10 ára gamla Ruby Barnhill hevur fingið leiklutin sum Sophie í Steven Spielberg filminum, The BFG, sum skal takast upp í Føroyum í summar.
Filmsupptøkurnar av skaldsøguni The Big Friendly Giant hjá norska Roald Dahl, sum búði í Bretlandi, verða gjørdar í summar, og Hollywood fólkini hava valt Føroyar sum kulissu til filmin. Høvuðsleiklutirnar hava 55 ára gamli Mark Rylance og 10 ára gamla Runy Barnhill. Filmurin skal frumsýnast næsta ár, tá høvundurin hevði fylt 100 ár.
Bókin um The Big Friendly Giant kom út í 1982, og er tøk á 39 málum. Søgan snýr seg um ungu foreldraleysu gentuna, Sophie, og loyndarfulla vin hennara, Giant, sum vísir henni Giant Country. Hon verður søgd at vera ein av best dámdu bókunum hjá Roald Dahl.
Leikluturin hjá 10 ára gomlu Ruby Barnhill verður hennara fyrsti høvuðsleiklutur. Hon hevur verið sjónleiakri í tvey ár og er millum annað við í BBC røðini Four O'Clock Club, sum hevur vunnið fleiri virðislønir. Hon býr í Cheshire saman við familju síni – og er virkin í lokala sjónleikarafelagnum.
– Eg er so heppin at hava fingið leilutin sum Sophie, hevur Ruby Barnhill sagt við bretskar miðlar.
– Sophie er eitt so spennandi ævintýr, sum eg gleði meg at spæla, sigur hon.
– Eftir at hava leitað væl og leingi, haldi eg, at Roald Dahl sjálvur hevði verið fegin um valið av Ruby Barnhill, sigur Steven Spielberg sjálvur.
Abbasonur Roald Dahl, Luke Kelly, sum er stjóri í Roald Dahl Literary Estate, hevur sagt, at leikluturin sum Sophie er tann mest tekkjandi leikluturin í søguni hjá Roald Dahl.
Søgan The BFG var gjørd sum teknifilmur í 1989. Framleiðslan byrjar í summar, og filmurin verður frumvístur í USA 1. juli í 2016.










