ODDAGREIN: Arbeiða pengarnir í vinnuni?

At føroyska samfelagnum tørvar aðr­ar vinnur enn fiskivinnuna, er eyð­sæð. Tí er tað gott, at dent­ur verð­ur lagdur á at skapa aðr­ar vinn­ur – og tiltakið hjá Í­verk­set­ara­hús­i­num ­fríggjadagin vísir greitt á hend­an týdningin.

Men í vikuskiftisblaðnum lósu vit eisini um, hvussu landið á hin bógv­in held­ur fast um eina marg­hátt­liga skipan í fiskivinnuni, har summi vinnulívsfólk fáa tilfeingi ó­keypis, sum tey so kunnu selja av landi­num til útlendingar, sum fara við øllum vinninginum – meðan ein før­oysku strámaður verður lívg­að­ur á onkran hátt.

Dømið um tað var skomminum við garn­a­bátinum Anitu.
Skipanin, vit hava, elvir eisini til, at tað loysir seg betur hjá skipa­eig­ara at fara úr vinnuni við at selja skip pluss loyvi víðari og taka allar peng­arnar úr vinnuni.
So er spurningurin, hví menn við á­virk­an sum til dømis Alfred Olsen og Jac­ob Vestergaard halda so fast um hesa »órættvísu« skipan.

Argumentini hjá Kára Pet­er­sen, búskaparfrøðingi, í Vik­u­skift­is­blað­num fyri at broyta skipanina eru, at við verandi skipan kann tann, sum fær hendan einkarrætt, taka yv­ir­skot­ið úr vinnuni og brúka tað, sum hon­um lystir. Hann vísir á, at hetta yv­ir­skot er ónormalt og skapar onga virðisøking í fiskivinnuni – og tað heldur hann vera tann stóra fíggj­ar­politiska feilin.

Hann vísir á, at landið ikki verð­ur fær tað betri av, at einstakar fyri­tøkar hava risastór yvirskot og lýsir hetta sum búskaparliga skandalu.

Sjónarmiðið um, at landið í stað­in selur loyvini og gevur pengarnar út­aftur sum skattalætta er á­hug­a­vert. Ella at pengarnnir verða brúkt­ir til at skapa aðrar vinnur. Ein gen­e­rell­ur skattalætti hevði gjørt Føroyar meira kappigarførar.
Tí hetta sjónarmið sigur eisini, at vit í løtuni geva fiskivinnuni 500 mill­i­ónir um árið í óbeinleiðis stuð­uli til fiskivinnuna, sum ikki skapar nakr­an vøkstur. Virði í fiskivinnuni verð­ur ikki størri – men einstakir per­són­ar gerast sera ríkir.

Tað tykist, sum um sjónarmiðið um tilfeingisgjald fær fastatøkur mill­um politikarar – eisini á borg­ar­liga veinginum. Men enn eru vit ikki komin har til, at vit seta veið­i­rætt­ind­ini til sølu og selja tey fyri tann prís­in, tey eru verd. Landsins leiðsla ynkir heldur, at einstakir reið­arar skulu kunna selja hesi rætt­indi víðari til útlendingar og skora hundraðtals milliónir, sum vit hava sæð dømi um. Tað hevði ver­ið ynskiligt at førdi politikkurin setti landið og fólkið í fokus.