Fyrr í kvøld kunngjørdi 07 Vestur, at fremsta kvinnulið felagsins fer at luttaka í Betrideildini hjá kvinnum hetta komandi kappingarárið í 2021, og nú er nýggur venjari eisini settur.
Les eisini: 07 Vestur í Betri deildina við kvinnuliðnum
Tað verður Frankie Jensen, sum skal standa á odda fyri kvinnuliðnum hjá 07 Vesturi. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi í kvøld.
Frankie Jensen hevur tikið A-venjaraprógv í Danmark, og hann hevur eitt nú starvast sum venjari í ÍF Føroyum, HB, B71 og seinast FC Hoyvík.
Afturat sær í venjaratoymið hjá 07 Vesturi fær Frankie Jensen eisini Høgna Egilstoft Nielsen sum hjálparvenjara og Pól Hendrikk Andreassen sum kropsligan venjara.
- Málið hjá okkum er, at 07 Vestur skal fevna um allar kvinnuligar fótbóltsleikarar, bæði tær sum sikta høgt, men so sanniliga eisini tær sum spæla fyri hugnaðin og tí sosialu samveruna, sum er í einum fótbóltsfelagi, sigur Rannvá í Løðu, umboð fyri kvinnufótbóltin í 07 Vesturi.
- 07 Vestur ynskir Frankie Jensen vælkomnum vestur, og ynskir honum og kvinnunum blíðan byr komandi kappingarár, sigur Rannvá í Løðu víðari.