Nær reisist føroya fólk?

Føringar skulu tiga og bara svara tá teir verða spurdir av dønum.

Tað síðstu tíðina hava verið fleiri samanbrestir millum Føroya Landsstýri (F.L.) og donsku stjórnina, um ymisk mál. Eyðmýkingin hevur verið stór. Slíkir samanbrestir avdúka aftur og aftur, at vit púrt einki hava at siga í okkara egna landi. Vit skulu bara vera kúrr, og ikki so frægt sum spyrja nakran um nakað, tá ivamál stinga seg upp. Føringar skulu bara svara tá teir vera spurdir av dønum og ongum øðrum. Um onkur hevur hug at seta føringum onkran spurning, skal hann setast danska uttanríkismálaráðnum spurningin, sum so svarar okkara vegna.

Ikki veit eg hvussu stórur partur av føroya fólki heldur, at hendan støðan er virðilig ella í lagi, men eg hugsi, at meiriluturin av føroya fólki ikki góðtekur at verða viðfarin á slíkan hátt, hóast bæði sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin eftir útsøgnum frá formonnum teirra halda hetta verða í fínasta lagi.


Skutilsveinar

Tá vit leita aftur í søgu okkara, vóru tað altíð einstakir føringar, sum lótu seg brúka av tí fremmanda embætismannaveldinum her á landi, og vóru við til at kúga sínar egnu landsmenn, fyri at fáa einhvønn fyrimun ella vinning afturfyri. Hesir vóru nevndir skutilsveinar.

Tað nýtist okkum ikki at fara longur aftur enn til síðstu øld, har føringar gingu á odda at kúga t.d. mál okkara, flaggið o.s.fr. Hesar somu kreftir fegnast ídag, at mál okkara er viðurkent sum eitt minnilutamál í okkara egna landi. Annar av andstøðuleiðarunum, sum er limur í fólkatinginum, gjørdi einki fyri at ávirka partamenn sínar í donsku stjórnini. Hann valdi, sum ikki einaferð, at ganga donsku partamonnum sínum til handa - skutilsveinur.


Saðla um

Báðir andstøðuleiðararnir hava fleiri ferðir heit á samgonguna um at leggja frá sær. Nakað avgerðandi koma teir ongan-tíð við, uttan slíkt. Teir eru jú serkønir í sjálvir at geva skarvin yvir. Bara tað lotar eitt sindur úr landsuðri, eru teir til reiðar at kasta kongin, og vilja hava aðrar at gera tað sama. Tað minnir meg um donsku boðini, sum vóru rópt á skansanum á sinni: ?Kast jer ned børn og stræk gever!? Báðir løgdu teir frá sær í ótíð í síðstu samgongu av berari ómegd. Jóannes Ejdesgaard hevur eisini fleiri ferðir biðið Landsstýrið saðla um. Tað dugur hann jú sjálvur so væl. Hann man hava heimsmet í meiningakúvendingum, síðani hann kom uppí politik.

Samgongan hevur eitt samgonguskjal, og tað skal haldast. Tað er m.a. bygt á valúrslitið, har meirilutin av føroya fólki valdi samgonguflokkarnar, sum ynskja fullveldi. Føroya fólk gav flokkunum ein setning, og tað var fullveldi. Hesum leypir samgongan ikki frá, hóast javnaðarflokkurin hevur gjørt so. Jóannes lovaði eisini undan valinum sjálvstýri, men sum ikki einaferð, so saðlaði hann um. Hvussu leingi javnaðarveljararnir kunnu liva við slíkum støðuloysi kann bert gitast um.


Fornermaður

Orsøkin til at javnaðarflokkurin leyp frá vallyftunum um sjálvstýri, fingu vit at vita á pallborðsfundi í Útvarpshøllini her- fyri. Har viðgekk marionet-leiðari javnaðarfloksins, at hann ikki kundi taka undir við fullveldisætlanini hjá samgonguni, sum er skorin eftir íslendskum leisti, og er uppskot javnaðarfloksins, tí at hannsara flokkur ikki slapp uppí samgonguna. Eisini var hann fornermaður, tí hann var koyrdur frá sum formaður í uttanlandsnevndini. Tað er skelkandi at hoyra slíkar umberingar, í einum so tíðandi og álvarsamum máli. Persónligi sársaki hansara hevur meiri týdning enn føroya fólk. Atferð hansara minnir ikki sørt um ein smádrong, sum onkur hevur tikið sleikisneisina frá, og tí ikki vil spæla við meira. Enn lata javnaðarfólk sær hesa framfer lynda.


Javnaðurin hevur lagt sambandið afturum

Fyri at venda aftur til tað, sum fram er fari ta síðstu tíðina, millum F.L og donsku stjórnina, so undrar tað meg als ikki at sambandsmenn eru í parti við dønum. Teirra hjarta hevur altíð ligið í Danmørkini, sum teir altíð hava kallað móðirland sítt, og sum teir javnan rópa hurá fyri. Men at javnaðarflokkurin skuldi leggja sambandsflokkin afturum seg, á hesum øki, tað er undrunarvert. Jóannes Eidesgaard hevur erpað sær av, at hava kallað Nyrup bæði fyri kolonialist og imperialist og hvørt av sínum. Við donsku pressuna segði hann á sinni, eftir glantrileikin á fólkatingi, tá hann ikki vildi atkvøða fyri Birtu Weis: ?Jeg lader mig ikke prostutuere?. Hvat ger hann ídag?

Tað var við eini ávísum bjartskygni, at eg las leiðaran í Sosialinum týsdagin 5.sept. Hugsaði sum so, at nú var vent í holuni. Nú høvdu teir endiliga fingið eyguni upp, og nú fór vend at koma í. Men tá eg blaðaði víðari í hesum sama blaði, gjørdist eg sera vónsvikin, tá eg las viðmerkingarnar hjá marionet-leiðara floksins.

Her vóru so nógvir kolasvartir sambandstankar, blandaðir við heilum og hálvum sannleikum, illgitingum, rangsnúgvingum og beinleiðis lygnum, sum eg skal royna at afturvísa ella gerða viðmerkingar til. Niðurstøða mín er tí tann, at Jóannes er í parti við dønum.

Jóannes heldur at støðan millum Føroyar og Danmark er spentari, tí Føroyar leggja Danmark undir ikki at vilja samráðast. Hann vil snara hesum til at Landsstýrið lýgur. Hann átti at vita betri, hvussu danskur samráðingartaktikkur er. Men hvørki javnaðar- ella sambandsumboðini vildu møta á fundi í uttanlandsnevndini, tá síðstu samráðingarnar vóru í Keypmannahavn við donsku stjórnina. Fyrst finnast teir at, sum vant, at teir eru so illa kunnaðir. Tá tað so stendur uttan-landsnevndini í boði at koma við til Keypmannahavnar og fylgja við samráðingunum, fyri at verða betri kunnaðir, sýta teir fyri at møta. Hetta er so ótrúligt, at nakar bara kann sleppa við at misrøkja arbeiði sítt í uttanlandsnevndini á slíkan hátt, uttan at tað fær avleiðingar. Um eg hevði sítt fyri at møta til arbeiðis, annaðhvørt eg varð biðin um at møta her á landi ella uttanlands, so hevði eg fingið eina uppsøgn í stundini.


Brævið til ST

Vìðari sigur Jóannes, at hátturin er skeivur at fáa upplýsingar, men sjálvur hevur hann, sum verða man, einki at seta ístaðin. Hann leggur Landsstýrið undir at skapa samanbrestir fyri egnan vinning. Sjálvandi, hann kennur alt til samanbrestir fyri egnan vinning við danska móðirflokkin, sum hann nú hálvsfevnist við. Brævið til ST var ikki at fáa ein triðja part uppí samráðingarnar, men ein fyrispurningur hvussu F.L. skuldu bera seg at, tá danska stjórnin var so ring at hava við at gera, og ikki fær hjálp frá Ejdesgaard, sum føroyingar skuldu kunnað vænta sær.

Bæði Jóannes og Edmund vísa á, at vit kunnu ikki loyva okkum at seta spurningar til ST, NATO ella nakran annan, og vísa til heimastýrislógina, henda lóg, sum føroya fólk ongantíð er sloppið at taka støðu til. Hendan lóg er so snildisliga innrættað, at føringar kunnu sleppa at spæla, at teir hava alt at siga heima hjá sær sjálvum, men hava álíkavæl ikki loyvi til nakað sum helst. Henda vanæruliga støða okkara eru sambands- og javnaðarmenn so ómetaliga fegnir um.

Brot á heimastýrislógina rópar andstøðugreipan upp um saman við donskum politikarum, bara tí F.L. hevur loyvt sær at biða um upplýsingar uttanlands. Samstundis samráðast grønlendingar sjálvir uttanlands um uttanríkismál, uttan at slík orð fella. Men grønlendingar ?skikka? sær jú so væl, teir krevja jú ikki frælsi, eins og vit, so tá ger tað einki um teir bróta lógina eitt sindur. Harumframt fáa teir meiri pening, um teir ?skikka? sær væl.


Teir gomlu tjóðveldismennirnir

Jóannes kemur við enn eini ósannheit, har hann sigur, at tjóðveldisflokkurin, sum fyrr var so nógv ímóti NATO, nú eru so heitir fyri at sleppa uppí NATO, og spyr um teir gomlu tjóðveldismennirnir ikki høvdu undrast og hvat teir høvdu sagt ídag. Rætt er tað, at Tjóðveldisflokkurin altíð hevur verið ímóti NATO-limaskapi, men at flokkurin nú er heitur fyri at sleppa uppí hendan felagsskap, er beinleiðis ósatt.

Eg skal minna Jóannes á, at Føroyar vóru í síni tíð innlimaðar í NATO við góðkenning av einum javnaðarløgmanni, uttan at løgtingið ella føroya fólk var eftirspurt. Er hetta demokrati, sum Jóannes í heilum rópar upp um?

Tað er møguligt, at teir gomlu tjóðveldismenninir høvdi undrast, men støðan ídag er ein heilt onnur, enn hvat hon var í 80-unum. Tíðirnar broytast. Warshavafelagsskapurin er ikki til longur, og Føroyar eru ikki longur tann skotskiva, sum javnaðarflokkurin, saman við dønum, gjørdu okkum til. Jóannes veit væl, at grannalond okkara fara ikki at góðtaka, at vit sum liggja mitt úti í Atlantshavinum, skulu verða uttanveltað tjóð tá vit taka fullveldi. Heldur hevði tað undrað teir gomlu, at Jóannes Ejdesgaard, sum einaferð var limur í Unga Tjóðveldinum, nú hevur latið seg umprogramera til ein politiskan Frankenstein, hvørs meiningar hvørki eru fuglur ella fiskur, men kola svarta sambandsafturhald, sum skiftur líka ofta sum ættin skiftir.


Kunnu bara spyrja danir

Edmund sigur, at tað er ikki neyðugt hjá føringum at spyrja ST ella NATO um nakað. Hesar upplýsingar kunnu vit fáa frá dønum. Jú, sjálvandi, upplýsingar frá dønum, sum hava hernaðarligar loynidómar duldar fyri okkum. Hetta kunnu vit lesa alt um í Svørtubók. Teir sum hava fylt okkum við lygn og snýtt okkum gjøgnum árini. Lyfti frá donsku stjórnini verða brotin eitt fyri og annað eftir. Tað var jú Edmund, sum ikki helt tað vera neyðugt við nakrari bankakanning á sinni. Hvussu blindur kann ein vera? Í hesu sambandi kann eg nevna, at danski uttanríkisráðharrin Niels Helveg Petersen greiðir føringum frá, at Føroyar ikki kunnu fáa limaskap í Partnership for Peace ella NATO, tí vit hava ongan herð. Hann mann halda føringar verða nakrar tápulingar, tí vit vita øll, at grannaland okkara Ísland er limur í NATO uttan tó at hava nakran herð.


Enn ein lygisøga

Føroyingar kunnu fáa allar upplýsingar frá dønum, sigur hann, samstundis sum okkara løgmaður ikki so frægt slapp at tosa við danska verjumálaráðharran. Hvar er logikkurin? Hetta halda Edmund og Jóannes tó vera í fínasta lagi.


Gjørt føroya fólki fyri skommum

Tann 8. sept. rópar Jóannes Ejdesgaard aftur upp um fólkaræði í Sosialinum. Hesin sami maður hevur valt at verða eitt jarnbrot í donskum hondum heldur enn føroyskum. Hann finnist at, ikki at vera kunnaður í uttanlandsnevndini, har hann kundi komi við góðum ráðum.

Tað er nógv fyri at lesa slíkt. Hesin sami maður, sum boykottar fundir í somu nevnd, og sostatt misrøkir skyldur sínar í hesi nevnd, er enn ongantíð komin við einum einasta góðum ráði til samgonguna, uttan at saðla um! Heldur hevur hann roynt at gera F.L. og harvið føroya fólk til láturs. Greiðir frá, hvussu aðrar tjóðir halda sær um búkin av látri, sum teir flenna at okkum. Hetta er sami Jóannes Ejdesgaard, sum fór til Danmarkar við Edmundi at biða um at fáa danir at yvirtaka bankaskuldina, men ístaðin komu teir heim aftur við 100 milliónum kr. fleiri í láni. Hvør flenti tá? Neyvan nakar føroyingur, sum skuldi gjalda, men tit báðir gjørdi tykkum sjálvum og øllum føroya fólki so dyggiliga fyri skommum. Hví løgdu tit ikki frá tykkum tá?

Hetta vóru og eru amatørar og tað við lít! Ein dáni í, at Jóannes spyr um andstøðan er avskrivað. Tað avger hon sjálv. Sum er, hevur hon sjálv sett seg uttanfyri alla ávirkan. Eitt er heilt víst, at dreymurin hjá Jóannesi at gerast løgmaður er ógvuliga fjarður. Eg kann ikki hugsa mær, at nakar av samgonguflokkunum nakrantíð fer í samgongu við javnaðarflokkin, so leingi hann hevur tað leiðslu, sum ræður fyri borgum í løtuni, og tíggjar sær sum hann ger í løtuni, í hvussu so er, loyvi eg mær at tala fyri tjóðveldisflokkin.


Avdúkar seg sjálvan

Aftur leygardagin kemur J.E. við eini grein, har hann sigur at Høgni Hoydal er avdúkaður. Tá eg lesi greinina gerist eg alt meira og meira sannførdur um, at tað er heldur J.E. sum avdúkar seg. Nú er tað sum at ranga hansara vendir út. Alt er nakið. Øðin er stór. Her er ein øðilig niðurgerðingin og háðan av F.L. og føroya fólki. Niðurstøð mín er tí, at maðurin hevur valt, og valið er fallið á Danmark og arbeiðir hann sostaðð ímóti sínum egnu landsmonnum.


Tað dreymakenda

Jóannes kallar ferð eftir ferð fullveldisætlanina við háðandi og speirekandi orðum fyri at vera dreymakenda. At hava ein dreym er einki skeivt, um dreymurin er skilagóður. Í USA var einaferð ein borgararættindastríðsmaður sum plægdi at siga: ?I have a dream!? Hesin maður mátti lata lív sítt, fyri at hann loyvdi sær at hava ein skilagóðan dreym. Allir føringar, sum tráa eftir fullveldi, hava ein slíkan dreym og eru sostatt føroysk borgararættindastríðsfólk. Vit stríðast fyri frælsi fyri land og fólk okkara, hóast mótstøðu frá sambands- og javnamonnum. Hetta eru dreymar við innihaldi, heldur enn at ganga við einum dreymi um at gerast løgmaður ? ein dreymur, sum ongantíð fer at ganga út.


Heimsins vánaligasta andstøða

Hetta má vera heimsins vánaligasta andstøða vit nakrantíð hava upplivað. Tú hoyrir einans atfinningar, og eingi uppskot hvat skal setast ístaðin. Politikkur teirra er á einum so lágum og ósakligum støði. Politikkur teirra, sum teir føra ímóti F.L. og føroya fólki ber brá av politiskum yvirgangi. Hvussu leingi fer føroya fólk at tola alt hetta. Nær ætla føroya fólk at rakna við? Hví lata alt hetta um seg ganga? Nær vaknar føroya fólk? Er hetta ein virðilig støða, sum vit eru í? Nær fer føringurin at reisa seg?


Kai Vágfjall