sum í november í fjør legði uppskot fyri tingið um kolvetnislóg sambært einum uppleggi frá Oljuráðleggingarnevndini. Eftir 1. viðgerð fór málið í Vinnumálanevndina, sum síðani legði fram sítt álit í málinum [...] at olja og gass skulu flytast í land í Føroyum, men at landsstýrið kann gera undantak frá hesum. Har stendur eisini, at allur flutningur og veiting av vørum og tænastu í sambandi við eitt oljuvirksemi skal [...] hesa útbjóðing seinni í ár. Fyrstu loyvini kunnu so verða latin oljufeløgunum tíðliga ella miðskeiðis í 1999. Tað merkir so aftur, at oljufeløgini kunnu fara undir at bora longu í 99 men meira sannlíkt
tey stóru bløðini í Føroyum verða gjørd á hesum teldum. Fyritøkan var annars komin í trupulleikar við mongum stjóraskiftum og sølutølini gingu stútt niður á bakka. Men nú er vend komin í, og sølan økist [...] er fløt, undir 10 sm. í tjúkd, og sniðið er framúr vakurt. Teldan er sjálvandi útgjørd við allari tí mest framkomnu tøknini, ið finst. Og her má ljóðið nevnast. Spælir tú tónleik í telduni ljóðar tað sum [...] økist við risafetum. Serliga er hetta nýggju telduni G3 fyri at takka. Fyri sína tíð Í sambandi við 20 ára dagin hjá fyritøkuni, hevur Macintosh framleitt eina teldu, sum á fleiri økjum má sigast at vera framman
Shakespeare, sum bert hevur verið framførdur eina ferð í Føroyum. Tað var í 1964, tá Eyðun Johannesen setti Shakespeareleikin ?Harðveðrið³ upp í Sjónleikarhúsinum. - Vit vilja eisini prógva, at tað ikki [...] burturvið at framføra Shakespeare í hesum døgum, nú leikritaskaldið yvir øllum leikritaskøldum gjøgnum tíðirnar, er vorðið eitt ?hitt³, bæði í Hollywood og aðrastaðni víða um í heiminum. Eyðun Johannessen, [...] foreldini hava valt. Galdandi lógir í Athen um hetta mundið siga, at vil gentan ikki giftast við manninum, noyðist hon at fara í kleystur ella lata lív. Leikurin fer fram í skógunum uttan fyri Athen, fýra
stórum meirluta í danska fólkatinginum eru í veruleikanum góðkend av okkara egnu umboðum, tí teir eru báðir limir í donskum flokkum, Óli Breckmann í Konservativa og Johannes Martin Olsen í Vinstra flokkinum [...] verið greiðir yvir skeivu gongdina í Føroyum. Verandi umboð hava verið vitandi um gongdina, tí hetta sum hendi rnú, er ikki komið beint nú. Teir borgarligu høvdu ræðið í Danmark við hjálp frá føroysku f [...] kunnaðir um ætlandi tiltøk, sum framd eru ímóti Føroyum, men teir hava valt at tiga. Vorðin sum umboð at eiga. Tá Sambandsflokkurin í 1980-84 hevði leiðsluna í Tinganesi, komu fleiri ávaringarskjøl til landsstýrið
er nakað tað sama sum í fjør. Í fjør vóru yvir 600 fólk við Norrønu á páskatúrinum í London, og sum skilst var hetta ein frálíkur túrur. Útferðir í London Farið verður úr Føroyum 4. apríl og komið verður [...] dystirnar Westham-Derby og Arsenal-Newcastle. Og sama dag verður farið úr London og ferðin endar í Føroyum aftur 13. apríl, annan páskadag.
skal halda til í kjallaranum í bygninginum í Kongagøtu, har Blákrosstovan heldur til. Í tí sambandinum hevur nógvur aktivitetur verið í húsinum. ? Hølini eru gomul, og skuldu tí setast í stand. Brunaumsjónin [...] lata upp eina kafe í Kongagøtu. Málbólkurin hjá kafeini eru misnýtararnir. Bæði fyrrverandi og núverandi. Blái Krossur í Føroyum hevur staðfest, at tað er tørvur á einum tílíkum høli í høvuðsstaðnum, og [...] Kristian á Reynatrøð sigur, at teir í løtuni arbeiða við at útvegað restina av fíggingini. ? Vit hava søkt ymsar grunnar í Danmark, og vit hava heitt á fyritøkur í Føroyum um at veita okkum stuðul. Men er
Blái Krossur í Føroyum kallaði inn til tíðindafund seinnapartin í gjár. Orsøkin var, at stuðulsbólkurin hjá Bláa Krossi skuldi handa felagnum ein kekk uppá kr. 90.000. Stuðulsbólkurin hevur seinastu trý-fýra [...] trý-fýra árini regluliga havt bingo. Í byrjanini hildu tey bingo annaðhvønn týsdag. Tað varð seinni flutt til fríggjadag, men tá ið sjónvarpið byrjaði við Gekkinumvar bingorøðin flutt til eitt hóskvøld [...] tær hava savnað inn, fer óskerdur til nýggju kaffistovuna hjá Bláa Krossi, sí annars grein aðrastaðni í blaðnum.
fólk í tí øki, sum feløgini arbeiða í. Dong leggur fyri Í lýsing í blaðnum í dag leggur danska oljufelagið Dong fyri við at bjóða føroyingum, ið útbúgva seg innan fleiri ymisk fak, fyribils starv í fleiri [...] arbeiða í oljuvinnuni. »Faroes Partnership«, ið er eitt av oljusamtøkunum, ið er virkið á føroyska økinum, ætlar ikki at halda seg aftur í so máta. Í blaðnum í dag lýsir eitt av oljufeløgunum í hesum samtakinum [...] oljuvinnuni áhuga. ? Skal oljuvinnan festa røtur í Føroyum, so er tað sanniliga eisini brúk fyri føroyingum í hesi vinnu. Tað er m.a. við hesum fyri eygað, at feløgini í samtakinum hava gjørt av at taka føroyingar
ongd hjá judoítróttinum uttan fyri Oyggjaleikirnar. Judo varð við fyri fyrstu ferð á leikunum í Føroyum í 1989, og síðani hevur tað verið við á leikunum á Álandi, Isle of Wight og Gibraltar. Best sum [...] at vera á skránni á leikunum á Jersey í 1997. Tá Gotland legði fram sínar ætlanir fyri leikirnar í 1999 vóru hvørki judo ella fimleikur við. Onki judo á Isle of Man Í seinastu viku hevði starvsnevndin hjá [...] Har vóru m.a. lagdar fram ætlaninar fyri leikirnar í 2001, sum verða á Isle of Man. Heldur ikki tá verður judo við, men fimleikurin er komin inn aftur í hitan. Av føroyskum áhuga var eisini, at Isle of Man
stolin, og mangur maður ristur í dag uppá høvdið, um tað vandalismu, sum tók yvirhond inn á eina fult intakta útgerð. Men í 1964 kom broyting í. Tá tóku menn seg saman og fóru í holt við at fáa rutusamband [...] kuld, sum í dag liggur eitt stað ímillum 6-7 milliardir. Ein av hesum íløguætlanum, sum ikki var framd í verki, var flogvøllur á Glyvursnesi, men sum spøkir aftur, nú tað stundar til val. Í 1940, beint [...] eingilsmenn Føroyar. Okkara strategiska plasering mitt úti í Atlantshavinum hevði sannført bretska hervaldið um, at flogvøllur mátti byggjast í Føroyum. Tann 13 apríl 1940 kom eitt kanningarlið á Havnina við