og einki er hundrað prosent trygt, men eg meti, at koppingarevnið er so mikið væl kannað, at eg viðmæli framvegis gentum at lata seg koppseta fyri at fyribyrgja lívmóðurhálskrabba. Soleiðis sigur Katrin [...] møguligu hjáárinini, ið kunnu standast av evninum. Onkur vil vera við, at tað kann ikki vera annað enn vandamikið at spræna aluminium í kroppin, sum mann jú ger í sambandi við HVP koppseting, men tað evnið [...] Eiga at taka av tilboðnum Katrin Kallsberg helsur ikki, at føroyskar kvinnur eiga at lata seg ræða av óhugnaligu søgunum um ógvuslig hjáárin, ið kunnu standast av HPV-koppingarevninum. - Eg haldi, at mann
fiskivinna er nú um at gerast ein sjálvstøðug vinna, sum klárar seg uttan studning. Tað, sum mong hildu ikki fór at bera til, tað bar til. Fólkini í alivinnuni hava lagt lunnar undir eina vinnu, sum nú er ein stórur [...] og Bluesfestivalurin sum setir húsið á annan enda frá mikudegnum 9. august til leygarkvøldið 12. Høvuðskvøldið á Jazzfestivalinum plagar at vera leygarkvøld, og tað er eisini har, at fyrireikararnir hava [...] ið millum annað nýtir ljómborð at styðja tónleikin við. Hóskvøldið endar við "Stavanger Gospel Choir", sum fyrireikararnir vænta fer at draga nóg nógvar áskoðarar til at konsertsalurin verður fullsettur
gera tað aftur- tað er utopi at vænta, at kostnaðurin av kontuni ”viðgerðir uttanlands” fer at minka! Je vági mær at siga, at um so er, so er orsøkin óivað, at okur hava slaka uppá krøvini og ikki bjóða eins [...] hevði onki verði betur, enn at tað gjørdist frívillugt at goldi kringvarps-gjald, tvs. at tú sjálv ella sjávur velur, hvat tú betalir fyri at hyggja ella at lurta eftir. Sum tað minsta má skilnaður gerat [...] gomlu enn, tey sum bygdu samfelagið. Tey sita og liggja og longjast eftir umsorgan, nærveru, kærleika- og tíð. Tíð teirra, sum koma at vitja tey, men sum mugu skunda sær víðari, fyri at náa tí næsta á
eitt at gera, og tað er at møta upp til venjing. – Hann var tað mótsatta av tí, sum John Kramer var, sigur Øssur. Sum tíðin gongur gert tað alsamt meiri greitt, at Øssur Hansen verður noyddur at skifta [...] Hansen, fær at vita, at eg eri á veg til HB, sigur Øssur Hansen. Tað fellur Øssuri lættari at skifta til B36, sum hann lýsir sum eitt meiri »bygdasligt« felag. Hann fær eina íbúð og arbeiðir sum eletrikari [...] Marlon Jorge koma til felagið, og B68 fer frá at verða eitt felag, sum er kent fyri at kempa, til at spæla meiri bólt. B68 hevur eitt gott ár við Jóannes Jakobsen sum venjara, og Øssur vinnur enn eitt bronsu
Hendan lóg er so snildisliga innrættað, at føringar kunnu sleppa at spæla, at teir hava alt at siga heima hjá sær sjálvum, men hava álíkavæl ikki loyvi til nakað sum helst. Henda vanæruliga støða okkara eru [...] stjórnina. Fyrst finnast teir at, sum vant, at teir eru so illa kunnaðir. Tá tað so stendur uttan-landsnevndini í boði at koma við til Keypmannahavnar og fylgja við samráðingunum, fyri at verða betri kunnaðir, [...] sýta teir fyri at møta. Hetta er so ótrúligt, at nakar bara kann sleppa við at misrøkja arbeiði sítt í uttanlandsnevndini á slíkan hátt, uttan at tað fær avleiðingar. Um eg hevði sítt fyri at møta til arbeiðis
trupulleikar at sova. Ein onnur grein snýr seg um Henrik Larsen, ið helt, at føroyingar hava 20 % møguleika at vinna. Í liðuppsetingini hjá fólksliga blaðnum ?Bild?, gera tey nógv burturúr, at føroyingar [...] ið meinti at hetta var stórsti dysturin nakrantíð fyri Føroyar. Seinni gongur púra galið hjá hesum týska journalistinum, ið m.a. meinar at í Føroyum búgva 484.000 fólk. Hetta er vánaligt at eitt so kent [...] meðan syrgitónleikur ljóðaði. Hjálparvenjarin Skibbe royndi at siga okkurt, meðan hann tosaði byrja føroyingar at syngja týska tjóðsangin, har Brandur Enni sang fyri. Millum brotini komu stuttar lýsingar
Fólk komu sum vant á hvørjum degi at gráta yvir honum. Vit góvu honum hvønn dag av tí heilivági, sum vit hava, men noyddust samtíðis at ansa eftir, at tey ikki sluppu at geva honum av onkrum, sum tey sjálvi [...] vísti mær, hvussu eg skuldi doyva tonnina, sum skuldi takast. Hetta er ikki bert sum at siga tað. Tað ræður um at raka rætt við nálini í tannkjøtið fyri at doyvingin skal virka. Men hetta riggaði eisini [...] tá ið hann skal doyggja? Tað tykist alt at vera so vónleyst. Onkur sigur, at fatanin er tann, at um tey gráta nógv, tá ið onnur doyggja, so fara nógv at koma at gráta og vísa samkenslu, tá ið tey sjálvi
bert fyri at vísa hetta, at øll staðanøvn, hvar sum helt í verðini, hava ein týdning. Onkuntíð er tað lætt at síggja, men sum oftast skal serligur kunnleiki til. Eg nevni hetta eisini tí, at tað er ikki [...] universitet og stovnar, sum royna at halda skil á. Føroyar hava einki. Leggja seg tætt at teim skandinavisku londunum. Mítt uppskot er einfalt, at leggja seg tætt upp at tí, sum Skandinavisku londini Danmark [...] Hetta er veruleikin, so sum eg eisini ofta upplivi hann. Nógv skilagóð fólk tora ikki at taka orðið ella skriva , tí tey halda at teirra vanliga mál ikki er ”nóg føroyskt,” sum tey siga. Fleiri ferðir havi
varð í huga, at hann ikki hevði lært at mála. ? Eg umhugsaði ongantíð at fara uppá listaskúla, sum t.d. Ingálvur av Reyni, tí eg var bara 24 ár tá eg giftist, og vit fingu seks børn, so at siga í eini rúgvu [...] Hansen sluppu at grógva longi, áðrenn upptøkutólini hjá Malmros fóru at mala. ? Útvarpið boðaði frá, at søkt var eftir statistum í filmi. Treytirnar vístu seg at vera, at hár og skegg sluppu at veksa. Eg teknaði [...] gera vart við seg. Eg noyddist so at siga sum var; at eg skuldi vera filmsleikari. ? Tá ár var runnið, frættist, at filmsætlanini væntaði pengar, og at ongin filmur varð gjørdur fyribils. Filmur ella ikki;
aðrir, kann diskuterast, men eftir stendur at borðreiðing og matgerð er ikki longur at sleingja nakað á borðið, og so vóna at onkur kemur framvið at keypa, sum í Fawlty Towers í 1975 og 79, ella í lítið [...] Tað er at hjúkla um tær, sum sagt verður. Kommunali mentanarpolitikkurin, sum fyri fjórðingsøld hevur verið definerður fyri fyrstu ferð, eigur at verða tikin upp aftur og nýdefineraður, eisini tí at onkur [...] world. Vit eru samd um, at hetta er eitt ungdommiligt arbeiðspláss, sum ikki tykist at skula dragast við ta upphugsaðu byrðu, ið kallað verður ageism, aldursdiskriminering, sum vit við dømum eru samd um