dagføra útgerðina hjá myndugleikunum og styrkja førleikarnar hjá teimum, sum hava ábyrgdina av tilbúgvingini. Eitt av átøkunum er ætlanin um at útvega Vørn eitt nýtt eftirlitsskip, sum skal avloysa Tjaldrið [...] Føroyska tilbúgvingin á sjónum skal styrkjast komandi árini. Í ólavsøkufrágreiðingini leggur løgmaður dent á, at virksemið á føroyskum havøki er vaksið nógv seinastu árini. Tað setur størri krøv til eftirlit
sigur svenskur granskari sambært grein í Skúlablaðnum. Har verður greitt frá, at ljóðbøkur gerast alsamt vanligari í skúlum og heimum, men tær eiga ikki at koma í staðin fyri vanliga lesivenjing hjá børnum [...] Tärning, granskari í kognitiónsvísindum við Lunds universitet. – At lurta eftir bókum er fantastiskt hjá børnum, sum hava lært seg at lesa. Men tað er ikki eins gott hjá teimum, sum enn eru í ferð við at læra [...] trupulleikaloysn og kritiska hugsan. – Lesing er eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi í menniskjasøguni, og tí krevur hon nógv av heilanum. Men júst tí mennast fleiri týdningarmiklir førleikar, tá børn læra at
fekk fyrr í vikuni noktað loyvi at koma í havn í Faxaflóa í Íslandi. Tað skrivar mbl.is. Sambært Ásgeiri Erlendssyni, upplýsingaleiðara hjá íslendsku sjóverjuni, varð umbønin sýtt við støði í einari váðameting [...] íslendska sjómarkið, er torført at halda uppá, at ferðin hjá hesum skipinum var friðarlig, sæð í ljósinum av teimum útsagnum og hóttanum, sum komu frá Paul Watson-felagsskapinum, sigur Ásgeir Erlendsson [...] svaraði umbønini frá Bandero. Sambært honum bað skipið ikki um loyvi at sigla inn í íslendskt sjóøki, men um loyvi at leggja at í Faxaflóa. Eftir, at umbønin varð sýtt, bað manningin um eina nærri grundgeving
eftir at leiðarin í Visit Sandoy, Michal Antony Charles Johannessen, í Degi og Viku vísti á eina hugsan um at gera eina timburgøtu við Mølheyggjarnar. Borgarstjórin leggur dent á, at talan bert er um eitt [...] myndugleikum, eitt nú Yvirfriðingarnevndini, áðrenn nakað kann gerast í økinum. Sambært borgarstjóranum hevur Umhvørvisstovan verið í sambandi við kommununa um møguleikan at avmarka ferðsluna á fløttinum [...] Sands kommuna hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at gera gøtur ella timburleiðir við Mølheyggjarnar. Tað sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri á Sandi, við Kringvarpið. Málið kom fram, eftir
telefonnummar á atgongumerkið og leggja tað í ein “atkvøðukassa”, har tey lógu, til lutakastið var og tað eina atgongumerkið varð tikið úr kassanum. Tann hepni vinnarin av málninginum, ið varð lutaður burtur hesa [...] heintaði hóskvøldið. Ágóðin frá ólavsøkuframsýningini fer til vælgerðarendamál, og í sambandi við at Lions Tórshavn í heyst hátíðarheldur 60 ára stovningardagin, verða latnar fleiri stuðulsveitingar, og [...] Lions Tórshavn takkar øllum, sum stukku inn á gólvið og øllum teimum dugnaligu listafólkunum, sum aftur í ár settu sín dám á framsýningina við sínum listaverkum. Eisini fáa tey eina tøkk, ið ognaðu sær listaverk
venjingar, stuðul til NATO átøk í økinum, umframt hjávera av skipum og flogførum. Hetta fer at styrkja førleikarnar at tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum. Í verandi trygdarpolitiska landslagnum [...] viðvíkja Føroyum, verða tiknar í Føroyum, og at átøk, ið viðvíkja Føroyum, verða framd í tøttum samstarvi við myndugleikarnar í Føroyum. Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum [...] Á fundi í Tinganesi umrøddu teir, hvussu verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark kann styrkjast enn meira. Partarnir vóru samdir um, at virksemið í og kring Føroyar longu frá í ár verður
greipuvinnarunum í KÍ seinnapartin, tá ið B36 var gestur í Klaksvík. Mikukvøldið varð KÍ í Slovenia varpað úr europeisku meistarakappingini, og hóskvøldið fer KÍ at spæla í UEFA Europa League í Póllandi. Millum [...] vongverjanum Jean Carlos. B36 misti bóltin í uppspæli í vinstru, og so gjørdi KÍ skjótt av. Í uppspælinum vóru Erlend Hustad og Páll A. Klakkstein, sum legði bóltin út í vinstru, og bæði Páll og Erlend vóru [...] setti bóltin í málið. B36 var nógv á bóltinum, og tað vóru fleiri støður og einstakir møguleikar. Næst við at javna var Dávid B. Andreasen, tá ið hann sendi bóltin í tvørtræið og niður í vøllin. At KÍ
EB/Streymur í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Tað kendist sum um, at víkingarnir ikki høvdu stemplað inn aftur í landskappingina eftir dystirnar í Europa og nakrar frídagar. Heimamenninir í EB/Streymi [...] heimahálvuni. Sølvi Vatnhamar javnaði til 1-1. Tá vóru tríggir minuttir av seinna hálvleiki farnir. Kaj Leo í Bartalsstovu, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu, átti uppleggið, men heimamálverjin eigur [...] Vatnhamar tók sær av, var tað miðverjin Ingi Arngrímsson, sum við nærra stólpa og við høvdinum setti bóltin í málið. Sum tað leið fram ímóti dystarenda, legði heimaliðið nógv fyri í royndini at javna,
Jim Reeves og Frank Ocean lata tað siðbudna og modernaða ganga hond í hond. Tá ið Filip M. Mortensen stóð mitt í einari skapandi tómløtu, har glóðin fyri tónleiki næstan var sløknað, gjørdist Sarah Christensen [...] samstundis sum tey bjóða sær sjálvum og tónleikamørkum av, eru tey eisini trúgv ímóti tí, tey standa fyri hvør sær. Alias Morera hevur útgivið tvey stakløg, og í næstum kemur nýggj EP við seks sangum. Á Summar [...] Filip M. Mortensen og Sarah Christensen eru høvuðsfólk í tónleikaverkætlanini Alias Morera. Tey skapa og framføra fangandi indiepopp, sum við íblástri frá artistum sum The 1975, The Killers, ABBA, Jim
kommunuuppgerð. Hon verður ivaleyst flutt, tí NSÍ fer hósdagin at spæla í UEFA Europa Cup í Klaksvík. AB hevur longu spælt dystin í 18. umfari. Tað var á ólavsøku, tá ið AB tapti 1-0 ímóti B36. Næsti dystur [...] Tað endaði við 3-2 heimasigri, tá ið Skála í dag var gestur inni í Vika á Argjum. Úrslitið ber við sær, at AB er á sætta plássi við 23 stigum fyri 18 dystir, og at Skála hevur 14 stig fyri 17 dystir og [...] menn inn. Mórits Heini Mortensen, sum í summarsteðginum flutti úr NSÍ og á Skála avloysti Malthe Nielsen, og Silas Gaard avloysti Teit Poulsen. Fyrsta hálva tíman av seinna hálvleiki hevði Skála nógv spæl