1.210.000.000 fólk í India

Tað er ikki løtuverk at telja fólkið í India, men eftir at hava talt í tíggju mánaðir eru 2,5 milliónir teljarar komnir til eitt fyribilsúrslit. Eftir tí búgva nú umleið 1,21 milliard fólk í India.

Hetta er tann fyrsta fólkateljingin síðani 2001, og eftir fyribilsúrslitinum er fólkatalið vaksið 17,6 prosent tey seinastu tíggju árini. Men hóast tann stóra vøksturin restar eitt sindur í, áðrenn India fær Kina aftur, tí har meta myndugleikarnir, at talið er 1,34 milliard.

C. Chandramauli, sum hevur staðið fyri fólkateljingini í India, sigur við fjølmiðlarnar, at sambært teljingini eru væl fleiri menn enn kvinnur í landinum. Tølini siga, at hvørja ferð 1.000 dreingir verða bornir í heim, koma 914 gentur í heimin. Myndugleikarnir hava tí illgruna um, at fleiri framvegis gera eftir einum gomlum siði at beina fyri gentubørnum og gentufostrum.

-Í veruleikanum benda tølini á, at trupulleikin er veksandi, og tað er ørkymlandi, sigur C. Chandramauli.