so nógv, so hevði hon als ikki verið so væl eydnað. Tað hevur ongantíð verið nakað hitt á útgávuni, men hon hevur staðið meira sum ein heild. Tað hevur eisini havt við sær, at hon hevur hildið. ? Eftir [...] ikki fyri at verða lítillátin. Eg meini tað. ? Men eg eri sera glaður fyri, at hon stendur so sterk so langa tíð eftir, at hon kom út. Ongan hug at gera nýggja fløgu Síðani Terji og Føstufressar góvu tiltiknu [...] vit vant og lagt til rættis allar sangirnar uttan Mamma og Apokalypsa. Vit kundu ikki semjast um, hvussu Mamma skuldi spælast, og onkuntíð var kjakið um hendan sangin rættiliga lívligt. Vit samdust so um
nógva ávirkan har eg eri Hvussu er at arbeiða við tannáringum? Tað er ótrúliga positivt og lívsjáttandi. Man veit veruliga, hvussu tey hava tað. Tað er onki »glansbílæt«. Hvussu var tú sjálvur sum tannáringur [...] heldur tú vera løgið? At samgongan situr enn, hóast teir hava gjørt so nógvar feilir. Hvussu er tín Gudstrúgv? Hon hevur stóran leiklut í mínum lívi. Eg og familjan eru virkin í samkomuni Lívdini. Endar [...] tannáringur? Hevði eg fingið eina diagnosu, hevði hon nokk verið atferðartrupulleikar. Eg var øðiliga buldrasligur og hevði ongantíð tíð at sita stillur. Hvat ger ein góðan leiðara? At man hevur álit á st
og vísir á, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða greitt fer at vísa, hvussu stórur partur av føroya fólki er fyri fullveldisætlanini og hvussu stórur partur er ímóti. Hesum einfalda spurninginum heldur hann [...] hevur ikki mist jørðsambandið, men samgongan hevur harafturímóti aldri havt nakað jørðsamband síðani hon varð til, sigur Edmund Joensen at enda og vísir á, at hann ikki hevur mist mótið viðvíkjandi uppskotinum
sigur skiparin, at eg var ikki elsta ferðafólk, sum hann hevði flutt millum lond. Omma mín var eldri; hon var 96, sigur hann við meg. Gamli bóndin í Nólsoy sigur, at hann mátti ansa sær, tá ið hann setti høvdið [...] - Jú, eg haldi, at eg fari ein túr niður aftur í mai, sigur hann. Eingin útróður Spurdur at enda, hvussu tað gongur við útróðrinum hjá brøðrunum báðum, Rúna og Bárði, nú veðrið seinastu tíðina hevur verið
undir onkustaðni, so er bústaðurin Nesvík - og ikki nøkur onnur bygd. Hann hevur í sínum lívi sæð, hvussu hetta navnið var við at hvørva, men í dag er tað varðveitt og kann ikki tigast burtur. Og tað man [...] Hósvík og norður til Gjáar. Har umsitingin av kommunalum viðurskiftum áður lá Streymoyar-megin, er hon nú flutt yvir um Sundið til Oyrarbakka. ?Hyggur ein sum veljari eftir økinum, so er bert ein veljari
nýggjar vinir. Soleiðis greiðir Birna Jacobsen frá. Hon hevur í farnu viku verið á sangskeiðnum hjá Heimamissiónini í Nesvík, og henni dámdi avbera væl. Hon sigur seg hava fingið nógv burturúr, bæði andaliga [...] í Fríðrikskirkjuni gekk avbera væl, bæði hjá henni og øllum kórinum. Spurd, um hon ætlar sær aftur næstu ferð, ivast hon ikki. - Tað er heilt sikkurt. Eg havi fingið avbera nógv burturúr hesa ferð, og [...] fólkaslagið. Tó var hann eitt sindur bangin um tað føroyska málið. Eitt, sum Birna legði til merkis, var, hvussu væl fyriskipað, sangskeiðið var. - Tú komst har, og síðani fylgdi tú eini skrá alla tíðina. Eingi
Sigrid Rasmussen er 23 ár og úr Havn. Sjálv sigur hon at bakgrundin er klassisk og at hon er trúgvandi og hevur sungið í kóri so langt aftur hon minnist. Hon hevur fingið undirvísing í violinspæli og verið [...] trívast. Soleiðis kom hon í samband við nógv fólk og hon sang í norska sjónvarpinum. Eftir hetta kom ferð á og Sigrid sang nógvar konsertir og egnar kirkjukonsertir. Eisini gjørdi hon eitt demoband í Svøriki [...] og samanspæli. Hetta metir hon hava stóran týdning fyri tónlistarligu menningina. Gjøgnumbrotið Í 1995 fór Sigrid til Noregs, Oslo, sum genta í húsi, au pair. Har setti hon seg beinanvegin í samband við
árið, at hon hevur angrað, at hon tók stigið. - Tá ið møguleikin knappliga var har sá eg beinanvegin fyri mær, hvussu ferðavinnan í Føroyum kundi stýrast og skipast. Eg sá týðiliga fyri mær, hvussu samanspælið [...] varð hon liðug við útbúgvingina sum cand. negot. og hon hevur longu sitið í hálvt annað ár í heita sessinum á Kongabrúnni. Henda tíðin hevur verið strævin og alt hevur ikki rættiliga verið sum hon hevði [...] 10 ára gomul. Hon hevur tikið útbúgving í máli, búskapi, marknaðarføring og samskifti á Odense Universiteti. Tað var av tilvild, at hon kom á Ferðaráðið í 1995, og eftir ætlan skuldi hon til Danmarkar
hvat hon dugdi, og at hon hevði staðið upptøkuroyndina. Hon gjørdi tí ikki mætari, enn sjálv at ringja niður til Danmarkar at spyrja. Jú, hon hevði staðið royndina ? og á læraraskúla slapp hon. ? Og tá [...] millum okkum. Hon sigur, at tey fýra árini, tað tók at lesa til lærara, eru tey bestu í hennara lívi, og á sumri í 1964 fekk hon læraraprógvið. Tá hon hevði fingið útbúgving sum lærari, fekk hon starv á Føroya [...] ið Bjørk dómari segði við Honnu Lisberg, tá hon fyri 34 árum síðani varð vald í nevndina hjá Vanlukkutryggingarráðnum. Hon ætlaði at gevast í ráðnum, tá hon fylti sjeyti, men varð av landsstýrinum biðin
rópa tannáringatrupulleikar. Tey spyrja okkum til ráðs um kynslív og kynssjúkur, hvussu tey skulu fyribyrgja seg og hvussu tey annars skulu fyrihalda seg, tá ið tað ræður um kynslívið. - Rúsdrekka- og r [...] vanligur trupulleiki. Kanska eru tey við í einum bólki, har slíkt verður brúkt og so vilja tey vita, hvussu vandamikið tað er. Etitrupulleikar eru eisini vanligir, nógv ringja inn um anorexia ella tað øvugta [...] eg haldi ikki, at børn og ung eru so væl upplýst. Kanska er tað tí, at upplýsingin er so grunn, at hon ikki kemur inn á nakað persónligt, og tá ið tey so standa við einum trupulleika vita tey ikki, hvat