Theodor Askham. Tey vóru átta systkin, harav trý eru á lívi: Bergtóra, Helvig og Kellan. Kellan giftist til Árnafjarðar við Hans Andreas Olsen, skipara. Tey eiga fimm børn: Olivar, Henrikka, Kristoffur, [...] eiga tey eisini. Kellan var fyri tað mesta aleina við børnunum, meðan tey vóru smá, tí maðurin var til sjós, men hon hevði mammu sína búgvandi inni og vermammuna við síðuna av, so tær hjálptust at. Kellan [...] óhjálpin, og er fluttur inn á Sambýlið í Klaksvík, hevur Kellan selt heimið í Árnafirði og er flutt til Klaksvíkar, fyri at vera nærri manninum. Vit ynskja Kelluni hjartaliga tilukku og ein góðan dag, og
90 ár. Mads er Skopuningur og bygdi sær hús uppi á Selatrað í Skopun. Hann giftist við Odu, sum er ættað úr Hvalba, men kom til Skopunar sum smágenta, hon vaks upp hjá mostir síni Kathrinu og Jacob Andreas [...] møguleiki var til tað. Mads róði nógv út í Ravnoynnið við Fróðakletti og øðrum bátum, mest var Mads formaður á báti. Sjólívið var tað einasta, sum var at bjóða ungdómum tá í tíðina, sum Mads vaks til mans, so [...] annað arbeiði. Tað vóru nógvar stuttligar søgur sagdar, at skemta var Mads góður til og er tað enn. Hetta at skemta liggur til summar familjur. Eg minnist eina hending, sum Mads fortaldi einaferð, eg lurtaði
forsetanum fríar hendur. Hann kann nú føra sín egna politikk. Tað heldur Jørn Boisen, sum er leiðari á Engelsk, Germansk og Romansk á Københavns Universitet. Hann sigur hann, nú alt bendir á, at flokkurin hjá [...] hjá Macron verður størsti flokkur í tjóðartinginum. – Hann hevur fingið grønt ljós frá fólkinum til at gjøgnumføra sítt projekt, sigur Jørn Boisen. – Tað vísir eisini, at ætlanin, sum hann legði fyri einum
Hoygarðshúsi, sum vit róptu. Hann giftist inn har, meðan Høgni giftist inn á Dunga. Eg veit ikki, um hann mundi eiga nakra jørð, tá hann var ungur. Nú er tað, at hann skal fara til Fuglafjarðar at keypa jørð [...] komu til, men hann kundi greiða frá, hvussu nógvir, ið teir høvdu verið, og at hinir vóru farnir. Motorbáturin sleipaði so bátin inn í Sund, og hinir fingu Hendrik til hús. Hann var leiddur inn til Símun [...] Kamarshellu og fóru til róðurs beinanvegin inn í Víkar. Teir vistu ikki, hvar teir vóru, tað var verri veður enn so. Hann má hava verið norðan í ættini, tá hann lá útav eisini. Teir fóru til árar, men teir
øðrum menniskjum og ikki minst sínum næstu, og síðani ommubørnini løgdust til var einki mark fyri, hvussu glaðbeint hon traðkaði til, tá og um boð vóru eftir henni at dugna í Havn ella á Strondum. Hjá mær [...] vóru Poul, Oddmar og Eyðfinn, sum eins og Lissan øll funnu sær hjúnafelagar í Klaksvík. Lissan giftist við Mikkjali, yngsta bróðuri mínum, og búðu tey fyrstu árini í okkara gamla barndómsheimi úti í sjónum [...] Mikkjal sigldi, meðan Lissan heima vardi borg og arbeiddi úti í heilsølu, handli og øðrum fyritøkum fram til, at hon í síni stóru umsorgartrongd fyri sínum meðmenniskjum fann upp á at fara at arbeiða sum heimahjálp
mentunarligur grundvøllur og ein etiskur karmur, sum tú mást taka støðu til. Tað er nevniliga upp til okkum sjálvi at gera heimin til eitt frægari stað at vera, og eingin kann skáka sær undan. Hetta er eisini [...] hátt sum hann í 1934 við "Blæsende Gry" fór frá yrkingasøvnum til í høvuðsheitum at skriva skaldsøgur, so er skiftið nú frá skaldsøgum til stuttsøgur. Nakað er um hetta, tí frá miðjum fimti árunum og fram [...] nítur báðum fast, og meðan Anna dregur seg burtur frá verðini, letur Paulus seg endurdoypa til "den engelske mission" og fer út at sigla. Ein moraliserandi vísa við heitinum "Syndens Blomster" verður yrkt
um hann kemur til Føroyar, tí hann skal jú betala løn og kost til manning. Peningur er ongin til góðar, sigur John Johnson, sum hann nú kallar seg, tí nú hevur hann riggað Caprice um til rætta skonnart [...] Sørvági, og tað fyrsta eg minnist til Abbadidd var, einaferð pápi og eg vóru á veg úr Sørvági til Klaksvíkar, og máttu gista nátt í Havn. Vit komu seint á kvøldi til hennara, og hon var hørm um, at hon [...] tí teir ikki vóru hóskandi ílætnir, men nóg langt inn til at veittra til Bjarna og rópa Hey skipper! Bjarni reistist frá borðinum, og kom yvur til teirra. Hann fór í mappuna, og látandi sum hann stillisliga
læraraskúlan, har hann leyk prógv í 1977. Tá flutti hann aftur til Fuglafirðar at vera lærari, og hann undirvísti í skúlanum í heimbygdini fram til 1989, tá ið hann varð lærari í handilsskúlanum, sum tá fór [...] heima, og Jógvan tók eyka tøk á arbeiðsmarknaðinum. Eitt nú var hann til skips nógvar summarfrítíðir, og hann hevur so mangan tikið til, hvussu fegin hann er um at hava verið skipsmaður, og at førningurin [...] Jógvan setti lag til. Vónandi fer hann, nú hann leggur frá sær í politikki, at gera meiri við sangin og tónleikin, og kanska fer hann at komponera fleiri løg, sum fjøldin fer at taka til sín. Royndirnar
var virkin í almenna lívinum í Havnini, hann var m.a. við til at kalla inn til jólafundin um at verja Føroya mál og siðir í 1888. Sámal giftist í 1880 við Susanne Julie Frederikke Nielsen, dóttar Niels [...] starv við politistaliðið í oktober 1873, varð tilnevndur kvartermeistari í 1886 og var í hesum starvi til politistaliðið varð tikið av í 1902. Í 1903 varð hann settur sum løgreglumaður, tann fyrsti í Føroyum
vendir sær til listafólk Hvítu tuflurnar gjørdi munin Marianna Norðoy er fødd og uppvaksin, sum miðlingur av níggju systkjum, á Stongunum í Klaksvík. Har gekk hon í barna- og realskúla, og giftist blaðung [...] sjúkrasystraskúlanum, førdi tað til, at hon seinni fekk útbúgving sum lærari. Hon var á sjúkrasystraskúlanum í 18 ár. 40 ára gamlar hugsa øðrvísi Spurd hvussu tað ber til, at hon skifti yrkiskós, sigur [...] tíðarskeið og um at umstøðurnar vóru til staðar júst tá. Hon heldur, at hugsanin um at gera okkurt annað, kom um 40 ára aldur, men ikki, sum so ofta verður tikið til, av tí at børnini vóru vaksin og flutt