nærmastu hava tað gott. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Jólini hava stóran týdning fyri meg. Hann vísir á, at sum barn vóru tað serliga gávurnar og Jesusbarnið, ið fyltu nógv um jólini. Nú er tað meira ein [...] eftir ætlan. Tað sigur Holgar Jacobsen. Hvat verður etið um jólini? - Vanliga eta vit dunnu jólaaftan og ymiskt kjøt fyrsta og annan jóladag. Hann vísir á, at hesaferð hevur kona hansara verið so umhugsin [...] ein eygleiðing av tí farna og ynskir um tað komandi. - Jólini eru ofta eisini ein minnisstund yvir tey, ið ikki eru við okkum hesi jólini, men veruliga orsøkin, hví vit halda jól, stendur framvegis stinn
Vit stremba eftir at gera Tórshavnar kommunu til eina grønari kommunu. Tað merkir millum annað, at tað verða færri skorsteinar, og tað er kanska ikki so øgiliga góð tíðindi hjá jólamonnum. Men eg veit eisini [...] Jens Pauli í Dali hevur nú verið jólamaður í 25 ár, og fyri tað fekk hann eina gávu og eina heilsan frá borgarstjóranum: “Góði Jens Pauli. Góðu jólamenn. Ja, hvat skal man siga, tá man skal halda røðu [...] mær, at lívið sum jólamaður kann vera strævið – ikki minst á jólum ... Men tað má eisini vera “gevandi” at vera jólamaður. Tað snýr seg jú um at geva og at spreiða gleði – serliga til børnini, men eisini
Dmitriev segði leygardagin eftir fundin, at tað hevði verið uppbyggjandi, og at tey hittast aftur sunnudagin. Umboð fyri Ukraina og Evropa eru eisini í Miami í Florida. Tað er heldur óvist, hvørjar broytingar [...] beinleiðis samráðingar millum umboð fyri Russland og Ukraina, skrivar AFP. Um so er, so hevði tað verið tað fyrsta av sínum slag síðani í mai, tá partarnir hittust í Istanbul, uttan at nøkur ítøkilig úrslit [...] sunnudagin, at slíkur fundur var í umbúna. – Sum støðan er nú, hevur tiltakið ikki verið av álvara umrøtt. Av tí eg veit, so er tað heldur ikki fyrireikað, sigur Yuri Ushakov. /Ritzau/
Klaksvík, har display til ekkolddið varð stolið úr bátinum. Nógv fólk hava verið í býnum í Havn í nátt. Okkurt keglarí var, men tað gekk væl í mun til, hvussu nógv fólk var í býnum, sigur vaktleiðarin á [...] Fríggjanáttina hevur verið innbrot í ein skúr í Tórsbyrgi í Havn, har brennivín er stolið. Løgreglan arbeiðir við málinum, men hevur enn ikki fingið fatur á tí ella teimum, sum hava framt innbrotið, men
av tí hevur millum annað verið, at sjúkrafráveran síðsta hálva árið er fallin munandi. Hetta hevur styrkt samanhaldið og trivnaðin í toyminum eisini uttanfyri arbeiðsplássið.« Tað eru starvsfólk á eldraøkinum [...] eldraøkinum í Tórshavnar kommunu, sum senda uppskot inn til Ársins átak. Dómsnevndin hevur seinastu árini verið mannað við kommunustjóranum, heilsu- og umsorganarstjóranum og forfólkinum í eldraráðnum.
við at fáa tak yvir høvdið má steðga. Rætturin til tak yvir høvdið hevur altíð verið høgt mettur í Føroyum. Tað hevur verið ein partur av okkara mentan at hjálpa hvørjum øðrum at seta føtur undir egið borð [...] bústaðarpolitikkur í Føroyum í alt ov langa tíð hevur ført til, at tað bert eru tey múgvandi sum uppliva at seta fótin undir egið borð, og at tað er trupult hjá fólki enntá at fáa tak yvir høvdið. Tey, ið hava [...] verða brúktir sum heim og ikki til spekulatión. Í dag er greitt, at vantandi ognarskattur hevur gjørt tað ov lætt og ov lønandi at keypa fleiri hús, meðan fólk, ið royna at finna eitt varandi stað at búgva
við øllum. Eg meini, næstan - tað eru hundraðtals fólk, sum hava tikið myndir saman við honum. So tað er ikki ein stórur trupulleiki, segði Trump. Epstein-málið hevur verið ein politisk høvuðpína hjá Trump [...] at hann heldur ikki, at tað er ein stórur trupulleiki, at hann kemur fram á myndunum. – Hann (Epstein, ritstj.) var allastaðni í Palm Beach (ein býur í Florida, ritstj.). Tað eru myndir av honum saman [...] Ghislaine Maxwell. Løgmálaráðið hevur ikki sagt, hví nøkur av skjølunum vórðu tikin burtur ella um tað var tilætlað. AP hevur roynt at fingið viðmerking frá ráðnum, sum ikki hevur svarað fyrispurninginum
sanktioneraða Venesuela. Tað er aðru ferð í eina viku, at USA leggur hald á eitt oljutangaskip nærhendis Venesuela. Síðani tá hava skip lastað við milliónum av tunnum av olju verið verandi í venezuelanskum [...] Leygardagin legði USA hald á eitt oljutangaskip í altjóða sjógvi við strondina í Venesuela. Tað boðar amerikanski innanríkisráðharrin, Kristi Noem, frá í einum uppslagi á X. Skipið, sum hald er lagt á
Íslandi hevur tveir føroyingar á liðnum. Tað hevur gingið persónliga væl hjá Natasju Hammer og Inga Mariu Roysdóttir, men í 10 teimum fyrstu dystunum hevur verið talan um níggju tap og ein javnleik. Tó [...] Tó hava føroysku leikararnir skotið nógv mál, og hava verið sera eyðsýndar. Í dag brast loksins fyri nev hjá Stjörnuni í ársins seinasta dysti í bestu íslendsku deildini. Stjarnan vann á heimavølli 34-31
einum heimi av ótta, har tað var tryggast at hata tað, man ikki kennir. Religiónsfríheit sýnist tó ikki at virka á einum praktiskum støði í Føroyum enn tann dag í dag, men tað merkir ikki, at eg ikki sakni [...] visti, at eg leitaði eftir. "Teir forbannaðu heidnu danskarnir" vístu seg at vera júst tað, eg hevði brúk fyri. Tað "heidna" Danmark var eitt frælsi við sakligheit, har eingin noyddi meg inn í ein átrú [...] har andaligur anti-intellektualitetur hevði eitt fast grep um meg. Eg veit, hvussu tað kennist, tí eg havi sjálvur verið har. Eg minnist, at eg sjálvur var rasistiskur. Eg visti ikki eingongd, hvat ein muslimur