Fótbóltseygleiðin
Eftir lestur í ein tíma, haldi eg at greinin hjá ?Bild? ið annars er ein rein tabloidavís, er best í dag, við tveimum síðum, vid mynd av tysku spælarunum á forsiðuni. Vegna føroyska ljósið um summarid er yvirskriftin ?Kann Kahn síggja bóltin??, vid eini stórari mynd av Oliver Kahn. (Kahn forvinnir yvir 42 milliónir euro um árið í løn). Greinin er stutt og er mest um ljósið í Føroyum um summarið, ið kann geva spælarnum trupulleikar at sova.
Ein onnur grein snýr seg um Henrik Larsen, ið helt, at føroyingar hava 20 % møguleika at vinna. Í liðuppsetingini hjá fólksliga blaðnum ?Bild?, gera tey nógv burturúr, at føroyingar eru lærarar, næmingar, lesandi, koyra ølbil og selja ís. Ein týskari segði mær, at hetta dámar týskarum sera væl, at tað júst eru púra vanligir fólk, ið spæla á føroyska landsliðnum, tí týsku spælarnir eru alt annað enn fólksligir lonur. Khan og Ballach forvinna t.d. meiri um árið enn føroyskur fótbóltur í eini 10 ár. Tað hjálpir ikki um støðuna, at ein týskur landsliðsspælari hevur sagt okkurt býtt um arbeiðsleys í Týsklandi.
Tað eru tvær barrir í Føroyum
Í Havn eru tvær barrir, eitt diskotek, ein biografur og ein útvarpsrás, meinar Bild. Í vanliga heldur vil skapa sensatiónir enn at umboða sannleikan og veruleikan. Tað er stórur munur á t.d. FAZ (Frankfurter Allgemeine Zeitung), ið hevur eina góða grein um verkfallið í Føroyum, og bløðum sum Bild.
FAZ hava eisini tosa við russaran Ivan Eginson í Føroyum, ið flutti til Føroyar eftir 1:0 sigurin á Eysturríki í 1990. Nú er Ivan talsmaður fyri FSF. FAZ, tulka tó føroyskan fótbólt sum ein samanrenning ímillum veruleika og folklorismu, ið er heldur niðursetandi á ein hátt, tí teir ikki siga hvat teir meina við orðið ?folklorismu?. Gregor Derichs er fyri FAZ í Havn, har hann tosaði við m.a. Dánjal Andreasen, ið meinti at hetta var stórsti dysturin nakrantíð fyri Føroyar. Seinni gongur púra galið hjá hesum týska journalistinum, ið m.a. meinar at í Føroyum búgva 484.000 fólk. Hetta er vánaligt at eitt so kent og virt blað skrivar slíkar feilir
Die Färöer gegen Deutschland
Seinni um kvøldið um sjeytíðina eri eg í ótrúliga kenda og hugnaliga universitetsbýnum Tübingen. Uttanfyri eru barrir ið lokka við fótbólti ímillum Týskland og Føroyar í kvøld. Fólk eru longu farin at seta seg frammanfyri stórskíggar.
Eg keypti eina Neckarmüller Hefeweisse frá Tübinger Gästhausbräuerei. Tað er ótrúliga heitt um summarið í Suðurtýsklandi. Tey duga tó at taka sær av løttum við einari góðari øl. Eg fór víðari til eina fótbóltsbarr mitt í býnum, har tey bjóða stórskíggja. Her eru nógv meiri fólk. Klokkan er ikki meir enn hálvgun sjey enn, men uttanfyri stendur at í kvøld vísa tey Føroyar og Týskland. Eg fór tó áðrenn hetta inn á eitt stað at fáa okkurt til matna áðren dystin. Sjálvt staðið líktist onkrun úr Asterix og Obelix, ella eini vínstovu har Hitler og hansara vinir smíðaðu ætlanina fyri ølstovukvettið í 1924 í München. Her var bæði matur og vín framúrskarandi. Eitt stað uttan hug til stórum skeltum, slíkt hevði helst oyðilagt góða tónan á hesum stað. Eitt ótrúligt glas av Risling víni fekk eg afturvið verðanum. Fólk á hesum stað líkjast professarum ella doktarum í summeriskari, egyptologi, indoeuropeiskum ella fólk í familju við Thomas Mann.
Nær byrjar dysturin?
Tað er sum um lívið skínur sterkari her suðuri, og tað er sum um tað er langt til Føroyar. Maðurin yvir av mær, líkist einum vínbónda, hann vildi bert drekka vín av einum serligum víngarði her í økinum. Tá eg tosaði við hann kendi hann alt til Føroyar, hann sat bert og bíðaði eftir at dysturin fór at byrja í kvøld. Hann var ikki vínbóndi men verkfrøðingur. Meðan vit tosaðu spurdi tænarin meg hvaðani eg kom. Hann hugdi eftir diktafonini og myndatólinum eg hevði við mær. Á borðinum lág ein diktafon og eitt stórt Canon kamera, ið ger tað torført at fella inní mongdina hjá einum ferðamanni. .
Dysturin byrjar
Týska sjónvarpið byrjaði við eini stuttari sending um Føroyar. Teir nevndu nakað um oyggjarnar, um verkfallið, at føroyingar hava væntað vøru leingi og ikki minst, at onkur hevur smuglað vørur til oyggjarnar meðan verkfallið hevur hildið á. Vit sóu enn einaferð John Petersen, bæði læra børnat lea og arbeiðið við seyði. John hevur tókst myndaeydnu, tey dáma hann væl, hann riggar til nærum alt. Seinni sóu kanska eini 20 milliónir fólk gummibátar og rok um vørur í Føroyum, hetta í týska Statssjónvarpinum. Teir vístu eisini myndir at donsku løgreglufólkunu, ið vóru komin til oyggjarnar.
Ein samrøða var við Henrik Larsen, ið var á týskum. Oliver Kahn segði okkurt um vánaligt veður og speakarin fyri Týskland lat illani at, meðan syrgitónleikur ljóðaði. Hjálparvenjarin Skibbe royndi at siga okkurt, meðan hann tosaði byrja føroyingar at syngja týska tjóðsangin, har Brandur Enni sang fyri. Millum brotini komu stuttar lýsingar fyri Bitburger øl, ið segði seg hava stuðla týska landsliðnum.
Lagi var gott í hesi barrini. Týskarar byrjaðu væl, men føroyska verjan var ótrúliga góð. Eingin skilti at týskarar kunnu vera so óeydnusamir í einum dysti. Eftir 33 minuttir vóru týskarar í hesi barrini ikki so larmandi meiri. Meiri bangnir.
Vit sóu Týskland tapa møguleikar, meðan Ballack sat á beinkinum. Eftir eini 15 ella 23 málmøguleikar fingu týskarar tó mál í hvat eg helt vera 84.minutti. Hetta er sera vánaligt av eini so stórari fótbóltstjóð, ið hevur eini tíggju túsund ferð størri tilgongd av nýggjum talentum enn vit hava í Føroyum hagfrøðisligani sæð.
Týskarnir vóru stillir í kvøld og søgdu einki einki, teir vistu eg var úr Føroyum, Men seinni vóru teir glaðir, tá fysta málið kom. At eitt mál skuldi koma afturat var óluksáligt.
Føroyingar virdir
Saman um tikið eru føroyingar virdir her niðri millum fólk við skili fyri fótbólti, sum ein verulig Fótbóltstjóð millum aðrar. Sjálvandi vil Týskland vinna, men ikki var tað lætt í gjár, føroyingar bardust sum vargar um hvønn bólt.
Fólk hava nú stóra virðing fyri føroyingum eftir hetta avrik, ið kundi kosta týskarum 0:0 støðuna, ið dysturin nærum endaði við. Teir høvdu meiri málmøguleikar og stóran part av spælinum, men kláraðu illani at bróta føroysku verjuna.
Tá dysturin var liðugur tosaði eg við fleiri týskarar, ið vóru sera illani við at vána týska spælinum. Á veg heim vóru nógv fólk í býnum, ið høvdu týskar litir í høvdinum og týsk fløgg, men tey vóru friðarlig og søgdu seg hava lítið at reypa av.