Fólkaflokkurin eigur Klaksvíkina

Samgongan í Klaksvíkar býráð fær eina álitisváttin á býráðsvalinum týsdagin. Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ganga 5,5 prosentstig fram. Hetta gevur tó onga broyting í umboðanini hjá teimum fimm flokkurin í Klaksvíkar býráð

Eirikur Lindenskov

Tað er eingin ivi. Fólka­flokk­urin eigur Klaksvíkina. Hann hevur verið sterki flokkurin har í mong harrans ár, og á valinum týsdagin fer hann at styrkja enn meira um ta støðuna. Tað er í øllum førum skjóta niðurstøðan í kann­ingini, sum Gallup Føroyar hevur gjørt í Klaksvík 2. til 5 november.
Kanningin gevur Fólka­flokkinum 43.7 prosent. Tað er ein framtongd upp á 2,2 prosent í mun til úrslitið á seinasta vali, tá Fólka­flokk­urin í Klaksvík fekk 41,5 prosent. Fólkaflokkurin fær eins og seinast fimm umboð vald.
Sjálvstýrisflokkurin, sum var tungan á vágskálini, tá samgonga varð skipað sein­ast, stendur eisini til fram­gongd. Sjálvstýrisflokkurin fekk ein mann valdan, Jógv­an Skorheim, varaborg­ar­stjóra, sum hevur verið sera eyðsýndur og sum síðani er komin á ting sum varamaður fyri Kára P. Højgaard. Sjálv­stýrisflokkurin fær sambært kanningini eina framgongd upp á 3,3 prosent og fer frá 10,2 prosentum til 13,2. Tað gevur flokkinum tó ikki framgongd í mandatum, men her er vert at leggja til merk­is, at Sjálvstýrisflokkurin fer fram um Sambandsflokkin og er 1,6 prosent aftan fyri Javnaðarflokkin. Sjálv­stýris­flokkurin fær eitt umboð valt.
Størstu afturgongdina sam­bært kanningini hevur Javnaðarflokkurin, ið stend­ur til at missa 2,6 prosent. Flokk­urin fer frá 17,7 pro­sentum til 15,1 prosent. Her er kanska vert at hava í huga, at Eyðgunn Samuelsen, sum seinstu árini hevur umboðað Javnaðarflokkin í býráðnum, ikki stillar uppaftur. Hon varð vald á ting á løg­tings­valinum í fjør. Javnaðar­flokkurin fær tvey umboð vald.
Sambandsflokkurin hevur afturgongd upp á 1,7 prosent. Flokkurin fer frá 11,2 pro­sentum til 9,5 prosent, og nærkast harvið sperru­marki­num. Býráðslimurin hjá Sam­bandsflokkinum í Klaksvík seinasta skeiðið, Hans Arne Bertholdsen, stillar ikki upp­aftur. Sambandsflokkurin fær eitt umboð valt.
Hin triðið andstøðu­flokk­urin, Tjóðveldi, gongur eisini aftur sambært kanningini. Flokkurin hevði 19,4 prosent, men sambært kanningini fær flokkurin 18,2 prsoent, ein afturgongd upp á 1,2 pro­sent.
Samanlagt kann sigast, at samgongan gongur 5,5 pro­sent fram, meðan andstøðan gongur tilsvarandi aftur. Hetta broytir tó ikki býtið millum samgongu og and­støðu, sum eins og áður verður 6-5 til samgonguna.