Í dag er seinasti dagur á ársins Summar Festivali, og kvøldið bjóðar ellivu konsertir umframt undirhald og framførslur í Silvalandi. Útlendska høvuðsnavnið á Vágsbø í kvøld er poppsangarin Andreas Odbjerg [...] Odbjerg, sum ongantíð áður hevur framført í Føroyum. Hann fekk stórt gjøgnumbrot í Danmark fyri nøkrum árum síðani og hevur hittað við sangum sum "I morgen er der også en dag", "Hjem fra fabrikken" og "Stor [...] framføra aftur eftir langan steðg, og í kvøld spæla tær sína størstu konsert nakrantíð. Føroyska tónleikadrotningin Annika Hoydal hevur konsert á Vágsbø klokkan 20 í kvøld. Dagurin byrjar við familjukonsertini
veðurvitan kring landið. Í mars var Kunoy tann 41. bygdin, har fólk frá Veðurstovuni gjørdu samrøðu við heimildarfólk um staðveðrið. Ætlanin er at savna hesa vitan úr øllum bygdum í Føroyum. Í Kunoy varð tosað [...] suðurætt og útsynningur kunnu hinvegin vera harðir í ringum veðri. Vestanfyri liggur Kalsoyarfjørður, og haðani sleppur lotið næstan ótarnað inn í bygdina. Mjørki er serliga knýttur at lágættunum, og [...] sítt lív. Hann hevur verið sjómaður, arbeitt við landbúnaði og hevur drúgvar royndir við veðurlagnum í bygdini. Sambært Veðurstovuni hevur Kunoy eitt sermerkt staðveður. Tey høgu og brøttu fjøllini eystanfyri
ein partvís sólarmyrking í Føroyum. Í hesum sambandi bjóðar Veðurstova Føroya øllum áhugaðum at koma at hyggja at sólarmyrkingini saman við okkum, bæði í Havn og í Klaksvík. Í Havn byrjar tiltakið kl. [...] i á Hoyvíksvegi 69. Í Klaksvík verður tiltakið ,um viðrar, uppi á Hálsi, og byrjar kl. 18:15 og endar kl. 19:30. Sólarmyrkingin sjálv byrjar kl. 17:56 og endar kl. 19:50, men er í hæddini kl. 18:54. V
Tað er endamálið við einum uppskoti til kunngerð, sum nú er sent í almenna hoyring. Sambært uppskotinum skulu fjarskiftisfyritøkur í Føroyum skráseta og goyma ávísar fjarskiftisupplýsingar, so løgreglan kann [...] rættarsøkt. Í hoyringarbrævinum verður sagt, at endamálið er at geva løgregluni eitt eftirkanningaramboð, sum hevur avgerandi týdning í arbeiðinum at kanna talgild brotsverk. Heimildin er í rættargangslógini [...] internetatgongd hjá brúkarum í eitt ár. Uppskotið snýr seg um skráseting og goymslu av upplýsingum um internetatgongd og ikki um innihaldið í samskiftinum. Uppskotið er nú sent í almenna hoyring. Møgulig
besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Eftir misjøvnu fyrstu 10 minuttirnar spældi hann seg veruliga upp. Ein rimmar dyst har hann gjørdi heili 12 mál. Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin, týsdagin [...] fullu í føroyskan lut. Føroyar komu afturum 12-6, men síðani raknaði Boas á Skipagøtu veruliga við og gjørdi 6 mál á rað fyri Føroyar. Føroyar komu innaftur í dystin og var bert eitt mál á muni í hálvleikinum [...] skrivar: - U18-menn: Stórt comeback í javnleiki Hóast Pólland var frammanfyri við 5 málum tá 7 minuttir restaðu, so satsaðu okkara alt og kempaðu seg til ein javnleik í allarseinasta sekundi, tá Jónas Fossabrúgv
av nógvum útvísingum,16 í tali, og reyðum kortum, 4 í tali, og gjørdi hetta eisini at rútma ongantíð kom í dystin. Norðurmakedonia vann 34-32, eftir at teir vóru á odda 18-13 í hálvleikinum. Føroyar fingu [...] Váðin í føroyska spælinum var eisini tíðum ov høgur, og vóru norðurmakedonar skjótir at revsa í hinum endanum. Norðurmakedonska leiðslan kundi væl verið hægri, men stóð Micah Wardum Ragnarsson væl í málinum [...] málinum og hevði 8 bjargingar í fyrra hálvleiki. Norðurmakedonar vóru á odda 18-13 í hálvleikinum. Føroyar byrjaðu við 7 móti 6 í álopinumí seinna hálvleiki og gekk betri at koma til kjansir. Tað gekk serliga
seg heiðurliga og hava tapt tepurt í fleiri dystum. Føroyar vunnu á Finnlandi í fyrsta dystinum, og megnaðu javnleik móti Eysturríki og í fyrru uppgerðini móti Póllandi í millumumfarinum. Móti krútsterku [...] mesta nakrantíð hjá nøkrum føroyskum leikara í einum EM ella HM-endaspæli. Í EM-endaspælinum í 2022 skoraði systkinabarnið hjá Boasi, Óli Mittún 80 mál. Í dagsins dysti skoraði Boas 11 mál. Teitur Poulsen [...] gevur Føroyum eitt sonevnt "Wild Card", ella um eitt landslið úr einum øðrum heimsparti gevur avboð til endaspælið. Tað er komið fyri fyrr. Føroysku U18-mennirnir taptu í dystinum um 15. plássið í U18
gjørdi at tað ikki rakk til í minsta lagi ein javnleik. Svøríki vann 35-34. Eftir dystin var Boas á Skipagøtu kosin besti leikarin hjá Føroyum í dystinum. Boas spældi ein framúr dyst í føroyska álopinum og gjørdi [...] dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum. Dysturin byrjaði við høgari leikferð, og tað komu nógv mál í báðum endum. Føroyar [...] skulu spæla um 15. plássið í EM-endaspælinum. Hesin dysturin verður leiktur sunnudagin móti Póllandi. 15. plássið í kappingini gevur beinleiðis atgongd til U19 HM-endaspælið í 2027. Skrivar HSF. Dystargongdin:
seinasta manglaði í fyri at fáa stig. Danmark hevði undan dystinum móti Føroyum longu tryggjað sær sætið í fjórðingsfinaluni, men teir tóku als ikki lætt upp á uppgávuna móti Føroyum. Danmark var á odda [...] miðumfarsdystinum móti Danmark var, at Føroyar fingu stig, so okkara kundu vinna seg í fjórðingsfinalurnar í U18 EM-endaspælinum í Serbia. Tað eydnaðist tíverri ikki. Danmark vann 32-27 aftaná eitt heiðurligt [...] við sær, og tað gjørdi ikki arbeiðssetningin hjá okkara lættari. Føroyar endaðu á einum triðja plássi í millumbólki 3. Danmark vann bólkin við seks stigum, Spania hevur fýra stig, meðan Føroyar og Pólland
iðið við dreingjum tikið lut í altjóða ungdómskappingini Invitational Cup í Malmø í Svøríki. Talan er um eina sterka ungdómskapping, har fleiri av fremstu ungdómsliðunum í Norðurlondum taka lut —————— [...] gera í felag við at menna okkara ungu spælarar, ber ávøkst. Tað sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í Invitational Cup 2026 í Malmø [...] Nattestad. Í síðsta dystinum í Invitational Cup 2026 tapti føroyska liðið 1-3 fyri svenska IFK Gøteborg. Føroyski málskjúttin var Kristjan Róksson. – At vit javnan fáa møguleikan at taka lut í slíkum kappingum