar doyðu, tá ein teirra var so óheppin at raka eina landminu við einari øks, sigur guvernørurin Sediq Dawlatzai. Hann sigur, at tvær gentur fingu stóran slaða og eru fluttar á sjúkrahús.
Hildið verður, at meiri enn 10 milliónir landminur og aðrar spreingiløðingar eru ymsastaðni í Afghanistan, har kríggj og borgarakríggj hava herjað í mong ár.
Í fjør doyðu 382 afghanar av landminum, og tríggir fjórðingar av teimum vóru børn.










