Hest og Sosialurin var við á øðrum túrinum. Teistin smeyg sær sum ein állur lætt og elegant yvir Hestfjørð og legði at í Hesti, eins lætt og ein bilur parkerar á einum rúmligum parkeringsplássi. -Og mor [...] saligum smíli og stýrdi knøttunum og Teistin aktaði hansara minstu boð. -Hetta er eitt veldugt skip, og tað roynist eisini sera væl, tá óslætt er. Sjálvt fólk, sum ræddust fjørðin í Sandoy og sum ongantíð [...] ganga í framhaldsskúla í Havn og síðan enda í Hoydølum, hava verið seks ár burtur, tá tey eru liðug og tá er sambandið við heimbygdina kvett med alla og heimbygdin verður ikki annað enn staðurin ein vitjar
føroyingar og útlendingar – ið hava vilja og megi til at skapa nýtt virksemi, nýggjar fyritøkur og nýggjar inntøkur til landið. Har var ongin visjón fyri eitt land, sum hevur brúk fyri fólkavøkstri og búska [...] bert fólkavøkstur, um høvuðsstaðurin stendur sterkur. Um vit skulu fasthalda og tiltrekkja ung, virkisfús, væl útbúgvin, og skapandi fólk við dirvi, so krevst ein sterkur høvuðsstaður. Hví, spyr onkur [...] eftirspurdir Okkara dugnaligastu fólk – tey sum duga, vilja og megna at seta ferð á og dríva landið frameftir – eru eftirspurd allastaðni í Europa í dag. Og víðari úti í verðini. Tey hava møguleikan at velja millum
gøtusóparar og politikarar, handilsfólk og arbeiðsleys, skúlalærarar og lesandi, smábørn, ommur og abbar, krabbagoggur og handilsferðandi, elskandi og fíggindar, svøk og vanlig keðilig, og pláss er fyri [...] ella tekur kaffimunnin út við tær og setir teg á Ebenezertrappuna. Alt ber til. Her er onki múlatrútni, um tú situr og lesir avísir og sussar í ein tíma ella báðar tveir og bara fær tær ein kopp av kaffi [...] ein hugnaligan leygarmorgun, og ongin argast um barnagrát ella smáar føtur, ið renna eitt sindur um rúmið. Her fert tú inn at kroka og fáa hitan í kroppin ruskveðursdagar og at deila tína fragd yvir veðrið
fleiri feløg, bæði ítróttarfeløg, ungmannafelag, og har eru eisini skótar, umframt bókasavnsnevnd og kirkjuráð. Bæði børn og vaksin eru limir í hesum feløgum, og nógv eru sjálvsagt limir í meira enn tí eina [...] umboði úr hvørjum av hesum feløgum, nevndum og ráðum, og Sunda kommuna fekk tvey umboð í nevndina. Umboðini hjá kommununi eru tvær kvinnur, Thordis Dahl Hansen og Hansina Johannesen. Endamálið hjá nevndini [...] fyrilestur um streym og sjóvarfall, og aftur í februar greiddi Freydis Poulsen frá brotum úr Svínáar søgu. Skipað hevur eisini verið fyri bingo, barnadansi, dansi, føroyskum dansi og føstulávintstiltaki
siðilig og hava eina loysn til málið. Vit skulu berjast fyri tí, sum vit meta er rætt og okkara. Og framum alt, vit skulu á ongan hátt bara stinga halan millum beinini, og loyva øðrum at misnýta og oyðileggja [...] Standa dag og nátt uttanfyri løgtingið og mótmæla (um vit eru før fyri tí). Vit mugu lata politikararnar vita, at vit ikki stuðla teimum, um teir gera hetta og at vit krevja eina broyting her og nú. Vit [...] skal vera til – og at samfelagið skal vera sum tað er. Eru vit ósamd, veruliga, djúpt og inniliga ósamd, so kunnu vit broyta tingini. Vit hava sæð tað óteljandi ferðir fyrr og síggja tað aðrastaðni
teimum avvarðandi, og uppgávan er torfør og krevjandi. Bert tað at fáa upplýsingar um tilboð og rættindi er stórarbeiði. Her falla helst fleiri veikar familjur frá. Hetta ber ikki til og trupulleikin má setast [...] verða jaligur og slóða vegin. Sum tað sær út strandar trupulleikin á økinum, við væntandi skipan og væntandi samstarvi. Hetta økið skal ikki detta í veitina ímillum hvat er landspolitiskt og hvat er kommunalt [...] ítróttar-verkætlan, ongin snórur at klippa og úrsliti er ikki líka sjónligt sum eitt populistiskt monument. Uppvenjingarøkið er fløkt og trupult at fáast við, og vit kunnu bert staðfesta at eingin politikkur
annan? - Í býráðnum havi eg sæti í umhvørvis- og býarskipanarnevndini, havna- og vinnunevndini og í trivnaðarnevndini, Børn og Ung. Harumframt havi eg eisini sæti í ymiskum øðrum smærri nevndum. Beinir Johannesen [...] allar hesar nevndir eru sera spennandi og á heilt hvørt sín hátt. - Tað er sjálvandi spennandi at vera umboðaður í havna- og vinnunevndini, tá vit hava eitt sterkt og spennandi vinnulív í kommununi. Í hinum [...] inn í øll heim í Føroyum, bæði so og so. Tískil er hetta eitt sera stórt álit, og hetta álit ynskir hann at liva upp til. Hvat hevur tær dámt hesa tíðina á løgtingi, og ert tú nøgdur við tað, sum higartil
týskinum, og stjórnin, sett saman av javnaðarmonnum og teimum radikalu, gjørdi í einum og øllum, sum Hitler beyð. Heitt varð á landsmenn um at smetta um fólk, sum fóru upp í mótstøðurørsluna, og fegnir [...] Javnaðarfloksins og Sambandsfloksins vistu av øllum – og tagdu. Kortini vóru tingflokkarnir so frægir, at teir ferð eftir ferð samtyktu á løgtingi, at Føroyar stóðu uttanveltaðar í hernaðarmálum. Og nú byrjar [...] leikur so aftur. Framherjin er fólkatingsmaður javnaðarmanna, sum eins og frensur í føstu mjarrar og mjómar í bløðum, tíðindamiðlum og (ó)sosialum miðlum um, at tjóðin nú í 2021 má leggja doyðin á at taka
upp, og tí er tað sera gott at seta seg saman við børnunum at klippa og baka køkur til jóla. Mín Jólabók 2007 er tann mest spennandi jólakalendarin, sum eg havi sætt. Innihaldið er til børn og ung og strongd [...] Rasmussen er góð. Hetta er ein krimi søga um eina gentu og ein drong, sum finna ein lykil á vegnum, og tey varnast, at lykilin eigur ein eftirlýstur brótsmaður og sjálvandi fanga tey hann. So eru eisini aðrar søgur [...] er høvuðspersónurin, hosur og undirbuksur í jólagávu, tí at hann plágar mammuna og pápan um at fáa eina farteldu í jólagávu. Hann brýtur sparigrísin hjá sær, tekur pengarnar og ætlar at keypa sær eina farteldu
Føroyum, eitt rák í menning, og fleiri og fleiri ung taka undir við tí. Tey vilja vera við til at rudda eitt nýtt støði fyri okkum øll at standa á. Hitt er rutt burtur, og tað mugu flest øll vita, men [...] í Sandvík og bar hann til hús, tað sama hava nógv gjørt áður, og hesin luturin hevur fingið eitt serføroyskt sigandi navn, eisini vera søgur sagdar um hann, men hann kemur frá Vesturindiu og er eitt fræ [...] sum mátti koma, var ótrúlig orka brúkt til at burturforklára hesa gongd, og tey sum tosaðu og vístu á hesa gongd vóru ørvitis- og skaðafiskar. Um vit longu síðst í sekstiárunum ella fyrst í sjeytiárunum