Stubbar frá landsfundi Fólkafloksins 1

Sjónvarpið bar skeiv tíðindi

Bjarni Djurholm langaði ikki bara út eftir Búskaparráðnum á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum. Sjónvarp Føroya fekk eisini koyrilin at merkja frá landsstýrismanninum í vinnumálum.
Landsstýrismaðurin var alt enn nøgdur við mátan, sum Sjónvarpið hevði viðgjørt niðurstøðuna hjá Búskaparráðnum um alivinnuna, har ráðið legði seg undir at hava sovið í tímanum, tá ávaringar frá einari kanning hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni í 2000 ikki vóru fylgdar.
-Sjónvarpið hevði gjørt niðurstøðuna, áðrenn innslagið var gjørt. Eg sendi teimum 20 síður, sum greitt vístu uppáhaldinum hjá Búskaparráðnum aftur, og nakað av tí, teir bóru fram var beinleiðis skeivt. Eg skal taka nakað av ábyrgd, men søgan er bara ikki eins einkul, sum Sjónvarpið vildi gera tað til, segði Bjarni Djurholm.
.páll

Enskt longu í triðja flokki

Í kjalarvørrinum av einum lesarabrævi hjá Óla Samró fyri nøkrum mánaðum síðan birtist kjakið um lærugreinin enskt átti at verið tikin framm um danskt í fólkaskúlanum. Nógvar meiningar eru um hetta evnið, og landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni, er samdur við teimum, sum halda, at føroysk skúlabørn eiga at fara undir lærugreinina enskt, áðrenn fimta flokki.
-Eg eri samdur við teimum, sum halda, at børnini skulu byrja fyrr at læra enskt. Ein møguleiki kundi verið at latið børnini havt enskt ein tíma um vikuna í 3. flokki. og so tveir tímar í fjórða flokki um vikuna, samstundis sum tey framvegis læra danskt á sama støði sum í dag, helt Jógvan á Lakjuni fyri á landsfundinum leygardagin.
.páll

Kallsberg segði kortanei

Hóast samgongusamráðingarnir millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkinum gingu skjótt og væl eftir løgtingsvalið 20. januar í ár, so vóru kortini einstakir trupulleikar á vegnum. Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum greiddi formaður í tingbólki Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, frá, at tinglimir Fólkafloksins settu hart ímóti hørðum, og vóru klárir at fara frá samráðingarborðinum, tá bæði Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkurin sýttu Anfinni Kallsberg ein landsstýrissess.
-Vit høvdu allir reist okkum og vóru á veg út úr rúminum, tí vit vildu ikki góðtaka at teir skúgvaðu Anfinn til viks, men Anfinn vildi ikki lova okkum og setti seg fyri hurðina, tí hann helt ikki tað vera rætt at fara frá samráðingarborðinum, segði Jørgen Niclasen.
.páll

Mynd:
Á landsfundinum leygardagin kom undan kavi, at t at tinglimir Fólkafloksins settu hart ímóti hørðum, og vóru klárir at fara frá samráðingarborðinum, tá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkurin undir samgongusamráðingum í januar sýttu Anfinni Kallsberg ein landsstýrissess.
Mynd: Rúna Sivertsen