Kári Johansen
Í dag hátíðarhalda vit Altjóða Arbeiðaradagin, sum verður hildin um allan heim. Og ja, hvat er tað ikki hugstoytt at vita, at tann tímalønti enn ikki fær løn fyri henda dagin - tó at tað fall á ein frídag í ár, so eru onnur ár, har dagurin fellur á ein yrkadag.
So lítil er virðingin fyri verkafjøldini, tó at tað er ein sjálvfylgja, at gøturnar verða sópaðar og vatn er í krananum, og vøra verður lossað og skrivstovur vaskaðar.
Vegirnir bøta seg ikki sjálvir og ikki eitt kolli hvørki kemur ella fer um keikantin í Tórshavnar Havn, uttan arbeiðsmenn. Uttan verkafólkið var skjótt svangligt og skitið.
Vit skriva 2021. Tað skal vera mín áheitan á arbeiðsgevarafeløgini, at fáa arbeiðaradagin løntan, so okkara verkafólk í framtíðini kunnu standa stolt henda dag við fullari løn. Tí tá kunnu arbeiðsgevararnir eisini verða stoltir.
Orðið líkaløn hevur reikað á sosialu miðlinum hesu seinnu árini. Men líkaløn er ikki galdandi fyri arbeiðaran. So kunnu vit spyrja hví?
Tað er til dømis sjón fyri søgn í tunnilsarbeiðnum, at er mann føroyingur, ja so liggur lønin uppáumleið helvtina av lønini hjá teimum norsku arbeiðarunum, tó at hesi gera stórt sæð sama arbeiði.
Hví í allari víðu verð er okkara arbeiðari ikki líka nógv verdur, tá mann sum arbeiðsgevari uttan nakrar sum helst trupuleikar kann løna fólki ymiskt, sum gera sama arbeiði?
Fyri fleiri enn 100 árum síðan tóku menn seg saman og settu á stovn Havnar Arbeiðsmannafelag, tí korini vóru út av lagi vánalig. Nú 105 ár seinni kunnu vit spyrja okkum sjálvi, um vit eru komin á mál.
Svarið er nei. Vit koma ongantíð á mál, arbeiðararørðslan kemur framhaldandi at verða noydd at berjast fyri betri korum.
Tá eg hugsi um okkara felag - Havnar Arbeiðarafelag - so er tað mín fatan, at felagið er komið á eitt vegamót. Vanligi arbeiðarin er ikki hin sami sum fyri 100 árum síðan.
Í dag eru krøvini meir enn bara fysisk styrki, í dag eru tað stórar maskinur og smærri tól, og øll hesiamboð seta stór krøv til arbeiðaran. Tað fylgir eisini sera stór ábyrgd við arbeiðnum.
Men lønin er als ikki í tráð við hesa ábyrgd. Tí eigur tað at vera ein sjálvfylgja, at øll hesi arbeiðsfólk verða roknað sum serarbeiðarar og fáa sáttmálar, íð sampakka við hini grannalondini.
Hetta eigur Havnar Arbeiðarafelag nú at leggja seg eftir. Eisini er tað nógv yrki, sum hava verið roknað sum vanlig arbeiði, sum krevja fakligan lærdóm, skúling og royndir.
Tað er at fegnast um, at støðið hækkar. Men á hesum øki má Havnar Arbeiðarafelag fylgja við, so allir sáttmálar verða dagførdir tilsvarandi.
Tað kann ikki vera meiningin, at menn ganga tímaløntir í fleiri ár. Hví fáa hesir menn ikki fasta løn? Hví verða teir ikki settir í føst størv?
Tað sker meg í eyguni at síggja starvslýsingar, har tað verður søkt eftur fólki til alt í millum himmal og jørð, góð og føst størv.
Men so síggja vit lýsingar, har søkt verður eftur arbeiðsmanni ella arbeiðs kvinnu til fulla tíð - og tó er starvið tímalønt. Hví?
##med2##
Er tíðin ikki eisini komin til at vit virðisseta arbeiðaran? Nógvir bardagar eru vunnir millum ár og dag, ein hin seinasti er sætta feriuvikan, og kemur hetta eisini væl við hjá liminum, tó uttan at pengar fylgja við.
Tað skal vera mín áheitan á løgtingið um at lóggeva soleiðis, at sætta feriuvikan verður prosentásett soleiðis, at menn og kvinnur hava ráð at halda frí.
##ms##
Hugsa vit um barnafamiljunar, so eru nógvir dagar í árinum, har stovnar og skúlar hava stongt vegna ráðleggingardagar, tí er tað av stórum týdningi, at vit fáa brúkt sættu vikuna.
Eg fari við hesum fá orðum at takka fyri meg her á Vaglinum í Havn. Góðan 1. mai øll somul.
Takk fyri.