Annað umfar í FM-kappingini fyri lið verður spælt komandi vikuskifti í Vági. Spælt verður í skúlanum í Vági og byrjað verður umleið kl. 20.00 fríggjakvøldið. Kappingin heldur fram leygardagin.
Støðan eftir 1. umfar er hendan:
Í 1. deild
1. Bogi Simonsen 77 stig
2. Eilif Petersen 69 stig
3. Marner Joensen 67 stig
4. Jórun Johannesen 66 stig
5. Shell (Eyðun Jensen) 56 stig
6/7 Dia Jacobsen 51 stig
6/7 Ingi Helmsdal 51 stig
8. Carl Mikkelsen 40 stig
Í 2. deild
1. Ásla Weihe 60 stig
2. Óli Holm 50 stig
3. Hjalmar Joensen 45 stig
4. John R. Skorðalíð 18 stig
Skráin hjá F.B.S. er annars millum annað at Føroya Bjór Simultan verður spælt 24. januar. Kappingin verður sum vant spæld við somu kortfordeilingum kring alt landið.
Aftur í ár verður møguleiki hjá føroyskum bridge-spælarum at luttaka í Icelandair open í Reykjavík. Kappingin fer fram í døgunum 13. til 16. februar. Jens Pauli Nolsøe kannar kostnað og upplýsingar um ferðina. Tey, ið hava áhuga at luttaka, kunnu ringja til hansara.
Komandi summar verður NM spælt norðan fyri Oslo í døgunum 30. juni til 05. juli. F.B.S hevur heitt á Niels Nielsen at verða landsliðsvenjara og liðskipari fyri landsliðið. Tey, sum hava áhuga at luttaka í landsliðsvenjing, kunnu tosa við Niels Nielsen ella Marjun Restorff.
Tey lið, sum ikki hava teknað seg til CUP-kappingina, skulu gera hetta áðrenn 18. januar, tí tá verður drigið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum.
F.B.S.