liðfelagarnir í Aarhus Fremad taptu á útivølli 0-2 fyri HB Køge í fyrsta dystinum í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. HK Køge skoraði bæði málini innanfyri átta minuttir í seinna hálvleiki [...] hálvleiki. Í báðum førum sá verjan hjá Aarhus ikki gott út. Aarhus Fremad er triðniðast í niðara endaspælinum við 27 stigum. Teir eru bert fýra stig frammanfyri HB Køge, ið er á næstaftasta plássinum, ið
Trygging fyri skaðar í fjør. Onnur átøk í 2025 - Annað árið á rað hava vit somuleiðis latið akfarskundunum bonus fyri skaðaleysa koyring, har tey, sum ikki hava havt nakran akfarsskaða í einum kalendaraári [...] Trygging hevði eitt yvirskot á 88 milliónir kr. í fjør. Tað er nakað betri enn fyrraárið, og ymsar orsøkir eru til tað. - Tryggingartekniska úrslitið var gott. Á inntøkusíðuni fingu vit fleiri kundar, ið [...] Trygging eisini við síni ábyrgd innan burðardygd. Vit eru limur í felagnum “Varandi Vinna” hjá Vinnuhúsinum, og vit taka hetta arbeiðið í stórum álvara. Eitt nú hava vit á fyrsta sinni gjørt eina ESG f
skrivað leikritið til Jól í Grannalagnum, sum varð sent sum jólakalendari í útvarpinum í 2007, og í 2025 var leikurin vístur sum sangleikur. Luddi og Lundisa byrjaðu sum ein barnaleikur í 2018, og síðan eru fimm [...] útgávutiltaki fyri børn á Býarbókasavninum í Havn. Bókadeildin skrivar, at Luddi og Lundisa finna eina rúgvu av tómum holum í lundalandi. So fáa tey eitt ordiliga gott hugskot. „Kom og spæl krógva og blunda [...] fimta bókin um fittu lundapisurnar í Mykinesi. Vár Berghamar Jacobsen er leiklistafrøðingur, sjónleikari og rithøvundur úr Tórshavn. Vit kenna hana m.a. frá jólakalendarum í KVF og Likkulikkuleia. Vár hevur
til býráðsvalið í Havn og kom inn, var tað á uttanflokkalistanum hjá Peturi í Gong. Síðani Heðin Mortensen kom í Tórshavnar býráð frá ársbyrjan í 1973, hevur hann sitið har uttan steðg, í góð 52 ár. Eitt [...] Hóast Heðin Mortensen varð føddur í Trongisvági fyri 80 árum síðani, er tað eingin í dag, sum ivast í, at her hava vit við ein rættan havnarmann at gera. Gott og væl komin í skúlaaldur flutti húskið úr Trongisvági [...] bilmekanikara og arbeiddi sum slíkur í 17 ár, og síðani gjørdist hann bilsýnismaður og tryggingarmaður í úti við 30 ár. Heðin møtti síni Hjørdis í dansi í Tórshøll í 1963 og tað rann saman teirra millum
Tí fyllir pápi okkara, Heðin Mortensen, 80 ár í dag. Hann kom í verðina í Brekkunum í Trongisvági sum tann triði av fýra beiggjum, men hann var bara níggju ára gamal, tá ið tey fluttu til Havnar, og síðani [...] eisini gott av. Ikki minst hava nógvar og góðar løtur verið á trøðni úti í Havnardali, har hønur, dunnur, gæs og seyður eru. Har hava vit sópað og ruddað bøin, givið kríatúrunum og verið uppi í øllum, [...] sterk kvinna”, og tað passar eisini í hesum føri. Hjørdis, mamma okkara, og babba funnu saman á ungum árum og hava staðið saman sum eitt, og mamma er sum magnetið í familjuni, ið fær alt at hanga saman
Tað skrivar hann í einum uppslagi á Facebook mánadagin. – Til alla lukku gekk skurðviðgerðin væl, og eg havi tað eftir umstøðunum gott. Men skurðviðgerðin hevur við sær, at eg skal halda meg róligan næstu [...] næstu sjey til tíggju dagarnar, skrivar formaðurin. Fráboðanin kemur mitt í samráðingunum um nýggja stjórn. Skal Vinstri luttaka í samráðingunum næstu sjey til tíggju dagarnar, verður tað uttan Troels Lund [...] Lund Poulsen, upplýsir tíðindatænastan hjá Vinstra. Mette Frederiksen kannar í løtuni eina stjórn, sum er mannað við Sosialdemokratunum, SF og Radikala flokkinum. /Ritzau/
tað vera eitt gott hugskot, sigur hann og leggur afturat: – Tað eru eisini nakrir fyrimunir við dupult- og trífaldum mandatum. Nógv av tí, sum er samtykt á Fólkatingi, skal setast í verk í kommununum, og [...] Borgernes Parti. Sambært Troels Bøggild, lektara á Aarhus Universiteti og granskara í veljaraatferð, skal mátingin síggjast í ljósinum av nýggju tilburðunum. – Tað eru nakrir flokkar, sum knappliga eru veikari [...] Her siga 50,4 prosent ja til, at grundlógin verður broytt, soleiðis at ein flokkur eigur mandatið í staðin fyri ein einstaklingur. 33,4 prosent siga nei, meðan 16,2 prosent siga seg ikki vita tað. Kanningin
Høvuðsbjargingarstøðin takkar øllum, sum vóru við í leitingini, fyri átakið og fyri gott samstarv í allari leitingini. Tað var vestanfyri Stavanger í Noregi, at maðurin fór fyri borð. ##med2## - Tað eru [...] www.tv2.no um 16-tíðina í dag. Hendingin fór fram umborð í oljutangaskipinum, Alfa Baltica, sum var á veg úr Mongstad í Noregi til Litava. Bæði skip og bjargingartyrlur luttóku í leitingini eftir manninum [...] útlendskum oljutangaskipi. Høvuðsbjargingarstøðin í syðra parti av Noregi fekk eini neyðboð stutt fyri klokkan 16, lokala tíð, í dag. Umleið klokkan 19.45 í dag visti bjargingarstøðin at siga, at leitingin
fyrsta kappingardystin í norskum fótbólti. Á heimavølli á Marienlyst leikvøllinum í Drammen vunnu Mattias og liðfelagarnir í Strømsgodset 2-1 á Stabæk. Mattias hevði bjargingar í dystinum, men tá Jacob [...] ikki gott út í tí støðuni. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Lars Christopher Vilsvik til 1-1 við einum góðum skoti. Tá 81 minuttir vóru leiktir var føroyavinurin, Sebastian Pingel árvakin í brotsteiginum [...] brotsteiginum hjá Stabæk og fekk beint bóltin í málið. Komandi leygardag klokkan 13 spælir Strømsgodset dyst á útivølli móti Haugesund. HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Strø
Norrøna kundi ikki liggja í Hirtshals, tí aðrar ferjur skuldu brúka ferjuleguna, og fór avstað um hálvgvum fýratíðina í nátt. Men í staðin fyri at seta kósina móti Føroyum gjøgnum Skagerrak og Norðsjógvin [...] at aldurnar eru upp í 10 metur á leiðini, har skipið skuldi silgt nú. Men í Aalbæk Bugt er ikki stór alda, og vindferðin er 30-35 m/sekundið. Tað rullar ikki, og tey hava tað gott umborð, segði hann. – [...] – Vit liggja bara og bíða í allan dag og seint í kvøld seta vit kósina móti Føroyum, segði Petur av Vollanum við Kringvarpið. Tað er stormurin Dave, sum leikar í har á leiðini. Tvær ferjur hjá Color Line