Tað hevur verið tosað um, at tað leikliga ikki hevur gingið so væl, og at tað eisini er ein dygd at vinna, tá ið tað stendur nógv á soleiðis, sum tað gjørdi, tá ið HB fyri einari viku síðani vann 3-2 ímóti [...] kvøld er tað staðfest, at HB við Adolfo Sormani í venjarasessinum er í kreppu. Tølini siga, at HB í kvøld tapti 7-1 í Gundadali ímóti NSÍ. Royndasti maður á liðnum er Viljormur Davidsen. Hann er liðformaður [...] Davidsen. HB er varpað úr steypakappingini, og úrslitið i kvøld ber við sær, at HB er langt frá toppinum og møguleikanum at vinna FM. Sjálvsfatanin er, at HB eigur altíð at vinna í hvussu so er aðra kappingina
NSÍ er aftur topplið. Saman við KÍ hevur NSÍ fulla úrtøku eftir átta umfør. NSÍ er ovari á støðutalvuni, tí málmunurin hjá teimum gulu og svørtu er betur, enn hann er hjá KÍ. Fríggjakvøldið hittast NSÍ [...] fyrstu málini og hattrikk. Í tveimum teimum fyrstu førunum var tað eftir sending úr vinstru frá Peturi Knudsen, og í triðja førinum var tað við skoti av miðstrikuni. Bólturin ferðaðist omanfyri Bjart V [...] leikloki minkaði Ári Mohr Jónsson eftir einmansavrik um munin til 6-1, og so var tað Petur Knudsen, sum eftir innlegg frá innskifta Teiti Knudsen og við høvdinum skoraði til 7-1 og staðfesti hattrikkið
Tað er bátafestivalur á Toftum, og lagið í heimaleguni fekk eina tonn rætta vegin, tá ið tað í kvøld á Svangaskarði eydnaðist B68 at vinna 2-1 ímóti 07 Vestur, sum er botnlið og bara hevur vunnið eitt [...] at B68 nú er á sjeynda plássi. Hetta er aðru ferð, at B68 vinnur fulla úrtøku, og hetta er fyrsti sigur hjá toftamonnum síðani teir í øðrum umfari vunnu 2-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Tað var 16. mars [...] mars, og harvið eru tað sjey vikur síðani, at toftamenn síðst kendu sigurssæluna, sum teir góvu til kennar, tá ið Kári J. á Høvdanum bríkslaði fyri síðstu ferð í kvøld. Tað sá leingi út til, at talan fór
bóltin í málið eftir upplegg frá Virgar Jónsson, sum er komin fyri seg aftur eftir at hava verið skaðadarvaður. EB/Streymur er í kvøld á fimta plássi við 10 stigum, og B36 er á fjórða plássi við 13 stigum [...] EB/Streymur er á veg úr Gundadali við trimum stigum. Úrslitið ímóti B36 var 2-1. Gestirnir vóru frammanfyri 1-0 eftir fyrra hálvleik. Boubacar Dabo var stóri maðurin hjá EB/Streymi. Hann skoraði bæði undan [...] royndi heimaliðið at spenna álopsbogan, men talan var ongantíð um upplagdan málmøguleika, og so endaði tað 2-1 til EB/Streym. Talan var um fínt taktiskt avrik. Sigfríður C. Clementsen hevði fyrireikað sínar
Kongsvinger aftur við einum brotssparki. Tað eydnaðist Ranheim at halda málið reint, og so komu trý stig aftrat á kontuna. Áki var skiftur út í 78. minutti. Ranheim er nummar níggju í deildini við seks stigum [...] stigum fyri fimm dystir. HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Kongsvinger 2-1 (1-0): ##med2## [...] Áki D. Samuelsen var við frá dystarbyrjan, og hann skoraði seinna málið hjá Ranheim, ið vann 2-1 á Kongsvinger í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, ið var leiktur á EXTRA leikvøllinum í Tróndheimi
hesa vinnu og hendan bý. Tí vil eg upp á tað harðasta átala avvápningina av vinnulívinum í Klaksvíkar kommunu, har trongsygni, ábyrgdarloysi og pennastrok frá landsins leiðslu nú aftur hótta væl oman fyri [...] ikki bjargar felagsskapinum, men eitt álop á persónar og øki. Landsstýrismaðurin er væl vitandi, eins og Pilatus, at hetta er ikki í lagi, tí vaskar hann sær um hendurnar við at peika á felagsskapin! Eyðstein [...] Hvar eru partafólkini hjá fiskimálaráðharranum, ið siga seg umboða Norðoyggjar? Og ikki minst, hvar er varaborgarstjórin ella borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, nú menningin í línuvinnuni steðgar upp í
hava vit fýra tímar til tey aftur leggja frá landi. - Hetta er ein av longstu siglingarrutum, sigur Pætur Trónd, sum eisini er hotellstjóri, men í landi, tá talan er um Hafnia, Brandan og KC, sum Katrina [...] Katrina Christiansen í Bringsnagøtu verður nevnd. Tað var har, uppi á kvistinum, at William Heinesen varð føddur. Tað er í sambindandi steðginum millum Seyðisfjörð og Hirtshals, at Pætur og Lasse skrivaðu okkum [...] farstøðini at sleppa umborð, síggja skipið og fáa ein bita. Eg fái beinanvgein ein varhuga av, at hetta er ikki bara ein skúlastudia, men ein ítøkilig uppliving av útvendum tænastuvirksemi. Les meira her:
veljararnar um at "fáa land okkara aftur á rætta kós". Avstralia er millum tey fáu londini í heiminum, har atkvøðuskylda er. Um tú heldur teg frá at atkvøða, kanst tú fáa bót. Áðrenn leygardagin høvdu 8 milliónir [...] av tilsamans 18 milliónum veljarum longu atkvøtt. Hatta er met. USA og Avstralia eru tættir sameindir, og Avstralia innflytur meira úr USA enn tað útflytur til USA. Kortini var Avstralia ikki spart, tá [...] Sostatt avgjørdi Trump at seta 10 prosent amerikanskan toll á innflutning av avstralskum vørum. Tað er seinni steðgað. Ritzau/Reuters
eykakostnað, sum fer at ávirka handil um alt USA. - Tað er ikki bara ein trupulleiki fyri Vesturstrondina. - Tað ávirkar allar havnir, antin tað er eystanfyri ella í Meksikanska Flógvanum, sum Trump hevur [...] grannahavnini Long Beach er havnin í Los Angeles tað havnarøkið í USA, sum tekur ímóti flest vørum úr Kina og restini av Asia. Havnin í Los Angeles er tann havnin, har mest er at gera í USA, stendur á [...] heimasíðuni hjá havnini. Larmurin er tó minkaður, sigur Seroka, júst sum talið av kranum, sum lossa íløt úr Asia, er minkað. - Tú hoyrir eina knappanál detta, og tað er sera óvanligt, sigur Seroka. Havnin
ikki er sent til hoyringar hjá Vinnuhúsinum. – Tað er av stórum týdningi, at Fíggjarmálaráðið tryggjar sær, at viðkomandi partar verða hoyrdir, tá rættarreglur verða broyttar. Hetta er eisini [...] samband við fíggjarlógararbeiðið fyri 2024, tí tað verður í viðmerkingunum ikki grundgivið fyri, hví tað longu nú er neyðugt at víkja frá teimum broytingum í skrásetingargjølduønum [...] luksusbilar, so er tað at einans ein lítil partur av skrásettu elbilunum seinastu 10 árini, sum ikki eru »luksusbilar«. Lesi eisini: Sølan av elbilum skramblar niður – afturgongdin er 80% – Hetta sæst