HB eigur nógv tey bestu hagtølini í steypakappingini. Síðani 1955, tá ið fyrsta finalan í kappingini um Ísafjarðarbikarið varð spæld, hevur høvuðsstaðarliðið vunnið 26 finalur. Síðstu árini hevur tað verið væl longri millum finalusigrarnar, enn tað plagdi at vera. HB hevur ikki vunnið steypakappingina síðani 2004.
Nýggja stórliðið í steypakappingini er EB/Streymur. Teir í Sundalagnum hava verið í finaluni fimm tær seinastu ferðirnar, og teir hava vunnið fýra finalur. Einasta tapið var í 2009, tá ið Víkingur vann 3-2.
EB/Streymur hevur tvær tær seinastu ferðirnar vunnið á ÍF. Í 2008 sigraðu bygdarmenninir 3-2 á B36, og fyri fimm árum síðani – í 2007 – var tað eftir eina ógvuliga dramatiska og intensa finalu, at EB/Streymur tryggjaði sær fyrsta finalusigurin í steypakappingini við 4-3 sigri á HB.
Eftir hálvfinalu lutakastið í gjárkvøldið er tað greitt, at EB/Streymur og HB skulu takast um annað finaluplássið, og at FC Suðuroy og Víkingur skulu telvast um hitt finaluplássið.
Fjórðingsfinalurnar mikukvøldið vóru merkisverdar á tann hátt, at tað bara var FC Suðuroy, sum vann seg í hálvfinaluna við sigri á heimavølli. Hinir tríggir hálvfinalistarnir vunnu sær rættin at halda fram í kappingini við sigrum á útivølli.
Favorittsigur í Vági
Í landskappingina eigur FC Suðuroy framvegis fyrsta málið á. Í steypakappingini hevur tað tvær tær seinastu ferðirnar, tá ið mótstøðuliðini hava verið úr 1. deild, hevur tað gingið sum eftir ánni at skjóta mál hjá felagsliðnum, sum hevur skorað tíggju ferðir. Fyrst 5-0 ímóti Skála og so 5-1 ímóti B71.
Helmingin av hesum tíggju steypamálunum hevur ein spælari skorað. Ímóti Skála skoraði John Tordar Poulsen tvær ferðir, og mikukvøldið setti hann tríggjar ferðir bóltin framvið Gerhard Páll Lognberg, sum verjir málið hjá sandoyingum.
Drama í Klaksvík
Vónirnar vóru ikki góðar hjá klaksvíkingum, tá ið HB mikukvøldið kom norður. Tað komst av ikki sannførandi avrikinum ímóti TB leygardagin í síðstu viku.
120 minuttir í kuldanum mikukvøldið kendust sum vónbrot hjá heimafólkinum, sum sóu HB tryggjað sær hálvfinaluplássið eftir longda leiktíð. Tá vanliga leiktíðin var farin, var støðan 2-2, og í longdu leiktíðini legði HB seg framum 4-2, áðrenn KÍ svaraði aftur og trýsti fyri at javna. Tað eydnaðist ikki, og so staðfestu havnarmenninir sigurin.
Hóast úrslitaliga vónbrotið hjá KÍ so vóru stórir leikligir glottar at hóma. KÍ var frammanfyri 2-0 eftir 1. hálvleik. Um neyvleikin hevði verið størri, so kundi leiðslan havt verið tvífalt so stór og meiri enn tað.
HB fekk stóran skelk beinanvegin í 2. hálvleiki, tá ið bólturin enn eina ferð lá aftanfyri Teit Gestsson. Dómarin kolldømdi, og tað søgdu heimamenninir seg ikki skilja. Men HB reistist, innskifti Andrew av Fløtum gjørdi stóran mun, og Fróði Benjaminsen kom nógv betri til sín rætt aftari á vøllinum, enn hann hevði verið í 1. hálvleiki, og so noyddust teir bláu at staðfesta, at heldur ikki hesa ferð var tað teirra dagur.
Drama á Toftum
Í býtandi kuldanum á Svangaskarði var eisini talan um stórt steypadrama. Oyggjauppgerðin millum B68 og Víking endaði 2-1 til Víking eftir longda leiktíð.
Í vanligu leiktíðini var málleyst, og tá ið heimaliðið legði seg á odda, sá einki út hjá favorittunum úr Eystur kommunu. Men víkingarnir vístu hugburðin, ið hevur borið oddasessin í landskappingini við sær, og í næstsíðsta minutti skoraðu teir sigursmálið.
Merkisvert var tað, at øll málini vórðu skorað av verjuspælarum. Vongverjin í høgru hjá B68, Niklas F. Joensen, setti hol á, og miðverjin og liðformaðurin hjá Víkingi, Atli Gregersen, var tvífaldur málskjútti. Í fyrra førinum var tað eftir at Hans Jørgensen í B68 málinum hevði hálvbjargað skoti frá vinstra vongverjanum Hanusi Jacobsen, og í seinna førinum var tað við brotssparki, sum varð dømt, tá ið vongverjin í høgru Bárður Hansen varð steðgaður í gjøgnumbroti.
Favorittsigur á Argjum
AB stríddist væl og leingi, men tá ið síðsta bríkslið ljóðaði, vóru tað favorittarnir í EB/Streymi, sum høvdu vunnið 3-1, og harvið tryggjað sær pláss í hálvfinaluni.
Einki mál varð skorað í 1. hálvleiki, og tað var Hans Pauli Samuelsen, sum setti hol á við beinleiðis hornasparki. Bólturin fór í málið við nærra stólpan. Málverjin hjálpti eitt sindur til, men tað er sjáldan, at mál upp á hornaspark verða skorað upp á henda mátan.
- - -
Hálvfinalur
9. mai:
Víkingur - FC Suðuroy
EB/Streymur - HB
23. mai:
FC Suðuroy - Víkingur
HB - EB/Streymur
Finalan verður 25. august









