07 Vestur úr Leirvík við ongum

Vágamenn noyddust í kvøld úr Leirvík ongul í reyv. Favorittarnir og uppflytara kandidatarnir í 07 Vestur løgdu rygg til 2-1 tap ímóti næstbesta liðnum hjá Víkingi.

Í 1. hálvleiki legði Per Jacobsen heimaliðið framum, og undan steðginum javnaði Gunnar Haraldsen við stútara eftir hornasparksinnlegg úr vinstru.

Sigursmálið skoraði Bárður Hansen beinanvegin í 2. hálvleiki.

07 Vestur royndi at trýsta fyri at koma aftur í aftur, men vágamenn vóru ógvuliga óhvassir frammanfyri málið hjá Mortani Joensen, sum bara eina ferð rættuliga noyddist at spíla seg út.