Áki D. Samuelsen var við frá dystarbyrjan, og hann skoraði seinna málið hjá Ranheim, ið vann 2-1 á Kongsvinger í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, ið var leiktur á EXTRA leikvøllinum í Tróndheimi.
Tríggjar minuttir undan steðginum hamraði Mikael Johnsen bóltin í netið, og so var Ranheim á odda 1-0. Seinni hálvleikur var bert tríggjar minuttir gamal, tá Vetle Wenaas hegnisliga spældi Áka leysan í brotsteiginum. Áki sveik ikki álitið men setti bóltin í netið til 2-0. Talan var um fyrsta málið hjá Áka í næstbestu norsku deildini. Hann hevur tó áður skorað í steypakappingini. Tá ein tími var leiktur svaraði Kongsvinger aftur við einum brotssparki. Tað eydnaðist Ranheim at halda málið reint, og so komu trý stig aftrat á kontuna. Áki var skiftur út í 78. minutti.
Ranheim er nummar níggju í deildini við seks stigum fyri fimm dystir.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Kongsvinger 2-1 (1-0):
##med2##