Nivellering: Eitt av byggifeløgunum sum vóru umboðað í føroyska hópinum á Byggeri 2006 var Kanjon.
Saman við systkinabarni sínum, Dennis Hansen var Kjartan Hansen við fyri hesa fyritøkuna.
Fyri teir var nógv áhugavert at fáa eygu á bæði av tí nýggja, men eisini av tí meiri vanliga og kenda innan amboð og tilfar.
Eitt av hesum amboðum, sum teir nýta í sínum arbeiði er eitt nivelleringstól. Og á messuni vóru fleiri slík víst fram í ymiskum støddum og prísflokkum.
- Hetta er eitt tól sum vit brúka rættiliga nógv, siga teir báðir.
Gott og gamalt
Á slíkari byggimessu sum hesari finst alt tað nýggjasta bæði innan tilfar og amboð. Men eisini okkurt við eldri dagfesting, sum ein ikki noyðist at skifta út soleiðis í bræði.
Millum tólini, sum vóru at síggja á stóru messuni, var eitt lasarastýrt tól, sum fólk innan byggivinnuna nýta at nivellera við tað er: at rætta av við, javna ella slætta.
Fyrimunurin við hesum tólum er, at tey kunnu bæði brúkast í smærri rúmum og tá talan er um størri økir.
Við einum slíkum nivellerings-tóli ber nevniliga til at rætta gólvini av við. Og ein kann eisini brúka tólið, tá ein skal máta ella seta hæddir av í sambandi við útstykkingar.
- Jú, hetta er eitt ógvuliga hent tól, eru Kjartan og Dennis samdir um.
Skjótt og effektivt
Eins og við flest øllum tólum í dag, so eru tey gjørd fyri at spara bæði tíð og pening.
Eitt nivellerings-tól av slíkum slagi er einki undantak í so máta. Høvuðsorsøkin til hetta er, at tað lættir so nógv um hjá handverkarunum.
- Hetta er munandi skjótari og betri at brúka. Fyrr var ofta neyðugt við tveimum monnum til nivelleringina, men nú kann ein einstakur maður gera tað sama.
- So hetta er eitt sera effektivt apparat, siga teir báðir.
Bíligari
Hóast nógv nýtt var at síggja á byggimessuni, so hava hesi nivellerings-tólini kortini fleiri ár á baki.
Tað var tí sum so ikki nakað slóðbrótandi nýtt at heinta hjá Kjartani og Dennisi í júst hesum førinum. Og tó:
Er tað nakað sum er broytt hesi seinastu árini, er tað kostnaðurin fyri eitt slíkt tól.
Fyri nøkrum heilt fáum árum síðani kundi ein keypa eitt slíkt tól fyri langt omanfyri 20.000 kr.!
Í dag kann ein vanliga keypa eitt slíkt tól í Danmark fyri ein bruttoprís uppá slakar 6.000 kr.
Men á Byggeri 2006 fingu kundarnir eitt slíkt tól til keyps fyri serprís 3.995 kr.
- So her er ein øgiligur munur á, siga teir báðir við ein munn.









