Á Vinnudegnum í dag varð Thetis kosið at vera Ársins Vinnuátak 2021. Dómsnevndin, sum valdi at geva Thetis henda heiður, ynskti eisini at veita eina serstaka viðurkenning til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna við Debesi H. Christiansen á odda - fyri tað megnar arbeiðið, sum varð gjørt í samband við koronu-farsóttina.
- Áðrenn nakar í Føroyum gav sær stórvegis far um eina lúrandi heimsfarsótt, fyrireikaði Debes H. Christiansen saman við øðrum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni seg upp á at verða klár, um tað gjørdist neyðugt. Og vit mugu bara staðfesta, at tað gjørdist neyðugt!
Dómsnevndin heldur, at tað munnu vera fáir føroyingar, sum ikki hava hoyrt søguna um, hvussu royndirnar við at greina laksasjúkuna ILA vórðu brúktar sum grundarlag fyri at greina koronukanningar, tá farsóttin av fyrstan tíð rakti.
- Mærsk Mckinney Møller, sáli, hevði verið stoltur av tí rættstundis nærlagni, sum varð sýnt í hesum føri, sigur dómsnevndin.
Lagt verður aftrat, at Debes H. Christiansen arbeiddi saman við øðrum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni dag og nátt við at greina kanningar, og varð arbeiðið hjá teimum eitt av týdningarmiklastu stigunum í bardaganum móti koronufarsáttini her á landi.
Henda eldhuga og hetta nærlagni hevur dómsnevndin valt at heiðra við einari serstakari viðurkenning, varð sagt á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum dag.