FM. HB sigurin hevur við sær, at tað fer ikki at bera til hjá B36 at vinna FM heitið, tá teir annan sunnudag fáa vitjan av NSÍ, uttan at B68 megnar minst javnleik ímóti HB, tá sigursharrarnir týskvøldið [...] á og kundi trilla bóltin í tóma málið. Stórur fagnaður í HB skýlinum og inni á vøllinum, men tøgn í B36 skýlinum og í vestara skýlinum. HB hevur kós ímóti silvurkrónum, og Europa Cup, samstundis sum teir [...] motivatiónin bara kann vera størri, enn hon var í Gundadali, var sjón fyri søgn.jh Hagtøl HB-GÍ 2-0 (0-0) 1-0: Allan Mørkøre 2-0: Uni Arge HB: Kaj Leo Johannesen - Mikkjal Thomassen, Hans Fróði Hansen, Jan Dam
enn ein óbrúkilig troyst. Eftir ósigurin móti HB, samstundis sum B71 vann á SÍ, liggur Fram nú aftast í 3. deild. Teir hava trý stig, meðan B71 og ÍF hava eitt stig fleiri. ÍF spælir í kvøld útsetta dystin [...] minuttir seinni fekk áleyparin Jón Simonsen sítt næsta gula kort, og noyddist av vøllinum. Støðan var 1-0 til GÍ, tá fyrri maðurin hjá KÍ var útvístur, Heini Heinason skoraði uppá brotsparkið, sum stóðst av [...] eina viku ella tvær. KÍ og NSÍ skulu spæla í Klaksvík, VB og ÍF spæla í Vági, HB fær vitjan av Skála, B71 spælir botndyst móti Fram, og seinasti dysturin verður í Gøtu, har sørvingar vitja. ek
hvussu so er í eina viku afturat. Næstved var á odda ímóti AaB, men so varð munurin millum bestu og triðju bestu deildina eyðsýndur, og AaB vann 4?1. FCM vann á heimavølli 3?1 ímóti Esbjerg, og so var [...] ÚTISETAR Meðan hitastigini í góða várveðrinum heima á landið mikudagin vóru 10?12, so var tað bítandi kalt í Danmark, har fjórðingsfinalurnar í steypakappingini, DONG Cup, vórðu spældar, meðan kavaflikrur [...] skulu telvast um plássini í finaluni, sum verður í Parkini Kristi himmalsferðardag, eru Brøndby, AaB, FCM og Viborg. Tað var óvæntað, at Viborg á heimavølli vann 5?2 á Farum, sum eftir fyrra umfarið var
síggja í B68-búnanum. Í hvussu so er vilja teir vera við, at skal leikarin framvegis spæla á Toftum, skal GÍ hava pengar afturfyri. Fótbóltssambandið hevur tó avgreitt spæliloyvið hjá leikarunum til B68, og [...] sáttmáli sigast at vera galdandi, og so er tann reglan ikki serliga nógv longur. Heldur ikki reglan um 10.000 krónurs gjaldið fyri áhugaleikarar kann koma GÍ til fyrimuns her, tí tá skal talan nevnliga vera [...] Og eg vil leggja dent á, at tað einki hevur við málið at gera, at eg eftirfylgjandi eri farin til B68. Tað hendi ikki fyrr enn ein mánað eftir, at sáttmálin varð uppsagdur. Umstøðurnar hjá mær at venja
fara av um tvøran. Brøndby er á odda við 26 stigum, og AaB er nummar seks við 20 stigum. Seks feløg eru í hesum ovara partinum. Umframt Brøndby og AaB eru tey Esbjerg, FCK, OB og FCM. Seks feløg eru fyribils [...] hjá miðverjanum og landsliðsspælaranum Martin Albrechtsen legði Steffen Højer beinanvegin OB framum 1-0. FCK javnaði í 11. minutti. Peter Møller tamdi við rygginum ímóti málinum og eitt sindur frammanfyri [...] sannførandi út í hesum støðuni. Nú er FCK nummar trý, og OB er nummar fýra. Frem og Herfølge spruttaðu AaB sigursrøðin helt fram í Gladsaxe, har máttleysa heimaliðið, AB, sum nú er heilt isolerað í botninum
Í bólki A og B vórðu til samans leiktir fýra dystir týsdagin. Eftir hesar er greitt, at Barcelona í bólki A longu hevur tryggjað sær víðari luttøku í kappingini, maðn Manchester United, Fiorentina og Valencia [...] bólkinum, sum var millum Sparta Prag og Hertha Berlin, eydnaðist tað tjekkiska liðnum at vinna dystin 1-0. Málið kom tó ikki, fyrr enn farið varð um teir níti minuttirnar, tá Milan Fukal royndi seg við einum [...] Porto er tað liðið, sum hevur bestu møguleikarnir at fylgja Barcelona í fjórðingsfinalurnar. Bókur B Einki er avgjørt Teir hava gjørt tað fyrr, og týskvøldið gjørdu teir tað enn einaferð. Manchester United
verður í heiminum á Hólavegi 11 frá kl. 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Mánadagin 10. august hava Gertrud og Kalli Váðklett silvurbrúdleyp. Daguri verður hildin í Bygdahúsinum í Lorvík [...] 8. sept. hava hjúnini Kirstin og Helgi Djurhuus í Havn verið gift í 25 ár. Veitsla verður hildin í B36 húsinum leygarkvøldið 12. sept. kl 19.00. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða [...] Ingibjørg Hansen úr Gøtu og Torleik Mortensen úr Keypmannahavn. Veitsla verður hildin fyri innbodnum í B36 húsinum kl. 18. Brúðarhús verður hildið í Gøtugjógv sunnudagin 2. august frá kl. 17, har øll eru vælkomin
Norðoya Røktarheiminum kl. 15: Gudstænasta kl. 15. Altarg. Magnus B Jørgensen. Hósdagin 14. okt. Sambýlið á Heygnum kl. 19.30: Andakt. Magnus B Jørgensen Argir, Kirkju- og missiónshúsið Mánakvøldið kl 20 S [...] Mikukvøldið kl. 19.30 Bønarmøti. Kl. 20.30 Ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 10.30 Møti Øll hjartaliga vælkomin. KFUM & K í Klaksvík Týsdag kl. 10 Lítlakuff Mikukvøldið kl. 20 Bíbliutími við Øssur Kjølbro "Bíbliunar [...] hjartaliga vælkomnir. Kl. 10.30 Bindiklubbur. Kl. 15 Túrur: Hvítanes, Randi og Elisabeth, fysioterapeutar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hósdagur Kl. 9-17 Motiónsrúmið opið. Kl. 10 Fimleikur fyri kvinnur,
notera sær 750 og ein topp. Kortini hjá N/S Norðan Sunnan Sp KDB5 2 Hj B756 ED32 Rú K10 ED98632 Kl K9 7 Standard meldið er 4 hj við 10 stingum, so hevði Bogi bara meldað pass, hevði hann fingið ein topp. [...] føroysku úrslitini í Rottneros vóru hesi: Føroyar - Danmark 16-13 Føroyar - Noreg 7-23 Føroyar - Finland 10-20 Føroyar - Svøríki 2-25 Føroyar - Ísland 7-23 Endaliga støðan í Rottneros: 1. Ísland 95 stig 2. Noreg [...] - Kaj Alstrup 267 8. Pól Joensen - Jórun Johannesen 260 9. Hans J. Petersen - Johannes Skaarup 250 10. Finn Ougaard - Høgni Jacobsen 249 11. Gunnar Mouritsen - Høgni Vesturklett 245 12. Øssur Winthereig
aan Zee fór leygardagin av bakkastokki. Allir í topp 10, undantikið Garry Kasparov, eru hjástaddir. Fjúrtan telvarar, trettan umfør. Eisini er ein B-bólkur og C-bólkur, sum báðir eru rættiliga vælmannaðir [...] vælmannaðir. Eitt nú luttaka Predrag Nikolic (2676) og Peter Heine Nielsen (2648) í B-bólkinum. Tvey umfør eru leikt og einsamallur fremstur í A-bólkinum er Veselin Topalov, ið hevur fult stigatal. Hann hevur