Paturssonar-gøtu 24, Tórshavn. Nærri fæst at vita á tlf. 17940, 43363 ella 17261 Jólacafé í Leirvík Jólacafé verður á Statoil støðini í Leirvík í kvøld kl. 20. Á skránni verður m.a. Guds orð, søga og fyrrverandi [...] fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 [...] vælkomin. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 17, møti. Morgunbøn: mánadag til fríggjadag frá kl. 06.45. Biðið verður fyri sjúkum. Øll eru vælkomin. Aglow, Tórshavn Jólafundurin verður í kantinuni á læraraskúlanum
Vestmanna, og síðani fylgdi Kyndil upp við einum sigri á VÍF. Tað eru nógv, nógv ár síðani at VÍF tapti tríggjar dystir á rað, og tá vestmenningar vanliga vinna á StÍF, tala hagtølini fyri, at VÍF fótar sær í dag [...] tapt tveir dystir á rað, og nú er farið at standa í oddinum. H71 er farið eitt stig fram um, og tapa vestmenningar dystin móti StÍF í morgin, kunnu teir vænta at detta fleiri pláss niður á stigatalvuni. Tí [...] tí, fæst at síggja í morgin, sigur Ingi Olsen. Ovurstóra virðingin er burtur At H71 setti hol á og vann á VÍF, gjørdi støðuna hjá VÍF nógv truplari, tí umframt tvey bæði mistu stigini, var nakað av tí
trýst fer at liggja á teimum. Frakland hevur bert tapt ein landsdyst seinastu trý árini, og hann var móti júst Danmark í Parkini. Nú danir aftur sleppa at royna seg móti Fraklandi, fáa teir fyri fyrstu ferð
Stórur dramatikkur var á Pensionatinum í gjár, har búfólkið nokaði at flyta út, so sum kravt var av leiðsluni á psykiatrisku deild. Tá Petry Olsen, leiðari á deildini, eisini noktaði at fara frá sínum [...] skuldu sleppa frá at flyta út. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Petry Olsen, leiðara á Pensionatinum, um gongdina i málinum. Bert verður stutt sagt á Landssjúkrahúsinum, at Petry Olsen ikki er koyrd [...] skuldu tey verða verandi heima. Soleiðis var støðan til út á seinnapartin í gjár, men so var flytingin av álvara veruleiki. Tey 10 búfólkini vóru flutt á aðrar deildir at halda jól. Leiðarin sjúkrameldað Tá
ósemjur eru um tey, hevur løgmaður lagt seg á eina linju, har hann við almannakunngerð og hóttanum vil trýsta sín vilja ígjøgnum, sigur Helena Dam á Neystabø. Hava álit á Sámal Petur í Grund Hon sigur víðari [...] eru undirlagdir somu treytir, sigur Helena Dam á Neystabø. Sjálvstýrisflokkurin undrast á, hví Sámal Petur í Grund varð sagdur úr starvi. Løgmaður vísir á vantandi loyalitet. Men einki hald er í hesi g [...] andstøðuna til tess at fáa ein meiriluta í sín part. og landsstýrismaðurin í skúlamálum lovaði á føðingardagsveitslu studentaskúlans í Hoydølum nýggjan skúla, hóast hetta ongantíð var borið upp á mál innan samgonguna
Nú vit ikki meira enn hava fingið nøsina uppundan og síggja út til at fáa pent yvirskot á fíggjarlógini og hvar vit næstu tíðina fáa eina bankakanning og hvar vit skulu gera av, hvat vit skulu gera við [...] uppá fast samband um sundið. Hetta mugu tingmenn liva við. Løgmaður vísir á, at tað eru bert fá ár síðani, at samfelagið nærmast fór á húsagang og 15% av føroyingum fluttu av landinum, fjórði hvør var arb [...] til ta tíð. - Kann tað henda, at tínir egnu verða ekskluderaðir á sama hátt sum Sámal Petur, nú teir krevja, at Vágatunnilin verður við á fíggjarlógini? - Hatta havi eg ikki hug at svara uppá. Uppá fyrispurning
sínum prædikum ongantíð um dómadag. Hann leggur dent á lívið og tað at vera menniskja. - Mítt sjónarmið er, at vit fyrst og fremst skulu hugsa um lívð her á jørð, og hvussu vit liva. Tað, sum kemur aftaná, [...] varð sendur niður á jørðina sum menniskja. Sjálvandi hevur Bøgesvang verið úti fyri, at onkur fólk hava verið ósamd við hann. - Eg vil tó siga, at tey flestu ósamdu hava verið tað upp á ein siviliseraðan [...] ði. Fáir prestar hava gjørt so nógv sum hann við at vitja á sjúkrahúsinum. Tað er ikki so, at Bøgesvang sum prestur hevur einkarrætt at fara á sjúkrahúsið. Hon presturin ger tað eisini, men teir báðir
tá Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin nú skulu til andstøðuna at gjara við sínum politikki. Vit eru á veg beinleiðis í avgrundina, sigur Ingeborg Winther. Fólk mugu duga at síggja, hvat tað í veruleikanum [...] fyri, at hon er í móti, at bara ein samfelagsbólkur fær skattalætta. Hon vil fegin, at fiskimenninir fáa tað, men so skulu onnur eisini. Hatta fer bara at seta kílar í millum løntakarar, heldur hon. Og tað [...] heimi - sum nógv mistu - undan kreppuni. »Hvussu við teimum? Verður eingin skattalætti latin fyri at fáa tey fólkini heimaftur?« spyr hon. Ingeborg Winther sigur, at Føroya Arbeiðarafelag misti 2.000 limir
øvugta, sigur Bjørn á Heygum. Hann sigur, at tað er innbygt í skipanina, at hon leggur upp til misbrúk. »Tað er alt ov lætt at sleppa í almenna kassan,« sigur Bjørn á Heygum. Bjørn á Heygum sigur, at verandi [...] betri, at fólk fara uttanlands at finna sær arbeiði eina tíð, sigur Bjørn á Heygum, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Bjørn á Heygum segði undir fyrstu viðgerð av uppskotinum um minstavinning til útróðrarmenn [...] ikki bara soleiðis undir hvørjum steini. Til tað sigur Bjørn á Heygum, at føroyingar altíð hava verið fleksibul arbeiðsmegi. Teir hava fyrr, tá á hevur staðið, dugað sær at farið bæði til Ísland og Grønlands
fara onki at fáa burturúr. Og fiskimenn fara ikki at missa eitt reytt oyra. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum heldur, at hóttaninar frá arbeiðarafeløgunum um at fara í verkfall, fáa fiskimenn [...] verður tað verkfall, fer onki at henda, uttan tað, at alt arbeiði á landi verður lagt lamið. Men hvør stertur, føroysku skipini fáa, verður avreiddur uttanlands. Skal ikki telja uppí Annars samtykti [...] sigur Óli Jacobsen Tað vil aftur siga, at tað einasta, arbeiðarafeløgini fáa burturúr einum verkfalli, er, at tey missa alt arbeiði á landi, meðan verkfallið er. Og táið verkfallið er liðugt, kunnu skipini