Eitt heimligt stað, sum angar av nýbakaðum og osar av kreativiteti.
– Eitt sjey mánaðir skeið á Húsarhaldsskúla Føroya er fyrst og fremst eitt menningarskeið, har næmingarnir búnast og mennast. Tað góða við hesum skúlanum er, at tað eru ongir stílar ella próvtøkur sum hótta fyri framman, men her fáa næmingarnir meira tíð saman við øðrum til hugsavnan og vinalag, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri.
Næmingarnir koma úr øllum landinum. Og tað hoyrist, at nógv ung fólk eru í húsinum. Tað er altíð nógvur futtur í, og altíð er okkurt á vási, so sigast má, at dagarnir eru innihaldsríkir.
Hugsa grønt og burðardygt
Matur og heilsa hevur høga raðfesting, og tey seinastu nógvu árini hevur skúlin havt ein yvirskipaðan kostpolitikk við støði í teimum sjey kostráðunum. Allur matur verður gjørdur frá grundini, og vit leggja okkum eftir at eta eftir árstíðini, brúka góðar ráðvørur, helst føroyskar, og ynskja at verða so burðardygg sum gjørligt. Vit vísa virðing fyri náttúruni og okkara tilfeingi og royna at stimbra undir eina hugburðsbroyting við at minka um matoyðsl og leggja stóran dent á endurnýtslu í gerandisdegnum, sigur Jóhanna.
##med2##
Kreativt og øðrvísi
At vera á næmingur á skúlanum fevnir um nógv annað enn at gera mat og vera í køkinum. Umframt at kokkast, so verður eisini sniðgivið, dansað, bundið, broderað, og seymað. Á skúlanum verður stórur dentur lagdur á at næmingarnir sleppa at útfolda síni skapandi evni, bæði tá tað snýr seg um mat, heilsu, umhvørvið og handverk. Alt frá spennandi tilfarið úr endurnýtslu, til fínar kjólar, og ikki minst tey føroysku klæðini, sum næmingarnir hava møguleika at gera, er serstakliga væl umtókt. Hettar er ein kreativur skúli har hugflog og skapanarevni verða roynd. So her kemur rættiliga nógv áhugavert frá hondini.
Ymiskt annað er eisini á skrá, eitt nú hugnakvøld, temakvøld, køkukapping, fiskitúrur, fletting, ferðast í egnum landi, vælverudagar og nógv annað spennandi. Skúlin hevur tætt samstarv við aðrar skúlar í Klaksvík eitt nú TSK og Sjónám til felags ítróttardagar og annað virksemi.
”Næmingarnir eru sera fegnir um at ganga á skúlanum” sigur Jóhanna. ”Samanhaldið er gott, og vinaløg verða knýtt fyri lívið, samstundis sum at næmingarnir læra eina rúgvu og ikki minst um seg sjálvan. Felagsskapurin og góða huglagið er helst høvuðsorsøkin til at skúlin er so eftirspurdur og vælumtóktur. Vit fáa nógv fleiri umsóknir, enn tað er pláss fyri. Vit gera nógv burtúr at vera savnandi og skapa eitt gott samanhald í millum tey, sum búleikast her” sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlasjóri.
Flyta í nýggja skúlan
Næmingarnir komandi skúlaár verða teir fyrstu, sum flyta inn í nýggja skúlan á Biskupsstøð, sum verður klárar at taka í nýtslu einaferð í heyst. Hettar verður fantastiksk og ótrúliga spennandi, bæði fyri næmingar og starvsfólk. og letur upp fyri nógv fleiri møguleikum.
##med3##
Mentanarberi
Húsarhaldsskúli Føroya byggir á eina áhugaverda søgu og kann hátiðarhalda 50 føðingardag í oktober. Skúlin er avgjørt ein týðandi mentanarberi í dagsins samfelag. Skúlin vil altíð verða karmur um eina modernaða ungdómsmentan, sum tekur støði í nú-inum og raðfestir hjartarúm og dygd og tekur trivnað, menning og lívsgóðsku í hægsta álvara. Ein modernaður og kreativur skúli har tað gamla møtir tí nýggja.
Skeiðsdepil - fjølbroytt skrá
Frá mars til juni virkar skúlin sum skeiðsdepil. Á heimasíðuni hava vit lýst við hópin av sera áhugaverdum og viðkomandi skeiðum. Alt til føroysk klæði, vest, buksur, skjúrt, brodering og føroysk bond. Reinførisskeið, kokkaskúli fyri børn, taraskeið, 3 summarskeið og lívsstílsskeið.
Matfrøði
Er eitt spennandi verkætlanarsamstarv millum Húsarhaldsskúlan og Matkovan. 2024 verður eitt satt matár og skipað verður fyri ymiskum verkstovum um burðardyggan og staðbundnan mat.
Tilmelding til komandi skúlaár og til styttru skeiðini er longu byrjað, og meldast kann til á www.husarhaldsskulin.fo
Pláss er fyri 21 næmingum á skeiðnum sum varðar, 26 vikur. Skeiðið byrjar í august og endar í februar.
Tilmeldingarfreistin til heystskeiðið er 10. mars. Umsøkjarin skalt hava lokið 9. floks prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur. Skúlaskeiðið er bæði fyri gentur og dreingir.
Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024