við nýggjum eigarum og tillagaðum bygnaði. Ringt er ofta at skilja, at fyritøkur mugu doyggja fyri at aftur at kunna liva – og ringt er at skilja, at vit samanlagt vera verri fyri bæði í kappingarføri og [...] nú er vón fyri, at vit sleppa úr politiskari uppílegging í vinnulív. Sjálvstýrisflokkurin er alfegin um álit sítt á privata fyritakssemi, álit sítt á evnini hjá føroyskum fyritøkum at skapa búskap og vælferð [...] hugtakandi er avriki, tí loftingarpolitikkur og protektionisma reistu ljótu høvuðr síni, og fleiri royndu at trýsta skattgjaldaran við í hesa vinnufyritøku. Tíbetur var hetta av ongum. Fólk eru altíð ørkymlaði
og vóna, at tamarhald skjótt verður á støðuni, og at høvi verður at halda samfelagsstevnu komandi ár, verður skrivað á ebenezer.fo. Leygdardagin varð boðað frá á heimasíðuni hjá Ebenezer, at fyribils vóru [...] avgerðina, men av tí at koronutilburðirnir í løtuni seta met, og talið av smittaðum alsamt økist, og tilmælini frá myndugleikunum er at avmarka størri samkomur sum mest, er avgjørt at avlýsa stevnuna á hesum [...] til og við sunnudagin 7. november. Men í dag boðar Ebenezer frá, at samfelagsstevnan frá 3. og fram til 7. november er avlýst. Tað plaga at vitja nógv hundrað og eisini omanfyri túsund fólk úr øllum landinum
Á Vinnudegnum í dag varð Thetis kosið at vera Ársins Vinnuátak 2021. Dómsnevndin, sum valdi at geva Thetis henda heiður, ynskti eisini at veita eina serstaka viðurkenning til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna [...] á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni seg upp á at verða klár, um tað gjørdist neyðugt. Og vit mugu bara staðfesta, at tað gjørdist neyðugt! Dómsnevndin heldur, at tað munnu vera fáir føroyingar, sum ikki [...] ikki hava hoyrt søguna um, hvussu royndirnar við at greina laksasjúkuna ILA vórðu brúktar sum grundarlag fyri at greina koronukanningar, tá farsóttin av fyrstan tíð rakti. - Mærsk Mckinney Møller, sáli
Tað er at fegnast um, at Fámjinstunnilin nú loksins sær út til at gerast veruleiki. Í morgin 9. september verður 1. viðgerð í Løgtinginum av: ”Uppskot til Løgtingslóg um Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum” [...] vera liðugur í 2023 ella 2024. Landsverk hevur fyri aðru ferð biðið fyritøkur um at søkja um undangóðkenning til at sleppa at bjóða upp á tunnilsarbeiðið - freistin í hesum umfarinum er ásett til 30. september [...] Suðuroynni. Tunnilsverkætlanin til Fámjins kemur í tøkum tíma og fer vónandi at hava við sær, at bygdin kann knýtast tættari at hinum økjunum í Suðuroynni og gera dagligdagin lættari og tryggari fyri øll
landsstýrinum við alment at boða frá, at hann fer ikki at lata seg koppseta. Í mun til veljarar hjá Miðflokkinum, so siga 92 prosent av teimum, sum velja Tjóðveldi, at tey fara at lata seg koppseta. 91 prosent [...] ni á Fróðskaparsetrinum vísir, at veljarar hjá Miðflokkinum eru tey, sum eru trekast at lata seg koppseta. Einans 60 prosent av teimum siga í kanningini, at tey fara at lata seg koppseta. Formaður Miðfloksins [...] Føroyum vísa tøl frá Heilsumálaráðnum, at bara 68,9 prosent av føroyingum hava fingið fyrra prikið, og 65 prosent tað seinna. Tað er munandi minni enn í Danmark, tó at vit hava júst somu atgongd til koppingarevni
staðið fast við, at prísurin er omanfyri milliardina. Tað sigst, at Manchester City hevur lagt eitt boð inn, sum svarar til 870 milliónir krónur samanlagt, men at Tottenham ikki var nær við at taka av. Fyri [...] gjár frá, at hann heldur fram í Tottenham. Enski landsliðsáleyparin, og liðskiparin hjá Onglandi, boðaði annars frá fyrr í summar, at hann vildi vekk úr Tottenham. Í alt summar hevur ljóðað, at hann er á [...] boðum á sosialu miðlunum, at hann verður verandi í Tottenham, og at hann er ovfarin av stuðlinum frá viðhaldsfólkunum, tá hann kom á vøllin sunnudagin. Ein greining sigur, at Harry Kane ætlaði sær ikki
Landsverk fram, at hesi næstu tíggju árini fer tað, í miðal, at kosta einar 30 milliónir um árið at halda Norðoyatunnilin og Vágatunnilin viðlíka. Men tað elvdi til misnøgd summastaðni, at Landsverk kom [...] løgtingsmaður, kallaði tað Fake News. Báðir vístu á, at tað roknskapirnir hjá tunnilsfelagnum vísa, at tað kostar minni enn milliónir um árið at halda báðar tunlarnar og ikki 30 milliónir, sum Landsverk [...] ##med2## Herfyri ætlaði samgongan at avtaka bummgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, og lata Landsverk yvirtaka tunlarnar, og sostatt eisini útreiðslurnar av at halda teir viðlíka. Í hesum sambandi
Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, og at umboða tey við autismu í almenna rúminum. Felagið virkar fyri, at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, soleiðis at tilveran hjá teimum við autismu [...] felagnum at skapa samband millum fólki við autismu og millum teirra avvarðandi. Royndir vísa, at avvarðandi at børnum, ið júst hava fingið eina diagnosu innan autismuspektrið, kunnu fáa stórt gagn av at gerast [...] netverki í Autismufelagnum, har tey sanna at tey standa ikki einsamøll. Tað er lætt og einfalt at tekna seg sum lim í Autismufelagnum. Hetta kann gerast við at fara inn á heimasíðuna autisma.fo og velja
tí neyðugt at onnur koma við pengum, um hesar íløgurnar skulu gerast. Umboð fyri Javnaðarflokkin og Tjóðveldi hava í løgtinginum sagt, at ætlanin um at gera hetta møguligt er tað sama sum at “petta SEV [...] bogan fyri at kunna fara undir at gera eina pumpuskipan í Vestmanna. Tað varð sagt í “Breddanum” hjá Kringvarpinum í farnu viku. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, vísti í sendingini á, at pumpuskipanin [...] grøn, og tað undrar meg, at politiskir flokkar sum siga seg umboða ta grønu kósina, hava sett føtur í spenni, fyri at forða hesum einasta vegnum móti grønari orku. Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri
Eg haldi, tað verður gjørt alt for lítið fyri at fáa fólk at keypa og virðismeta hesar vørur, sum føroyskir matframleiðarar hava at bjóða. Her haldi eg, at eg tosi fyri okkum øll, sigur hon. [...] Skálavík. – Men altso, vit kunnu ikki tvinga nakran til at keypa føroyskt. Hon heldur tó, at hetta er ein ábyrgd, sum fyritøkur og stovnar eisini eiga at taka á seg. – Nógvar fyritøkur geva jólapakkar til síni [...] avbjóðing hjá føroyskum matvøruframleiðarum er, at teir mugu kappast við tað, sum verður importerað úr øðrum londum. Eitt nú er kjøt úr Íslandi og New Zealandi vanligt at síggja í føroyskum matvøruhandlum. – Eg