sæst m.a. í USA mótvegis Kuba. Fáur ivast í at Kuba fyri langari tíð síðani hevði verið eitt praktkapitalistiskt liberalparadís, um USA tók sínar forðingar av. Hetta vilja kubanarnir í útlegd í Florida ikki [...] yvirgangi kunnu leggja eina og hvørja friðarætlan í grús. Hinvegin skulu vit minnast til, at allar friðarætlanir, sum USA er við í, verða trðstar av, at jødarnir í USA hava stóra ávirkan, tí teir bæði politiskt [...] prísurin fyri vatn í palestinentisku økjunum til tíðir hevur verið fleiri ferðir størri enn í jødiskum økjum. Valskipanin hevur ikki megnað at fáa jødar og palestinar at liva friðaliga saman í sátt og semju
staðfest í heyst, áðrenn danin fór av landinum, at hann eisini bleiv í felagnum komandi kappingarár, men hetta munnu øll í felanum ikki vera eins fegin um. Trupult hevur verið at fáa nøkur tíðindi váttað [...] váttað, men tað tykist lítil ivi vera um, at kreftir í fótbóltsdeildini ikki vilja hava sama venjaran aftur, og at tey tí eru farin at hyggja aðrar vegir. Norðlýsið hevði á netinum mánadagin prát við Ove Flindt [...] at hann visti nakað um hetta sjálvur. Sagt verður, at Oddbjørn Joensen skal vera maðurin, sum kemur í mans stað, men hann sigur seg so heldur ikki vita nakað um hetta. - Eg havi regluliga samband við KÍ
Bretar eru í ferð við at byggja sær eitt alduorkuverk. Tað verður í Wales og verður ætlandi tikið í nýtslu næsta ár, skrivar Nordjyske Stifts-tidende. Illa umtóktur leiðari Albanski meirilutin í Kosovo hevur [...] tað hevur fingið øði í tann serbiska minnilutan. Ramush Haradinaj stóð á odda fyri einum albanskum hernaðarbólki í krígnum í Kosovo, og serbarnir vilja vera við, at hann er sekur í krígsbrotsverki. Teir [...] seinastu árini. Tað hevur eisini vakt undran, at ST-leiðslan í Kosovo hevur góðtikið, at Ramush Haradinaj verður forsætisráðharri, men leiðarin í ST-umsitingini, danin Søren Jessen-Petersen, hevur sagt, at
Avmyndar ferðafólk nakin Í Heathrow-floghavnini í London eru eftirlitsmyndugleikarnir farnir at royna eitt tól, sum kann avdúka, um ferðafólk ætla at taka vápn við sær í flogfarið. Talan er um eitt tól [...] teir ætla sær ikki at seta tólið upp í amerikonsku floghavnunum. Grundgeving teirra er, at tólið gongur fólki ov nær. Tað serliga røntgentólið verður longu brúkt í fongslum, so fangavørðarnir kunnu kana [...] kana, um vitjandi hava nakað ólógligt uppi á sær, tá tey koma at vitja fangarnar. Í Suðurafrika verður tólið eisini brúkt í gullnámunum fyri at forða fyri, at námsarbeiðsmenn taka gull við sær til hús. Bretsku
páll Enskt longu í triðja flokki Í kjalarvørrinum av einum lesarabrævi hjá Óla Samró fyri nøkrum mánaðum síðan birtist kjakið um lærugreinin enskt átti at verið tikin framm um danskt í fólkaskúlanum. Nógvar [...] latið børnini havt enskt ein tíma um vikuna í 3. flokki. og so tveir tímar í fjórða flokki um vikuna, samstundis sum tey framvegis læra danskt á sama støði sum í dag, helt Jógvan á Lakjuni fyri á landsfundinum [...] Sjónvarpið bar skeiv tíðindi Bjarni Djurholm langaði ikki bara út eftir Búskaparráðnum á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum. Sjónvarp Føroya fekk eisini koyrilin at merkja frá landsstýrismanninum í vinnumálum.
n hava vit havt eina rættiliga stóra og sterka Fiskavirking, sum í ávísum førum kanska hevur monopolstøðu. Í øllum førum er hon sterk í kappingini mótvegis hinum fimm-seks fiskavirkjunum um føroyska ráfiskin [...] ella avsannar eini tíðindi. Tað skapar órógv í vinnuni, bæði her heima og uttanlands, og tað kann hava avleiðingar fyri marknaðin, sum frammanundan ikki er tann besti. Tó skiltist fyrr í vikuni - helst eftir [...] verður løgd saman við Fiskavirking, og er hon í samljóð við ætlanina hjá Framtaksgrunninum? Í skrivandi stund er alt enn ógreitt, men neyvan er síðsta orðið sagt í hesum eyma málið, tí ikki er hugsandi, at
innkeyptar rávørur í tilvirkaðum standi til marknaðir hjá teimum heilt stóru detailhandlunum fyrst og fremst í Europa, men eisini fyri ávís produkt aðrastaðni í altjóða handli. Sum liður í strategiini hjá [...] darlag, sum eg ikki her fari úti í detaljur við, men endurgevi í stuttum, nevniliga at vit í Royal Greenland vilja virka sum ein lønsom og ávirkandi seafood fyritøka í einum altjóða marknað.« Við atliti [...] seinasta fríggjadag, sama dag sum tíðindi annars spurdust um eitt møguligt ?management buyout? á Føroya Fiskasølu. Í mun til nógva aðrastaðni hevur upphitingin av hesum evni í Føroyum verið ógvuliga leingi
frá landsstýrismanninum í vinnumálum. Henrik Old, formaður í vinnunevndini í Løgtinginum, er ógvuliga ørkymlaður um tað sum fer fram í Framtaksgrunninum í løtuni. Í løgtinginum í dag fer hann at biðja Bjarna [...] ringasta fyri virkini í Vági og í Hvalba. ? Skulu vit meta útfrá tí, sum er hent, kunnu vit baravænta tað ringasta og at virkið í Vági og í Hvalba lata aftur. Hann vísir á, at síðani í vár hevur Fiskavirking [...] Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, um eina forkláring uppá, hvat tað er, sum fer fram í Framtaksgrunninum og, hvat ætlanin er. Fyri nøkrum døgum síðani bórust tey tíðindi, at Fiskavirking hevði hug
og tað hoyrist aftur í navninum á blaðnum ? »Vinnuvitan«. Blaðið skal koma út aðruhvørja viku at byrja við, og tað fer at kosta 20 krónur í leysasølu. Blaðið var fyrstu ferð prentað í 3000 eintøkum, og ætlanin [...] bløðini prentað á Prentmiðstøðini í Havn. Bakgrund heldur enn tíðindi »Vinnuvitan« ætlar sær at leggja dent á bakgrundstilfar heldur enn tíðindatilfar. Tað ræður um at fara meira í dýpdina við vinnutilfarinum [...] Maður kemur í mans stað, verður sagt, og kanska er tað eisini galdandi fyri bløðini. Fregnir góvust við sínari útgávu fyrr í ár, og nú bjóðar eitt nýtt blað seg fram at fylla tómrúmið. Blaðið er eitt vinnublað
stendur í stað, og til ber altíð at gera tingini betri. Kapping fær ein eisini til at taka í egnan barm. Og tað er m.a. hetta vit eru farnir í holt við, tá vit serstakliga seta fokus á vinnutilfarið í mik [...] Slíkt ger sjálvandi blaðmarknaðin minni og harvið eisini minni spennandi. Men hetta eru so treytirnar í eini fríari kapping. Hækkandi útreiðslur og harða kappingin um lýsingarnar, her ikki minst eisini við [...] teimum nýggju, hóast hesi ikki hava júst somu brúkarabólkar. Neyvan fer sølan av dagbløðunum, ið bera tíðindi hvønn dag, at minka nevnivert. Men tað kann ganga út yvir lýsingarnar. Og tá hugsað verður um, at