U17 EM: Føroyar taptu eisini seinasta dystin

Føroyska U17-kvinnulandslið endaði aftast av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum

Mynd: Matchlens.me

HSF skrivar: 

 

U17-kvinnur: EM er av

 

Føroysku U17-kvinnurnar taptu seinastu dystin í EM-endaspælinum í morgun. Dysturin móti Turkalandi um 23. pláss endaði við 31-26 tapi, eftir 17-12 til Turkaland í hálvleikinum. Kappingin hevur verið lærurík, men eydnaðist tað tíverri ikki U17-kvinnnunum at vinna nakran dyst, og endaðu tær við hesum aftast.

 

Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna, men sýntist Turkaland so líðandi at koma lættari til málini. Stóri munurin á liðunu í fyrra hálvleiki var serliga talið av tekniskum villum, har okkara gjørdu heili16 í tali. Munurin lá leingi um eini 2-3 mál, men øktu Turkuland seinastu 10 minuttirnar fyri hálvleik upp í 5 mál, til 17-12.

 

Føroyar spældu ein betri seinna hálvleik. Okkara gjørdu nógv færri villur og vardu eisini betri saman við málverjanum. Femja Sámalsdóttir Soll, sum ikki hevði havt hepni við sær í føroyska málinum í fyrra hálvleiki, kom inn aftur og hevði nakrar bjargingar. Føroyar løgdu eisini meira fyri og hálaðu inn. Munurin var leingi 2-3 mál og stóð tað 23-25 í heili 6 minuttir av dystinum, fram til 5 minuttir restaðu. Okkara komu tó ikki nærri og vaks munurin aftur seinastu løtuna til 31-25, sum gjørdist endaliga úrslitið. Eftir dystin var Meta av Fløtum kosin besti leikarin hjá Føroyum í dystinum. Flytførið spælskiparin kom inn við ferð og treysti í dag og gjørdi 4 mál.

 

Føroyar gjørdust við hesum aftast, nr. 24, í EM-endaspælinum og merkir tað at okkara ikki koma at luttaka í U19 EM-endaspælinum í 2027. Okkara koma tó at spæla í EHF Championship (b-kapping), sum er góð menningarkapping fyri okkara.

 

Dystargongdin Føroyar – Turkaland:

 

5 min. 2-1

 

10 min. 3-3

 

15 min. 4-7

 

20 min. 7-10

 

25 min. 9-13

 

30 min. 12-17

 

35 min. 16-19

 

40 min. 17-21

 

45 min. 21-23

 

50 min. 23-25

 

55 min. 23-26

 

60 min. 26-31

 

Málskjúttar:

 

Arina Høgnadóttir Wang 7 (4)

 

Bjørk Mariusardóttir 6 (2)

 

Meta av Fløtum 4

 

Lý Dávadóttir Magnussen 4

 

Fríða Eysturtún Rubeksen 2

 

Solveig Guðmundsdóttir Ripley 2

 

Vár Leo Mortansdóttir 1

 

Málverjar:

 

Femja Sámalsdóttir Soll, 4 bjargingar, 18%

 

Bjørk Germaine Jákupsdóttir, 4 bjargingar 14%

 

Mynd: Matchlens.me