ráð til at fiska svartkjaft og makrel – fiska søgulig rættindir til Føroyar. Og tá hetta er gjørt, so koma teir frá eystan og frá vestan og vilja hava part. Røkke, Møgster og Samherji. Pengamennirnir, sum [...] spurningi frá Torbirni Jacobsen – bleikur og mjúkur sum ein viðja taka uppaftur í saman hetta um eina process og eina eftirmeting. Ein syndarlig mynd av einum verjuleysum manni. Og nú hevur Javnaðarflokkurin [...] Suðurafriku og aðrir góðu skarvin yvir. Øll kenna søguna um hvussu manning og reiðarí á Tróndi í Gøtu máttu spenna seg út við minni hýru og stórum persónligum kautiónum fyri at kunna halda skipinum og hava ráð
vóru nógv í tali, og lív og gaman var um geilar og tún, hóast alt knossið og strevið. Og tankarnir leita í takksemi aftur til barndómsheim hennara, nú hon býr á Sambýlinum á Skála og hevur tíð at lata [...] vælljóðandi og klingandi rødd – tað hevur sett síni spor, og tað, umframt alt hitt hvønndagsliga í spæli og arbeiði, sum tú fekst tíð til saman við ommubørnunum, tað siga vit – bæði stór og smá - tær stóra [...] 1920-unum, har tað sum jørðin gav var tað berandi og var grundarlagið fyri lívi og trivnaði í bygdini, sum lá so avbyrgd og so langt av alfaraleið, og har útróðurin bert kundi røkjast, tá veðurlíkindini
gjørdi sítt, Árni – væl stuðlaður av Elisabeth og børnunum – vísti góðan hugburð, og tey kendu frið og styrki í øllum teimum mongu bønum, sum vóru bornar fram av so mongum – einstaklingum og samkomum. Fyri [...] Húsum. Alexander var skipstimbrari og arbeiddi niðanfyri vegin – á bedingini. Teir báðir eldru synirnir – Janus og John – lærdu á bedingini. Janus til skipstimbrara og John í smiðjuni. Árni arbeiddi alla [...] árini á Gørðum. Eftir at Bodil var deyð, búðu tey hjá John, og so við og við endurnýggjaðu tey húsini, sum vóru karmur um fjálgt og hugnaligt heim. Børnini eru Alex, Jóna og Rani. Dreingirnir búgva í høvuðsstaðnum
dialekt. Júst sum beiggin í útvarpinum. – Hetta her við at ganga og bíða eini 20 ár eftir einum serfrøðingi; tað er líkasum ... danskt! Eg tímdi ikki at skriva journalir og arbeiða á skaðastovu í 15 ár, áðrenn [...] nývaknaða sjúklinginum og spyr: – Hevur tú sovið væl? – Útmerkað! Hann hevur júst fingið morfin. Humanur snikkari Á skránni í dag eru annars ein russisk øksl, ið hevur lyndi at fara úr lið, og ein giktaslitin [...] vírikin hjá gamla Neista-manninum. Og aftast í skallanum á skurðlæknanum lá píndi føroyski millumfóturin og plágaði. Tíbetur var russarin lagaligur at fáast við: – You doctor! You know! Læknatoymið, sum
stovningardagin í 1904 – fyri 119 árum síðani. Og ivaleyst størsti dystur yvirhøvur hjá føroyskum fótbóltsfelag. Tá ið lyft og lætt og roknað og mett verður um, hvat er størst, og hvat er minni týdningarmikið [...] í Conference League. Tá lá tað í tí dulda, hvussu væl tað fór at eydnast hjá honum og spælarunum, og at hann í kvøld saman við tveimum liðfeløgum – fyrr í Molde og nú í KÍ – fer at spæla ímóti Molde á [...] vóru ongar beinleiðis frásagnir, og bløðini nevndu – ikki altíð – úrslitini nakrar dagar eftir, at dystirnir høvdu verið. Í Klaksvík ótolnaðust mongu viðhaldsfólkini eftir at frætta, hvussu tað hevði hilnast
Runavíkar kommunu frá og við 1. januar 2020. At kommunurnar – hóast eitt ovurhonds stórt trýst á kommunalu útreiðslurnar – kortini hava megnað at lætt so munandi um skattatrýstið og gjøldini hjá barnafamiljunum [...] borgarin raðfestir – og ikki arbeiðsgevarafelagið 29 kommunur eru í Føroyum. Allar raðfesta tær á ymiskan hátt - og undir sera ymiskum fyritreytum. Útreiðslurnar verða brúktar lokalt, og tær verða fíggjaðar [...] umvegis umboðandi staðbundna valdið – og ikki Føroya Arbeiðsgevarafelag. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í tíðindaskrivi víst á, at kommunuskatturin er ov høgur, og at útreiðslurnar hjá kommununum vaksa
áhugavert at fylgja gongdini, og tað er í hesum sambandi, at hesar reglur verður skrivaðar. Eftir ætlan verður eldraøkið tað fyrsta, sum verður lagt út til kommunurnar, og tá nú fleiri kommunur hvør í [...] burturúr. Grundleggjandi trupulleikin er ikki, at partarnir ikki vilja tað besta – tí tað gera bæði land og kommunur – nei, trupulleikin er heilt einfalt tann, at har fleiri partar í felag hava ábyrgd [...] gar til eitt nú at yvirtaka eldraøkið, er hetta tekin um, at kommunurnar síggja álvaran og ábyrgdina í hesum og gera seg tilreiðar at taka ímóti hesum stóra málsøki. Tað sama hendi, tá almenna barnaansingin
ð er 00.30, also stutt eftir midnátt hósnáttina, og klokkan 02.14 leggur Ólavur í Beiti greinina út. Undiryvirskriftirnar, sum Johnny í Grótinum setti í greinina eru burtur, og Ólavur í Beiti hevur broytt [...] týsdagin í síðstu viku klokkan 9.42. Klokkan 9.57 sama dag lá greinin á vp.fo, men nú varð høvundurin broyttur til Ólavur í Beiti. Sí teldupost og grein 1 aðrastaðni her á síðuni. Als eingin munur er á greinini [...] Grótinum hevur sent til Ólavur í Beiti á Vágaportalinum, og sum Sosialurin hevur fingið hendur á, eru sostatt lagdar út á vp.fo at kalla orðarætt – men ikki undir navninum hjá Johnny í Grótinum. Á vp.fo
fisk, og tað gjørdi enda á teimum í tí ísakalda og drúgva grønlanska vetrinum. Hvør munurin var á teimum og hinum víkingunum, sum komu til Føroyar og Ísland – sum gagnnýttu tilfeingið í sjónum – undrast [...] ítrótturin kemur við fleiri og fleiri spírum, sum folda seg út heima og úti. At bøkur, barnabøkur, yrkingasavn og annað verður givið út í hópatali og á fleiri málum. At ferðavinnan blómar og túsundtals ferðafólk [...] fjarskotnu oyggjarnar. Og at fiskivinna og ídnaðurin gagnnýta smálutirnar á landi og havi, og spenna seg út um oyggjarnar. Latið okkum áhaldandi gerast enn betur, ídnari, vísari og ágrýtnari at liva dreymin
fimm árum síðani – í 2007 – var tað eftir eina ógvuliga dramatiska og intensa finalu, at EB/Streymur tryggjaði sær fyrsta finalusigurin í steypakappingini við 4-3 sigri á HB. Eftir hálvfinalu lutakastið [...] ssið eftir longda leiktíð. Tá vanliga leiktíðin var farin, var støðan 2-2, og í longdu leiktíðini legði HB seg framum 4-2, áðrenn KÍ svaraði aftur og trýsti fyri at javna. Tað eydnaðist ikki, og so staðfestu [...] lutakastið í gjárkvøldið er tað greitt, at EB/Streymur og HB skulu takast um annað finaluplássið, og at FC Suðuroy og Víkingur skulu telvast um hitt finaluplássið. Fjórðingsfinalurnar mikukvøldið vóru merkisverdar