Foreldur hennara vóru Henrikka og Theodor Askham. Tey vóru átta systkin, harav trý eru á lívi: Bergtóra, Helvig og Kellan.
Kellan giftist til Árnafjarðar við Hans Andreas Olsen, skipara. Tey eiga fimm børn: Olivar, Henrikka, Kristoffur, Theodor og Lena. 23 ommu- og abbabørn, og 5 langommu- og langabbabørn eiga tey eisini.
Kellan var fyri tað mesta aleina við børnunum, meðan tey vóru smá, tí maðurin var til sjós, men hon hevði mammu sína búgvandi inni og vermammuna við síðuna av, so tær hjálptust at.
Kellan arbeiddi í nøkur ár á flakavirkinum í Árnafirði, síðan á bakarínum hjá Werner og í mong ár vóru hon og maðurin virkin á Solo Deo Gloria við teirra hjálpsemi og trúfesti.
Síðan maðurin gjørdist sjúkur og óhjálpin, og er fluttur inn á Sambýlið í Klaksvík, hevur Kellan selt heimið í Árnafirði og er flutt til Klaksvíkar, fyri at vera nærri manninum.
Vit ynskja Kelluni hjartaliga tilukku og ein góðan dag, og Guðs ríku signing í framtíðini.