monnum millum KÍ og HB. Soleiðis verður tað kortini ikki. At KÍ framvegis er upptikið í Europa er orsøkin til, at dysturin millum KÍ og HB er fluttur til mánakvøldið 10. august. Nú hóskvøldið fer KÍ at spæla [...] Póllandi ímóti Lech Poznan, og annað hóskvøld fer KÍ á Tórsvølli at eiga heimavøll ímóti Lech Poznan. FSF hevur gjørt av, at landskappingardysturin millum KÍ og HB verður mánakvøldið millum teir báðar dystirnar [...] Europa League. Týsdagin fer KÍ við leiguflogfarið til Póllands, og tað verður roknað við, at ferðalagið verður aftur í Føroyum fríggjadagin. So verður hvíld og fyrireiking til HB dystin í Klaksvík mánakvøldið
Tórsvølli vann HB 3-1 ímóti NSÍ, tá ið punktum varð sett fyri 17. umfar í Meistaradeildini. Úrslitið ber við sær, at NSÍ misti oddasessin, sum teir gulu og svørtu hava havt í fleiri vikur. NSÍ og KÍ hava sama [...] klaksvíkingum er betri, enn hann er hjá NSÍ. Sigurin ber við sær, at HB nú av álvara aftur er við í kappingini um europeiskt pláss um eitt ár. HB er á fimta plássi við 27 stigum. Tað eru tvey stig fram til Víking [...] miðverjuni. At HB javnaði lyfti heimaliðið, meðan tað sást, hvussu troyttir mótstøðumenninir vóru. Teir høvdu ilt við at flyta liðið fram, tá ið tað kravdist, og tíggju minuttir undan leikloki legði HB seg á odda