10. flokkar í Tórshavnar Kommunu

Eg haldi at tað er ein skandala, um tað bert verður ein skúli, sum skal hava allar 10. flokkarnir í Tórshavnar kommunu.

Eg dugi væl at skilja, at lærarar, foreldur og ikki minst næmingarnir í Kommunuskúlanum mótmæla, at tað bert verður ein skúli í Tórshavnar Kommunu.
Fyri tað fyrsta hevur Tórshavnar Kommunuskúli gingið á odda fyri at fáa 10. flokk meiri spennandi fyri næmingarnir. Teir hava nú arbeitt við eini ætlan í 4-5 ár, og sær tað út til at virka væl. Persónliga haldi eg, at tað skal vera kapping millum skúlarnar, tað er sunt fyri næmingarnar, lærarnar og ikki minst skúlan. ?Um tað so skal verða Tórshavnar Kommunuskúli, kann diskuterast.
Eg skilji á lagnum, at um 10. flokkur skal vera ein partur av nýggja Kommunuskúlanum, kemur tað at kosta einar 25. milliónir meira enn tað er budgetterað við, og hvar skal Tórshavnar Kommuna finna 25. milliónir? Um so skal verða, mugu pengarnir skerjast av og finnast aðra staðir, tí fíggjarlógin fyri 2010 er longu gjørd.
Hví so ikki flyta 10. flokk úr Tórshavnar Kommunuskúla í gamla skúla á Argjum? Tað kann í høvuðsheitum vera líka mikið, hvar ella hvørjum hølum tú ert í, um tú hevur somu lærarar, næmingar og ikki minst sama konsept.?Eg haldi, at í 2010 skal skúlaskipanin verða tann sama, sum hon er nú.
So kunnu við umhugsa, um vit í 2011 skulu hava tveir skúlar í Tórshavnar Kommunu, sum bjóða næmingum 10. flokk.
Eg meti ikki, at tað er nøkur orsøk til at hasta nakað ígjøgnum, bert vegna tað, at hendan avgerð um 10. flokkar er tikin í gomlu samgongu.?Ímynda tær, at ein næmingur frá Nonnuskúlanum fyrst skal ganga í nonnuskúlanum frá 1 – 7. flokk, síðani í Tórshavnar Kommunuskúla frá 7 – 9. flokk, og til seinast í Eysturskúlan í 10. flokk. Tað kann aldrin vera sunt at flyta skúla tríggjar ferðir, og so slett ikki tá man bert er eitt barn.
Skal hetta hóast alt gjøgnumførast við lóg, meini eg, at næmingurin skal hava møguleikan at velja millum tveir skúlar.?Hugsið eg um meg sjálvan, vil eg bert staðfesta, at tað er ikki serliga feitt at ganga í skúla og verða happaður. Hetta havi eg sjálvur roynt, og var tað ein stór hjálp fyri meg at skifta skúla. Sum uppskotið er í løtuni, fara næmingar í framtíðini ikki at kunna velja skúla sjálvir, tí tað verður staðbundið, hvar tú kann taka 10. floksprógv, og tískil ikki ein møguleiki at skifta skúla, um tørvur er á hesum í Tórshavnar Kommunu.
Men hvat, ja guð hjálpi tú mær, skal ein næmingur ganga á sama skúla sum hann møguliga ikki trívist í, við somu lærarum og í sama flokki. Tað vil siga, at næmingurin ikki fær møguleikan fyri at skifta skúla og mennast samsvarandi sínum floksfeløgum, og tískil heldur ikki møguleikan fyri at koma fyri seg. Vónandi verður málið um 10. flokkarnar væl umhugsað og ikki bara skundað í gjøgnum. ?Við vón og virðing fyri 10. flokki í Tórshavnar Kommunu.