bjart, so einki ilt skal berast á. Soleiðis kunna vit lýsa teg, góði babba. Góði babba, abbi og verfaðir, hvat vit sakna teg nógv, vit sum sita so spyrjandi eftir. Tað vardi okkum ikki, at tú so brádliga [...] hugdu út á oynna, um vit ikki sóu ljósi frá lyktini, tá tú kom oman av oynni. Tá ein ljósglæma hómaðist, vóru vit glaðar, tí nú kundu vit fylgja við, so hvørt tú nærkaðist bygdini. Tá tú so hoyrdist í kjallaranum [...] m, hetta vóru eisini álitisstørv, sum tú vardi um til fulnar. At verða úti í náttúruni dámdi tær sera væl. Dámdi so væl at práta við fólk, visti nógv um alt, hevði gott innlit í føroyskum og útlendskum
Desember 2011, fekk hon ein sang frá babba um morgunin. Hóast hann var so sera veikur seinastu vikuna – so mikið veikur, at hann nóg illa megnaði at sita í songini - so skrivaði hann náttina til hósdagin sang [...] dýrgripur ið vit fingu frá okkara foreldrum, sum ber inn í tað æviga lívið. Mamma, tú og babba hava altíð verið góð í ráðum – tað takka vit tykkum fyri. Tit lærdu okkum um Jesus. Tit góðu okkum okkara [...] er elst, so kom Hans, síðani Róland, Halgerð og Martin. Nú eru brøðurnir allir tríggir farnir, og einans báðar systrarnar eru eftir. Hans giftist við Oddvør, f. Simonsen úr Heiðunum, og fingu tey saman
ikki er so stór, sum tað mangan verður gjørt til. Møtti honum eisini til ymsar fundir. Hann tók ikki orðið í tíð og úrtíð, men tú gav tær far um tað sagda. »Tað mátti borið til« ella »men tit eru ung, [...] koyrdi eg ofta við teimum um vikuskiftini. Tað var stuttligt at uppliva, hvussu væl teir arbeiddu saman og sampakkau. Fyri teimum var arbeiðið eingin byrða. Teir fingu eina játtan um árið, og fyri hana kýtu [...] fyrr. Tíðliga ein morgun um páskirnar kom hann inn og vildi vita, hvat eg helt um katolikkar, tá ið eg hevði svara honum, segði hann: »Vit báðir fara í katolikkakirkjuna í dag«. Og so var. Dagin eftir ein
tá ið mamma tín um kvøldið ringdi og segði okkum, at tú var ógvuliga sjúk, og tú kundi fara at doyggja. Tað fyrsta vit hugsaðu, tá ið vit vaknaðu um morgunin, var, at ongin hevði ringt, so nú mundi tað ringasta [...] tá telefonin ringdi og vit fingu boðini, ið ongin vildi hoyra ? tú var ikki millum okkum longur. Tú var full av lívi, og altíð hendi okkurt har tú var. Vit sita og hugsa um allar túrarnar vit hava gjørt [...] eisini ógvuliga væl, og fór tú saman við vinum tínum hvønn sunnudag í sunnudagsskúla ella í kirkju. Tit fingu eina lítla systir, ið tú var ógvuliga góð við, og hon við teg. Nú sakna øll teg og leingjast eftir
tá tað snúði seg um Hvalbiar skúla. Kaj giftist í 1961 við Annu Elisu f. Midjord úr Hvalba. Tey fingu tvær døtur, Kirsten og Ketty, og ein son, sum doyði pinkulítil. Kaj og Annelisa fingu 6 abba- og ommubørn [...] tann hugnaliga og tíðindafróða mannin, sum var so trúgvur móti skúlanum Vit hava samkenslu við tykkum Annu Elisu, Kirsten og Ketty og hinum í familjuni, nú tit hava mist mann, pápa, verfaðir, abba og beiggja [...] virdur millum manna, bar tann stóri skarin, sum fylgdi honum út á Leiribø, boð um. Við hesum lýsa vit frið yvir minnið um Kaj Berg. Hvalbiar skúli
rundan um seg. ” Nei nei, teir duga ikki at skjóta uppá mál og spæla ikki saman”. Hetta vórðu viðmerkingarnar til hvønn dyst.” Hevði eg verið ungur, so hevði eg gjørt minst 20 mál” og so flenti hann so hjartaliga [...] Danmark , klára seg sera gott. Ikki sørt, hann reypaði um hesi ítróttaravrik. Og so hansara stóri áhugi til sjólívið. “Um sjómaðurin hevur tað gott, so hava øll tað gott”, plagdi hann at siga. Sjálvur sigldi [...] við partrolara, og plagdi hann at ringja umborð fyri at frætta um fiskarí. “Hvar eru tit staddir, hvat hava tit fiska og hvørjum dýpi eru tit á?“, spurdi hann. Og tá illveður var, kundi hann bara biðja okkum
hóast so illa sjúkur, gramdi tú teg ongantíð. Alt var gott. Góðu Aja, Elisabeth og Inga, Heri, Andrias, Jónas og Elias. Tit hava mist nógv. Má Harrin signa og varðveita tykkum. Tit vóru so sera væl um hann [...] Góði Lítli! Eg sakni teg so sáran. Í dag hevði tú fylt 62 ár. Tað var so stutt ímillum okkum bæði; vit vóru yngst av 4 systkjum. Vuksu upp úti í Perskonugøtu, har mamma og pápi festu búgv, beint innan [...] og sum bleiv mær so kærur. Seinri fór tú í starv á Grannskoðaravirkinum hjá Jógvani Sundstein, seinri Inpact. Har treivst tú sera væl; tú elskaði títt arbeiði, og nú tú var vorðin so sjúkur, ynskti tú
gott". Lagið var so gott, tá ið vit ígjøgnum telefon kundu práta um mangt og hvat, serliga veðrið í Nólsoyarfirði, sum tú lærdi okkum so nógv um, ofta ringdu vit til tín, og vildi vita um streymin á fjørðinum [...] vísa honum og lata hann sleppa at nerta við teir, tit fingu ikki meir enn 13 mánaðir saman, men tú upplivdi so at hoyra hann siga abbaba. Mong eru minnini um tað tíð vit høvdu saman. Hugsaðu ikki at vit fyri [...] telefonuppringing frá tær, og ikki um at tala, nú tá vit koma út aftur, og tú ikki er har. Men hjá tykkum babba og mammu, man hann vera enn størri, tí nú eru tit púra einsamøll. Tit vórðu góð við hann og tóku
minnast, hvussu góða umsorgan og kærleika tit vístu okkum. Tit vóru so spent, tá ið vit fóru at tosa um húsini sum vit eru í ferð við at byggja. Spell at tit ikki fingu høvi at síggja tey meira enn á eini tekning [...] høgur, so vildu vit, at vit høvdu tykkum at fara til altíð. Tit bæði vóru myndin um eitt hjúnarlag. Hóast tit høvdu verið saman í meira enn hálvhundrað ár, ja so blómaði kærleikin millum tykkum. Tit hugnaðu [...] Hósvík, ja so slapp eg ikki longur enn til Streymin við bussinum sum oftast. Góð vóru tit við meg og eg við tykkum. Av tí at Jógvan hevur búð inni hjá tykkum og verið ansaður av tykkum, so vóru tit nakað serligt
longri, og onnur styttri. Hetta seinra fekk mín góða vinkona Synnøve. Sjálvt um tað ikki er so lætt at festa nøkur orð á blað so fari eg at royna kortini. Vit komu at kennast sum smágentur í Árnafirði, og [...] glað hon var, tá ið eg spurdi hana, um hon vildi verða gumma at dóttir mínari Bjørt. Ikki visti eg tá, at hon skuldi burtur her av foldum bert góðan mánað seinni. Vit fingu eitt stutt tíðarskeið saman við [...] henni, og so var eisini tann síðsta túrin, tá eisini onnur vóru við teimum . Tað vóru nógv sum komu at siga Synnøve eitt síðsta farvæl og fylgdu henni til siðsta hvíldarstaðin her á fold . Góðu tit, Stefani