Tað er svárt at seta seg niður at skriva minningarorð um teg.
Tú komst sum ein sólstrála inn í familjuna hjá okkum, saman við pápa tínum og systrini. Tú og systir tín vóru ógvuliga tætt knýttar at hvørji aðrari og vóru ógvuliga góðar við pápa tykkara.
Við tíðini vórðu tit sum ein heild, mamma, pápi og børn. Tú fekst eina mammu, ið kom í móður stað. Í 1995 giftust pápi og mamma tín og vóru vit øll ógvuliga glað tykkara vegna, tí nú kundi bara ganga tykkum væl.
Tað var ógvuliga ringt at fata, tá ið mamma tín um kvøldið ringdi og segði okkum, at tú var ógvuliga sjúk, og tú kundi fara at doyggja. Tað fyrsta vit hugsaðu, tá ið vit vaknaðu um morgunin, var, at ongin hevði ringt, so nú mundi tað ringasta vera yvirstaðið, tá tú hevði klárað hesa náttina. Vit høvdu ikki meira enn hugsað hetta, tá telefonin ringdi og vit fingu boðini, ið ongin vildi hoyra ? tú var ikki millum okkum longur.
Tú var full av lívi, og altíð hendi okkurt har tú var. Vit sita og hugsa um allar túrarnar vit hava gjørt saman. Altíð vart tú í góðum lag. Flogbóltur, fimleikur, súkkling og skótalív dámdi tær ógvuliga væl, og vóru allir vinirnir altíð saman við tær. Tú var ein íðin og góður skóti, eins og tær dámdi náttúruna væl ? ein túr í hagan, í fjøruna at fanga krabbar ella í ánna at fanga síl. At syngja dámdi tær eisini ógvuliga væl, og fór tú saman við vinum tínum hvønn sunnudag í sunnudagsskúla ella í kirkju.
Tit fingu eina lítla systir, ið tú var ógvuliga góð við, og hon við teg. Nú sakna øll teg og leingjast eftir tær, men vita, at tú ikki kemur aftur, men er heima hjá Jesupápa.
Saknurin er stórur og tú verður ongantíð gloymd.
Góðu Anna Rúna, Leivur, Rani, Hildigarð, Durita, Sigrið, ommur og abbar og øll tit, ið stóðu Biritunær, má Harrin hjálpa okkum í hesi sváru tíð.
Signa mostir v/ familju