Seinasta hósdag varð eitt øki við ein íbúðarbygning á Ceresvej í Nuuk stongt, og um kvøldið upplýsti løgreglan, at ein persónur varð funnin lívleysur á adressuni. Seinnapartin í dag hevur Grønlands Politi [...] laður í 28 dagar, skuldsettur fyri dráp. - Vit hava í samband við málið boðsent kriminalteknikarar og rættarlækna úr Danmark at hjálpa til við kanningunum. Grønlands Politi sigur, at teknisku kanningarnar [...] kanningarnar á staðnum, har kvinnan varð funnin deyð, eru lidnar, men kanningararbeiðið í málinum heldur fram. - Vit hava ikki meira at siga um málið í løtuni við atliti til kanningararbeiðið, sum er í gongd,
góð fyritreyt. – Tað er gott at koma í gongd tíðliga, og tað er gott at royna at gera ymsar filmar, tí so man sær, hvar riggar fyri ein og ikki. Og tann besti mátin at blíva dugnaligari til at gera film [...] Skúlagongdin er í eitt ár - og alt er púra ókeypis. Endamálið er at hjálpa ungum filmsáhugaðum at gera teirra egnu filmar. Undirvísingin fer fram í hølinum hjá Klippfisk í miðbýnum í Havn eina ferð um [...] film, tað er við bara at gera tað. Tað er jú øgiliga hands-on at gera film, og soleiðis verður skúlin eisini, sigur hann og vísir á, at skúlin fer at menna Føroyar sum filmsland. – Eg haldi tað er týdningarmikið
djúpari sorg og biður pressuna um at vísa umhugsni og ikki at seta seg í samband við syrgjandi og avvarðandi komandi vikurnar. Peter Lund Madsen spesialiseraði seg sum lækni í heilanum og fekk millum annað [...] framvið, funnu hann við vegjaðaran og boðaðu løgregluni frá. Hann varð flogin til Rigshospitalet, men var deyður, tá hann kom vegin fram. Familjan - sum fevnir um journalistin og yngra beiggjan Anders Lund Madsen [...] fyri sínar kanningar av blóðrenslinum í heilanum og broytingum á ymsum tilvitanarstigum. Hann gjørdist vertur í sjónvarpssendingini "Hjerne-Madsen" í 1998 og gjørdist kendur fyri síni evni at miðla ofta torfør
toppinum. Í gjár vann AB 5-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi og er næstfremst við 44 stigum og trý aftanfyri Skála. Sigurin í dag lyftir B71 fram á 39 stig. Sandoyingar eiga útsettan dyst ímóti Víkingi. Hann [...] enn heimamenninir høvdu, og Skála vann fleiri hornaspørk, enn B71 vann. Undan summarsteðginum gekk tað sum eftir ánni hjá Skála, sum fór í summarfrí við 46 stigum – 15 sigrar og ein javnleikur. Ein sigur [...] eftir summarsteðgin endaði tað 5-5 í Klaksvík, og í dag var fyrsta ferðin í ár, at skálamenn fóru av vøllinum uttan úrtøku. Skála er framvegis topplið og favorittur at flyta upp. Men hetta vikuskiftið
vóru bara fýra spælarar á beinkinum hjá 07 Vestur, og millum teir, sum ikki vóru við í kvøld, vóru verjuspælararnir Sonni Ragnar Nattestad, Brage Kvithyld og Nicloai Dohn. Um eina viku fer 07 Vestur aftur [...] uppspælinum. Í hesum føri var tað Daniel Obbekjær, sum áður hevur spælt við 07 Vestur, sum spældi fram á Klæmint A. Olsen, ið legði av til Fabian Ness, sum dró í brotsteigin, áðrenn hann smekkaði bóltin [...] Báðir partar høvdu tíðliga í fyrra hálvleiki bóltin í málinum, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu, og Michal Przybylski var leysur fyri málinum, men hann sendi bóltin í samankomingina aftanfyri 07 Vestur
Føroyar løgdu eisini meira fyri og hálaðu inn. Munurin var leingi 2-3 mál og stóð tað 23-25 í heili 6 minuttir av dystinum, fram til 5 minuttir restaðu. Okkara komu tó ikki nærri og vaks munurin aftur seinastu [...] í dystinum. Flytførið spælskiparin kom inn við ferð og treysti í dag og gjørdi 4 mál. Føroyar gjørdust við hesum aftast, nr. 24, í EM-endaspælinum og merkir tað at okkara ikki koma at luttaka í U19 EM- [...] gjørdu nógv færri villur og vardu eisini betri saman við málverjanum. Femja Sámalsdóttir Soll, sum ikki hevði havt hepni við sær í føroyska málinum í fyrra hálvleiki, kom inn aftur og hevði nakrar bjargingar
Bartal Páll Klein átti innleggið úr høgru, og dygst við handara stólpa var tað Emil G. Pedersen, sum stýrdi bóltin í málið, og í HB fegnaðust teir um tey trý stigini, og venjarin eigur framvegis merkisverda [...] kappingini: -Vit spældu ov seint undan steðginum, og tí gekk tað illa at vinna okkum til málmøguleikar. Vit royndu at rætta upp á tingini í steðginum, og serliga fyrstu løtuna eftir steðgin riggaði tað heilt [...] heilt væl. Vit spældu skjótt, vit skoraðu eitt mál, og vit høvdu møguleikar at skora fleiri mál og harvið at punktera dystin, men tíverri eydnaðist tað ikki. Tí var tað stórur lætti, tá ið tað í síðstu
tvinga Russland til álvarsligar samráðingar. Ein og hvør avtala millum USA og Russland skal hava Ukraina og ES við, tí talan er um trygdina hjá Ukraina og øllum Evropa, sigur hon. Kaja Kallas upplýsir víðari [...] m hjá bæði ES og Ukraina. - Meðan vit arbeiða fram ímóti einum varandi og rættvísum friði, er altjóðarætturin púra greiður. Øll fyribils hersett øki hoyra til Ukraina, heldur Kallas fram. Í felags yvirlýsing [...] Ein og hvør avtala millum USA og Russland um at enda kríggið í Ukraina skal fevna um bæði Ukraina og ES. Tað sigur uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, í skrivligari viðmerking sambært tíði
gera vit við at geva ítróttalærarum hugskot og tilfar til ítróttatíman, og næmingarnir fáa ítróttaligar upplivingar, har tey royna nýggjar ítróttagreinar, og har tað snýr seg um at arbeiða saman sum flokkur [...] 6. flokk og 7. flokk, og talið av ítróttagreinum er methøgt. Til miðdeild eru flogbóltur, frælsur ítróttur, borðtennis, hondbóltur, tennis, badminton, rógving, kurvabóltur, bogaskjóting og rørlsumegi [...] aftur í ár. Og til 7. flokkarnar eru fleiri av somu greinunum, umframt: klintring, fimleikur, fótbóltur, dart, judo og taekwondo. Sum eyka avbjóðingar, hava vit eisini bjóða Føroya politi og Tórshavnar
fór ikki at røkka til at koma fram um Týskland. Venjararnir fingu allar leikararnir í spæl og tóku menn leikliga av. Filip Haldansen spældi ein góðan dyst á høgra bakki og gjørdist eisini føroyskur toppskjútt [...] U19-mennirnir greiddu sína skyldu og vunnu greitt, 33-17, móti Uruguay, eftir 13-7 til Føroyar í hálvleikinum. Føroyar kundu komi víðari til meginumfarið, um Føroyar vunnu stórt og Týskland taptu mótu Slovenia [...] fyri so vítt væl, men vóru løtur har neyvleikin vantaði, nakrar tekniskar villur og brend skot. Føroyar øktu tó so líðandi og fóru til hálvleiks frammanfyri 13-7. Føroyar øktu um leiðsluna í seinna hálvleiki