serliga úr Noreg verður nógv minni tá, so tað er bara at vóna, at prísurin batnar til ta tíð, sigur hann. Hann leggur afturat, at mark eisini er fyri, hvussu longi haldast kann fram við at goyma fiskin í sjónum [...] sigur Heini Gregersen. Laksurin, sum kemur á virkið í dag, kemur frá East Salmon í Funningsfirði, og hann er ikki sjúkur. Men Heini sigur, at prísurin í dag er so lágur, einar 17 til 18 krónur fyri kilo.
men um Karsten Hansen hevði latið eitt betri uppskot frá sær, enn hann gjørdi, so nýttust vit ikki at diskutera tað. Tað gjørdi hann ikki, og tí verður tað einki stuttligt hjá komandi samgongu at rudda [...] proklamatiónspolitikkur, har politikarar ikki kunnu ganga framvið einum trappusteini, uttan at fara uppá hann at proklamera okkurt, verður søga nú, tá proklamatiónsflokkur nummar eitt eftir øllum at døma fer
fólkatingsvalið í l939 varð Jóannes Patursson ikki uppstillaður av Sjálvstýrisflokkinum, sjálvt um hann hevði bestu møguleikarnar at verða valdur. Tað var tá, Vinnuflokkurin bjóðaði Jóannes Paturssyni at [...] og óføroyskt. At formaður Tjóðveldisfloksins hevur ilt við at góðtaka stóra munin millum tað álit hann og fólksins løgmanður Anfinn Kallsberg hava millum fólk, er skiljandi, men tað má vera eitt mark fyri [...] Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen at skerja arbeiðsfrælsið hjá Anfinni Kallsberg soleiðis, at hann hvørki kann gerast løgmaður ella landsstýrismaður er at siga, at kanska hava tey sovið í tímanum.
bindiliðið í verjuni, Janus Einar Sørensen, vandi mánakvøldið við aftur fyri fullari megi, eftir at hann hevur verið uttan fyri við skaða í nakrar dystir. Eisini teir báðir, Jacob Jónsson og Finnur Hansson [...] 10 stig eftir at spæla um, og fimm stig eru upp til oddasessin, so alt kann henda. Hinvegin ásannar hann, at tapur StÍF í kvøld er FM-heitið mist. Jón sigur eisini, at StÍF leingi hevur havt tað trupult [...] skaddur í ein mánað, var aftur á liðnum sunnudagin, tá ið StÍF á heimavølli tapti ímóti Neistanum, og hann verður eisini við aftur í kvøld. Dystirnir millum StÍF og Kyndil eru vanliga rættuliga undirhaldandi
Spælir tað almenna ikki við, so fæst ikki gongd á aftur. Hetta er alment galdandi fyri øll samfeløg. Hann vísti á grannalond og ES lond, ið róku virknan og visioneran vinnupolitikk, sum enntá fevndi um beinleiðis [...] í Føroyum, tí byrokratarnir á løgmanskrivstovuni steðgaðu hesum við at vísa til altjóða forðingar. Hann kundi havt lagt afturat, at vinnan er vorðin offur fyri sínum egna retorikki um tørvin á ótálmaðum [...] tankar og nakað av tí pionéranda, sum ráddi, tá vit bardu okkum burturúr stórkreppuni í nítiárunum. Hann hevur rætt. Tað er sum, fokuseringin í sjálvum sær støðugt er negativ - ein "einki ber til" støða
vandu har samstundis søgdu ja til at blíva testa fyri doping. Annars so vil eg veita Hans Paula Strøm eina tøkk fyri at hann hevur roynt at koma eitt stig víðari í kampinum móti doping. Vónandi koma fleiri [...] harðari. Hetta er ynskiligt, tó at eg hevði ynskt at straffurin innan fyri ítróttin var harðari enn hann er í dag. Formaðurin segði tó eisini at hendan lógi ikki tekur hædd fyri tí sum hendur uttan fyri
Men almenningurin er stórt sæð eins klókur og hann var áðrenn flokstingið var sett. Stórir spurningar eru enn ósvaraðir og nýggir spurningar reisa seg eftir. Taka við umrøðuna í útvarpinum og yvirlýsingina [...] heitt á tingbólkin um at koyra Tobba úr nevndunum. Men við tað at tingbólkurin er suverenur, so nýtist hann ikki at gera eftir ráðunum. Sostatt kunnu báðir partar vera nøgdir við úrslitið av flokstinginum og [...] burtur fyri tí, um tær eru komnar undir lok. Vit minnast eisini orðini hjá Tobba um granatirnar, sum hann hevur liggjandi. Hvussu skuldi tað nú skiljast. Eru tað viðurskifti, sum ikki tola dagsins ljós ella
royndu leikarunum á H71-liðnum er Olaf Vesturgarð. Seinastu nógvu árini hevur hann verið ein av ímyndunum á liðnum, har hann ikki minst við einum ósvikaligum stríðsvilja hevur givið sítt íkast til avrikini [...] á monnunum er í øllum førum í toppi, so hetta er eitt sindur betri, enn tað plagar at vera, heldur hann. - Ikki minst hava seinastu dystirnir oftanir verið tungir at koma ígjøgnum, tí seinnu árini hevur
ferð, at leikurin verður framførdur í Sjónleikarhúsinum. Leikurin varð seinast sýndur í 1987, og fekk hann tá góða undirtøku millum fólk, bæði børn og vaksin - og kanska dólgar við. Søgan um Kaspar, Jaspur [...] rithøvundurin Thorbjørn Egner hevur skrivað bókina um Fólk og dólgar í Kardamummubýnum. Harumframt hevur hann latið mangt annað úr hondum - serliga kendar eru søgurnar um Karius og Baktus, Klintrimús og hini [...] upp aftur, tí nú er eitt heilt nýtt ættarlið av børnum í Føroyum, sum eisini skal fáa høvi at síggja hann. Tað unna vit teimum so hjartaliga. Leikurin er ein barnaleikur, men tá um Kardamummubý ræður, eru
nýggjárinum. 20. september í 1980 giftist Elin við Leivi á Torkilsheyggi. Hann er bilførari, og so er hann eisini bóndi. Hann situr við stórum parti av gamla Náðisgarðinum, sum var tann parturin av pr