Eiler Jacobsen, Eiler á Mølini sum var nevndur her, áttati. Hann kom til Skálavíkar sum heilt lítil smádrongur, mamma hansara, ið var einkja giftist við Niels á Hamri og búsettust niðri á Møl. Har varð hann [...] Vørðuna, sunnan úr Vági, á sild. Tá kom pápin upp á kamarið tíðliga um morgunin og vakti Jens bróður og meg og segði: »Komið upp og síggið, Vørðan kemur tjokk full av sild inn á Víkina«. Tá komu teir av [...] tað dugdu aðrir at síggja. Hann var blaðungur, tá hann, aftan á Atlantsfarið, fekk spildurnýggja línubátin Beinir at føra. Tað var ikki eiti á álit, ið reiðarin, Poul Hansen, gav honum. Væl gekst, Beinir
krím. Vit síggja eisini at tað eru fá, ið eru deyð, færri enn við vanligum krími, leggur Bjarni á Steig dent á. Tá krímið ikki er so álvarsligt, hví so stóra tilbúgving, isolatión og ótta? -Í tilbúgvingini [...] mann sjálvur fær symptom upp á krím, eigur man at lata seg kanna. Men er man frískur, og eingi symptom hevur, er eingin orsøk at venda sær til læknan, staðfestir Bjarni á Steig, virkandi Landslækni. [...] rogvi@sosialurin.fo Nýggja krímið er komið til Føroya. Ein tilburður er staðfestur í Føroyum, ein maður, ið kom til landið við Atlantsflogi týsdagin klokkan 14. Men tá Landslæknin upp í fleiri ferðir hevur
til vegin) altso tey sum trúðu á Gud. Og í hesum ørindum var hann ein dagin á veg til Damaskus, tá hann bráddliga var steðgaður á leiðini, tí ein rødd av Himli talaði á hann og segði, Saul Saul – hví søkir [...] stríð við sektirnar, men so skoyti eg uppí, at eg ræðist tær heldur ikki á nakran hátt. Mítt politiska virki fer altíð at verða bygt á tað, sum eg haldið vera rætt. Naivt??? (citat slut) Góði Finnur, tú, og [...] boyggja seg ein dag. At byggja sínar politisku avgerðir á tað, sum man heldur vera rætt - tá man útfrá Guds orði veit, at tað er skeivt - tá er man á heilt skeivari kós.
at búgva, Davis og Kára, sum búgva í Havn. Sum ungur fór Ovild í handilslæru á heilsøluni hjá Jákupi Jensen (seinni Jákup á Dul) í Kristnastovu í Gongini í Havn. Eftir tað arbeiddi hann hjá P/F Vega, sum [...] Tá hann kom heim aftur úr Grønlandi, arbeiddi hann á skrivstovuni hjá P/F Leif Mohr og seinni sum leiðari í kolonialhandlinum hjá Skála Skipasmiðju á Skála, til hann í 1961 yvirtók maskinhandilin hjá pápanum [...] Gong byggimeistara, og var hann m.a. við til at seta á stovn eina verksmiðju, sum framleiddi plastrør. Ovild er ein sera fryntligur og dámligur maður. Hann er søgufróður og vitandi og er altíð áhugaverdur
vann síðani á norðoyastevnu í fjør. Fleiri kappast Miðvingur vann tvær ferðir í fjør, og á Tvøroyri fingu miðvingar ein góðan start, og teir vóru næstu kappingarneytarnir hjá Argjabátinum á málið. ? Hesa [...] tað fer at bera til hjá teimum at vinna á Fuglafirði, men hann roknar við harðari kapping: ? Ørvur fer at gera alt fyri at fáa fatur á okkum aftur, Miðvingur vísti á Tvøroyri, at hann er væl fyri, og so rokni [...] bátsformaður á Argjabátinum. Hann hevur róð í fimm ár, og hetta er annað árið, at hann er við Argjabátinum. Tað eru fýra argjamenn umborð, og so koma hinir úr Havnini og aðra staðni frá. Elsti maður er 27 ára
ætlanum fyri framtíðina. Ingi var føddur á Eiði tann 11. mai 1953 og flutti til Havnar sum smádrongur, har hansara komandi lívsleið kom at verða. Gekk fyrst í barnaskúlan á Frúutrøð og síðan í kommunuskúla. Tók [...] ávirkan á tøkniligu gongduna í Føroyum. Ingi var við til at gera núverandi skattaskipan sum vit hava í dag. Í summar hevði hann 30 ára starvsdag í Tórshavnar kommunu. Ingi tók við sum deildarleiðari á nýstovnaðu [...] var gløggur maður og legði lunnarnar undir alt kt-undirstøðukervið hjá kommununi. Hesar royndir komu kommununi sera væl við, og við honum sum kt-leiðara flutti kommunala fyrisitingina seg fram á leið við
fastur maður á liðnum, sum vann næstbestu deildina. Higartil í ár hevur hann átta ferðir verið á besta liðnum hjá Skála – sjey ferðir í landskappingini og einaferð í steypakappingini. Allar dystirnar á Skála [...] 16 ára gamla Jósefi Ólavsson. NSÍ er á sjeynda plássi við 21 stigum. Tað eru seks stig aftur til KÍ, sum er nummar átta við 15 stigum. Hóskvøldið fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti AB, og annan sunnudag [...] og í morgin fer kvinnuliðið til Suðuroyar at verja oddasessin. Í dag lyfti næstbesta liðið seg fram á silvurplássið. Víkingur hevur 32 stig og er eitt stig aftanfyri oddaliðið FC Suðuroy og eitt stig f
Madrid hevur spælt við 5-talinum á rygginum, so er Zinedine Zidane helst tann mest ektaði 10 arin, sum fótbóltsheimurin hevur sæð, síðani Maradona gjørdi um seg í Napoli og á argentinska landsliðnum. Ein spælari [...] eisini aðrir stuðlar á liðnum høvdu. Saman við Claude Makelele og Liliam Thuram kom Zidane tó aftur móti endanum av undankappingini. Sessurin hjá Fraklandi var í vanda. Liðið hevði tørv á royndum spælarum [...] HM-vónini. Spurningurin er bara, um teir framvegis orka at toga seg upp á hæddirnar, sum seinasta partin av seinastu øld lyftu Frakland upp á støðuna sum heimsins sterkasta fótbóltstjóð. Tað kann telja rætta
einstakur maður gera tað sama. - So hetta er eitt sera effektivt apparat, siga teir báðir. Bíligari Hóast nógv nýtt var at síggja á byggimessuni, so hava hesi nivellerings-tólini kortini fleiri ár á baki. [...] umboðað í føroyska hópinum á Byggeri 2006 var Kanjon. Saman við systkinabarni sínum, Dennis Hansen var Kjartan Hansen við fyri hesa fyritøkuna. Fyri teir var nógv áhugavert at fáa eygu á bæði av tí nýggja, men [...] eitt nivelleringstól. Og á messuni vóru fleiri slík víst fram í ymiskum støddum og prísflokkum. - Hetta er eitt tól sum vit brúka rættiliga nógv, siga teir báðir. Gott og gamalt Á slíkari byggimessu sum
umboðaði Bjarni Fólkaflokkin í Tórshavnar skúlaráði. Á løgtingsvalinum í 1984 var Bjarni á fólkaflokslistanum í Suðurstreymi. Í 1987 møtti hann fyrstu ferð á tingi. Eftir valið í 1990 var hann fyrsti varamaður [...] og Hans (1947) í Havn. Günda og Niels Pauli búgva nú á eldra sambýlinum í Kollafirði. Bjarni las eitt ár geografi í Keypmannahavn. So fór hann á Føroya Læraraskúla, har hann leyk prógv í 1982. Alisfrøði [...] saman við øðrum skrivað alisfrøðibókina RAV-7. Bjarni var lærari í Skúlanum á Trøðni, í Tekniska skúla í Havn, og tímalærari á Føroya Handilsskúla, áðrenn hann í 1996 gjørdist varastjóri í Eysturskúlanum